Landsliðsvenjarin farin frá

Frætt er frá álítandi keldu, at landsliðsvenjarin Brian Marshall er farin frá, tí hann ikki kláraði at uppfylla tær avtalur sum vóru millum íslendska og føroyska svimjisambandið. Tað er ikki heilt greitt enn hvussu ið nú verður við samstarvinum millum svimjisambondini bæði, men arbeitt verður við at finna føroysku svimjarunum nýggjan landsliðsvenjara.

Mads Glæsner sjúkur við smittandi livrabruna

Haldi tað eitur so, “hepatitis A” ella “smitsom leverbetændelse”. Danski langteinarin er mest sannlíkt smittaður av kantinumati á venjingarmiðdeplinum í Flagstaff, USA, har hann júst hevur verið á hæddarlegu. Hann kann tí ikki luttaka á komandi EM, men hevur enn góðar vónir fyri OL. Lesið her í Ekstra Bladet.

Petur Heðin verður venjari á ítróttarbreytini

Sum tit kunnu lesa her í Norðlýsinum, so verður tað Petur Heðin á Fløtti sum skal standa fyri svimjivenjingunum á ítróttarbreytini hjá Føroya Handilsskúla á Kambsdali komandi skúlaár. Petur Heðin er sum kunnugt høvuðsvenjari hjá Fuglafjarðar Svimjifelag í ár, og hevur drúgvar royndir bæði sum venjari og svimjari. Ætlanin er at svimjivenjingin skal ganga fyri seg í svimjihøllini í Klaksvík.

‘The Race Club’ víðkar til Brasil

The Race Club hjá Gary Hall Jr. og Sr. fær nú eina deild í Sao Paolo eisini. Hetta er eitt svimjifelag (ella rættari eitt ‘program’) sum skipar fyri venjingarlegum, ‘fitness camps’ og selur videoir og ‘merchandise’ til at kunna stuðla elitusvimjarum við venjingarumstøðum og fíggjarliga. Lesið her á SwimInfo.

Úrslit frá HS stevnuni 1. mars

Viðfestur er endaligi úrslitalistin umframt RE-fíla til WinGrodan. Úrslitið varð at Susvim vann HS stevnuna við 13 gullheiðursmerkjum, 12 silvur og 15 bronsu. Ægir varð nr 2 við 9 gull, 14 silvur og 9 bronsu, meðan Havnar Svimjifelag varð nr 3 við 8 gull, 4 silvur og 3 bronsu. Besti svimjari var Jóhannes Agnarsson úr HS, sum vann 7 gull og 1 silvur.

DSC_0040 Continue reading Úrslit frá HS stevnuni 1. mars

Innbjóðing til Ægir National 2008

Hey øll somul.

Viðheft er innbjóðing og grodan fíla til Klaksvík National, sum verður leygardagin 15. mars.
Leggið merki til, at innleiðandi er avmarkað til tveir riðlar pr. bólk pr. kapping. Eg sendi startlistan út mánadagin 10. mars, so tit síggja hvussu landið liggur viðv. hvørji skulu manna riðlarnar.

vh
Johan Martin Continue reading Innbjóðing til Ægir National 2008

Framtíðar doping við nanobottum

Ein av teimum 18 mest týðandi hugsarar í heiminum, Ray Kurzweil, spáar, at í 2029 verður tøknin so framkomin, at nano(ro)bottar verða nýttir til at hjálpa menniskju. Ray sigur í einari framløgu (frá 15.30), at um man skiftir 10% av teimum reyðu blóðlikamini út við nanobottum, ið gera tað sama iltførandi arbeiði – bara 1000 ferðnar effektivari – kann man gera eitt olympiskt sprint í 15 min ella sita í 4 tímar – uttan at draga anda! Royndir á djórum (rottum sjálvandi) við nanobottum eru longu gjørdar.