Fleiri úrslit úr Klaksvík

Viðfestur er ein næstan fullfíggjaður úrslitalisti frá Ægir stevnuni í vikuskiftinum. Møguliga fullkomiliga fullfíggjaður, við tað at eg ikki veit um tað er ein feilur at masters kappingin væntar, ella um tað er fyri at spara onkran av gubbunum (les: Sørin :-). Hartil eri eg ikki 100% vísur í at úrslitalistin hjá teimum yngstru er heilt rættur enn, men vit fáa væl at síggja.

DSC_0083 Continue reading Fleiri úrslit úr Klaksvík

Landsliðsvenjarin er í barnsburðarfarloyvi

Gevið gætur at hetta ikki eru offisell svimjisambandstíðindi; men tað skuldi verið púra vist at landsliðsvenjarin Brian Marshall í løtuni er í barnsburðarfarloyvi, í umleið eitt ár. Havi spurgt meg rættiliga væl fyri, og skilji á lagnum at hetta hevur verið galdandi síðani einaferð stutt áðrenn landsliðsvenjingarleguna í Íslandi í januar.

Hetta er sjálvsagt ein ógvuliga óheppin støða, við tað at landsliðið harvið er meira ella minni í venjaraloysi komandi árið. Kristian Martin Joensen er gott nokk til taks sum hjálparvenjari hjá landsliðsvenjaranum, men stóri spurningurin er nokk mest um Svimjisambandið hevur ráð at uppstiga hann til landsliðsvenjara, ella at seta ein annan í fyribils landsliðsvenjarastarv, meðan Marshall er burturstaddur.

Orsakið meg fyri at koma við sovorðnum ‘hálvum’ tíðindum, men SSF hevur týðiligvís havt ein trupulleika við at halda sína heimasíðu og okkum áhugaði ajour við tí sum fyriferst í svimjisambandshøpi, síðani Helgi á Fløtti fór úr starvsnevndini í heyst. Mær dámar ikki at renna við slatri, men hinvegin er tað væl heldur ikki rætt at lata verða við at viðgera evni, bara tí at eingin almenn tíðindi koma frá sambandinum.

(Partvís) tíðindi frá Ægir stevnuni

Sum kunnugt var stór svimjistevna í Klaksvík í vikuskiftinum, við svimjarum líka úr yngstu bólkum upp til ‘old boys’. Tíverri vóru onkrir trupulleikar við úrslitunum sunnudag, umframt at eg heldur ikki havi kunnað fingið fatur á úrslitalistanum frá ‘masters’ kappingini leygardag. Hendan frásøgn tekur tí fyrst og fremst saman um viðfesta úrslitalista, frá svimjingini leygardag, tá ið svimjarar í bólki 3 og eldri kappaðust.

DSC_0155 Continue reading (Partvís) tíðindi frá Ægir stevnuni

Nýtt heimsmet í 200 rygg hjá kvinnum

Kirsty Coventry úr Zimbabwe hevur í dag við tíðini 2:06.39 sett nýtt heimsmet í 200 rygg hjá kvinnum í 50 metra hyli, á Missouri Grand Prix stevnuni í USA. Hetta met hevur annars staðið í stað líka síðani 1991, tá ið ungarska Krisztina Egerszegi svam teinin í tíðini 2:06.62. Lesið meira her á SwimInfo.

Startlistin til Ægir stevnuna klárur

Ægir stevna verður sum kunnugt nú í vikuskiftinum, og viðfestur her er so startlistin til kappingina. Tað sær út til at hava verið eitt vælvalt val at hava masters kapping eisini á skránni, tí har eru fleiri áhugaverd nøvn á listanum sum vit annars ikki hava sæð svomið í áravís. Nøvn sum Tóra við Keldu, Jan Gardar og Símun Akursmørk.

Johan Martin minnir annars á, at einans ein riðil verður í 800 frí, og at luttakararnir út yvir teir 6 fremstu tí ikki sleppa at svimja, uttan so at onkur av teimum 6 fremstu melda frá. Har er eisini onkur áhugaverd eyka kapping sett inn, har t.d. Pauli Ø. Mohr “ætlar at royna at gera sítt bragd í 50 m. frí betri frá kappingini í Havn herfyri”.

Speedo lanserað nýggjar draktir

Síggið myndir og video av avstralskum svimjarum í draktunum her og lesið annars her á SwimInfo. Speedo hava lanserað sínar nýggju LZR Razer draktir, sum m.a. Michael Phelps sigur følast sum rúmdardraktir. Tær kunnu keypast umleið 30. juli 2008, men vanligi svimjarin skal allíkavæl ikki vænta sær at fáa hendur á eina áðrenn OL í Beijing. USA og Australia fara at fáa draktir til OL í spesial litum, meðan restin av heiminum má klára seg við svørtum draktum Continue reading Speedo lanserað nýggjar draktir