Gull og silvur til Føroyar

Kári J. á Høvdanum vann silvur í 50 rygg og var nær við at taka gullið eisini. Pál Joensen var heilar tvær longdir framman fyri nummar tvey í 1500 frí, í nýggjum føroyskum meti. Vinarliga hyggið á njm2007.com og livetiming.se, tí vit eru eitt sindur ov pressaði her til at orka at dagføra fleiri heimasíður í senn 🙂

From NJSC 1. session

Continue reading Gull og silvur til Føroyar

NJM 2007 startlisti – næsta útgáva

Tað hava verið rættiliga nógvar rættingar gjørdar til startlistan sum eg sendi út fyrradagin, og viðfest er tí ein nýggj útgáva, sum eg eisini havi sent luttakandi londum at rættlesa, lagt á njm2007.com og dagført LiveTiming við. Har burdi ikki verið nógv eftir at rætta, men sigið endiliga frá um tit finna okkurt.
Continue reading NJM 2007 startlisti – næsta útgáva

Amerikanska meistarastevnan verður víst ‘live’ á netinum

Sambært tíðindunum her á SwimNews ætlar amerikanska svimjisambandið at senda beinleiðis frá meistarastevnuna í stuttum hyli nú 30. november til 1. desember, á heimasíðuni SwimNetwork.com sum er gjørd serliga til endamálið. Meistarastevnan er í 25 yard hyli, men er tó so eisini úttøkukapping til HM í 25 metra hyli í Manchester í vár.

So er NJM startlistin klárur

Tað sær bara heilt gott út fyri Føroyar, nú fyribils startlistin er klárur at eftirmeta. Pál liggur til at vinna gull í 400 og 1500 frí, umframt eina bronsu í 200 frí. Kári J. á Høvdanum er seedaður til silvur í 50 rygg, og er eisini rímiliga nær teimum bestu til at kunna at vinna heiðursmerki í 100 og kanska 200 rygg. Restin liggur í lægra endanum, men møguliga kunnu tey pressa seg eitt sindur upp, nú vit eru á heimabana.

Startlistin liggur eisini á www.njm2007.com, og er annars sendur øllum limalondum at eftirmeta. Hann er tastaður inn (av mær) í einum, seigum strekki, so tað kann væl hugsast at har eru nakrar prentvillur og annað sum skal rættast komandi dagarnar.

Er tað gjørligt at svimja 47.91, um man bara venur 20 km um vikuna?

Hetta er stóri spurningurin á kjaksíðum innan svimjing, nú Stefan Nystrand í august svam langbana 100 frí á 47.91, næstskjótasta tíð nakrantíð, samstundis sum hann sigur seg ongantíð venja meira enn 20.000 metrar um vikuna, umframt 2 ferðir landvenjing. Lesið t.d. her og her á timedfinals.com, her á CollegeSwimming.com, og her á kjaksíðuni hjá ‘The Race Club‘. Hatta er alt á enskum, men Nystrand forklárar eisini sjálvur ymiskt her á svenskum, í SvD.
Continue reading Er tað gjørligt at svimja 47.91, um man bara venur 20 km um vikuna?

Elspa ger um seg í firvald og bringu eisini

DSC_0068Elspa Mørkøre hevur í hesu viku sambært sport.fo svomið tíðir í bringu og firvald, á innanhýsis stevnu hjá WestSwim í Esbjerg, sum eru betri enn føroysku metini. Hetta var á innanhýsis stevnu hjá WestSwim í Esbjerg. Men gev gætur at tíðirnar sum er ikki eru góðkendar sum føroysk met.

Elspa svam 100 bringu í tíðini 1:15.83, sum er heili 2½ sekund skjótari enn metið hjá Maluni V. Bærendsen á 1:17.23. Harvið hevur Elspa svomið skjótastu tíð á 100 metrar í øllum greinum, um enn hon enn offiselt eigur metið í teimum trimum.

Í 50 firvald svam hon 29.37, har metið hjá Shailu millum Garðarnar er 29.89.

Men altso, hetta skal alt takast við størsta fyrivarni; tí fyri tað fyrsta er tað meira enn so komið fyri at Svimjisamband Føroya ikki hevur góðkent slík met svomin av einstaklingi uttanlanda, og fyri tað næsta er tað nokk ein spurningur um man yvirhøvur kann seta met á innanhýsis stevnu, um einki annað felag eisini luttekur.

Kappingarneytarnir hjá Nystrand undrast men ivast

Stjørnurnar á 100-teininum undrast sambært hesi grein í SwimNews á at Stefan Nystrand kundi svimja so skjótt longu nú, tá ið tað enn er langt til OL í Beijing. Teir halda at tað má vera tekin uppá ov lítla tunga venjing beint nú, og tað tí er ivasamt um Nystrand kann møta á OL við líknandi formi.

Pieter van den Hoogenband viðgongur at hann ikki kann svimja 45.83 á stuttbana nú, og at hann yvirhøvur bara kann svimja harum einar 2-3 ferðir um árið, men at hann nokk skal vera klárur á langbana í Beijing. Sama sigur kanadiski Brent Hayden, at hann hansara venjingarnøgd í løtuni ikki loyvir honum at svimja so skjótt, men at alt tað broytist til OL. Og italski Filippo Magnini sigur seg beinleiðis vera róligur, at Nystrand ómøgliga kann halda handan formin teir komandi 9 mánaðirnar, við so lítlari venjingarnøgd sum Nystrand hevur.

Nystrand venur nevniliga ikki meira enn 20 km um vikuna, har hinir lættliga hava tað trífalda. Magnini flennti í samrøðurni og segði at hann svam 13-14 um dagin. So stóri spurningurin er nú um Nystrand fer at kunna svimja so skjótt, ella um hinir hava rætt at hann ikki kann halda seg á slíkum støði við so lítlarni venjing. Livst so spyrst.

Manadou tapti 800 frí á fronsku meistarastevnuni

Nú verður tað gott nokk sagt at franska Manadou ikki hevur 800 frí sum eina av sínum sergreinum longur, og heldur brúkar teinin sum test og styrkiroynd til at gerast betri í 200 og serliga 400 frí. Men tað var tó so ein stórhending tá ið hon nú doyði móti endanum av teimum 800 á fronsku meistarastevnuni, og tískil ikki longur er besti franski svimjari á teininum. Lesið í SwimNews.