Gusmao dopingdømd, Thorpe fríkendur

Brasilska Rebeca Gusmao hevur eftir øllum at døma dopað seg við testosteron (mannligt kynshormon), og kann tí vænta sær tvey ára karantenu um B-prøvin eisini er positivur. Hin vegin hevur FINA avgjørt at gevast við kanningunum av avstralska Ian Thorpe, sum annars eisini varð ákærdur fyri at hava tikið testosteron og annað.

Lesið um Rebeca Gusmao á SwimNews og SwimInfo, og í Ekstrablaðnum enntá við mynd av hennara veldigu yvirarmum. Tíðindini um Ian Thorpe eru at lesa her á SwimInfo.

Pál á ranglistunum hjá FINA

Vit hava júka um tað í fleiri dagar nú, men tað er nú allíkavæl ótrúligt at síggja ein føroying so ovarliga á ranglistanum hjá FINA, sum Pál Joensen er í løtuni. Viðfestu skermmyndir eru higani av heimasíðuni hjá FINA, har Pál er seedaður sum nr 15 í 1500 frí og 20 í 800 frí, av øllum svimjarum í heiminum yvirhøvur. Legg forrestin til merkis at danin sum var betri enn Pál í Greve – Mads Glæsner – liggur heilt uppi sum nr 2, bara yvirgingin av sjálvum mr. Grant Hackett.

(Frásøgn inspirerað av hesum tíðindum á sport.fo)

Heilsan frá Brian Marshall

Landsliðsvenjarin Brian Marshall hevur beint nú sent ein rættiliga áhugaverdan teldupost til okkum fyrstaliðsvenjarar, um úttøku til NJM og evropeisku meistarakappingina í desember. Tað vísir seg at hørðu kravtíðirnar til NJM og EM ikki útiloka at onnur verða tikin út, men heldur lýsa hvørji sum eru vís í at sleppa við.

Til NJM ætlar Marshall at føroyska liðið skal vera millum 8 og 10 svimjarar. Tey sum hava klárað kravtíðina eru automatiskt úttikin, meðan restin so verður vald út alt eftir hvussu væl tey hava svomið í ár. Seinasta freist at prógva seg, er á svimjistevnuni í Vági, 17.-18. november.

Til EM ætla tey at taka út 2 dreingir og 2 gentur, við støði í FINA stigum, og aftur er svimjistevnan í Vági seinasta freist.

Eini onnur áhugaverd tíðindi í teldupostinum eru, at tey frá januar av ætla at hava ein dátugrunn og ‘rang-lista’ á heimasíðuni hjá Svimjisambandinum, til at kunna fylgja við í hvussu svimjararnir klára seg í mun til hvønn annan, og sum motivatión.

Silva Cup flutt

Teldupostur frá Reka …

Hey Øll

Sum teimum flestu kunnugt er UM flutt eina viku,. Tað førður við sær, at Silva Cup somuleiðis er flutt, nær er ikki avgjørt enn (møguluvís 24. nov.). Men tað eru ongar broytingar í kappingini, og eg vil sera gjarna hava tilmeldingarnar nú. Um broytingar vera áðrenn kappingina, kann tað skjótt broytast. So sendi endliga inn….

Reki

Útlendsk tíðindi um Pál og Elspu

Sosialurin skrivaði í gjár í grein um Pál Joensen, at “Fjølmiðlar í Svøríki hava skrivað nógv um donsku meistaraheits kappingina, og millum annað skriva teir um ymsu góðu úrslitini hjá donskum seriorum, og so um hesu fantastisku føroyingarnar í unglingakappingunum”. Nakar sum veit akkurát hvar hetta stendur?
Continue reading Útlendsk tíðindi um Pál og Elspu

Nystrand ætlar sær at seta heimsmet nú

Sviin Stefan Nystrand er ikki bangin av sær, nú hann meldar út at hann ætlar sær at taka stuttbanaheimsmetið í 100 frí frá suðurafrikanska Roland Schoeman, á World Cup stevnuni í Berlin 16.-17. november 2007. Metið er 46.25. Kanska man átti at farið ein túr til Berlin at hugt at svimjing 🙂

UM í klaksvík 10-11 nov

 

Innbjóðing UM 2007, NS-Stevnu.

 

Við hesum ein innbjóðing til UM 10-11 nov. 2007.

Kappingin er fyri bólkarnar 3,og eldri,  UM vinnararnir verða sjálvandi funnir millum svimjarar í bólki 3- 4&5.

 

Tilmeldingarfreistin er sett til Mikuhvøldi kl 18.00

Frámeldingarfreistin er sett til hóskvøldið kl 18.00.

 Tað verður ongin venjara fundur. til-frámeldingar skullu

verða árðin,omanfyri nevnt.

Hvørt felag møtir við 3 hjálparfólkum

 

Hjálparfólkafundur og upphiting verður leygarmorgunin kl 8.00 í Ægirhølinum . Kappingin byrjar kl 9.00.

Leygardagin byrjar upphiting  og hjálaparfólkafundur kl 15.00. Kappingin byrjar kl 16.00.

Sunnudagin byrjar upphiting  og hjálaparfólkafundur kl 13.00. Kappingin byrjar kl 14.00

 

Tilmeldigarnar skulu sendast til reisim@post.olivant.fo

 

Vinarlig

v Ægir

Evald & Reidar


PS. Gev gætur at svimjarar eldri enn bólkur 5 eisini hava loyvi at luttaka, sjálvsagt ikki um unglingameistaraheitini, men ífall tey ætla sær at klára tíðir til landslið og líknandi.

 

 

 

Pál undir 4 minuttir í 400 frí

Minuttirnir eru altíð nakað heilt serligt, og tað er tí ógvuliga stórt at Pál nú sum fyrsti føroyingur hevur svomið undir 4 minuttir í 400 frí, á DKM í Greve.  Lesið á sport.fo ella hyggið at úrslitalistanum her á livetiming.se. Tíðin er sjálvsagt føroyskt met, og sport.fo boðar eisini frá at Elspa Mørkøre skar eitt heilt hálvt minutt av sínum føroyska meti í 50 rygg, sum annars bara er 1½ mánaða gamalt.