Tey sum skriva og viðmerkja her á svimjing.com fara nú at uppdaga, at hasin Word-líknandi amboðsbjálkin nú knappliga er burtur. Orsøkin er (sum ikki einaferð), at hetta er eitt eykamótul til heimasíðuskipanina sum eftir innlegging hevur víst seg at viðføra ávísar trupulleikar, og eg helt tí at tíðin var komin til at taka hann bara burtur.
Tey sum skriva skulu nú venja seg við at skriva serliga kotu til at fáa t.d. feitan tekst ella skráskrift, men ein leiðbeining er lukkkutíð beint undir feltinum har man skrivar, sum forklárar hvørjar sniðingarmøguleikar man hevur.
Trupulleikarnir hava annars verið serliga at ávísar teldur ikki hava kunnað skrivað yvirhøvur. Sikkurt tí at tær ikki loyvdu innlegging av hesum serliga ‘FCK editorinum’ ella okkurt sovorðið. Eg rendi meg til dømis inn í trupulleikan á eini telducafé á Rhodos, og avgjørdi tá á staðnum at hetta gekk altso ikki 🙂
Hartil irriteraði tað meg persónliga, at tekstur sum man kopieraði frá t.d. Word kom til at hava sama snið sum har, heldur enn ta snið (og her serliga ta skrifttypu) sum vit nú einaferð hava valt til heimasíðuna. Haldi at heimasíðan gjørdist óruddilig av hesum.
Og at enda var editorurin ein forðing fyri at onnur enn eg funnu útav at seta inn videobrot og myndir. Ein orsøk til at tað hevur gingið so leingi áðrenn eg tók editorin burtur, var faktiskt at eg annars ikki visti hvussu eg skuldi fáa myndir á síðuna bara við standard mátanum. Men tað havi eg altso lært nú, og so var tíðin komin.
Eg skal fara at skriva eina leiðbeining til hvussu man setir inn myndir, kanska longu í kvøld. Og hitt við YouTube verður eisini áðrenn alt ov leingi.