Joan Bláfoss nr 6 í heiminum

Nú hevur duathlon ikki nógv við svimjing at gera, men eg haldi allíkavæl at Joan er eitt sindur kvalifiserað at skriva um á heimasíðuni her, við tað at hon luttók fyri Føroyar í triathlon á Rhodos, og tað sum kunnugt er svimjing í triatlon :-). So sum tit kunnu lesa her á sportalinum, hevur hon klárað seg avbera væl í HM í duathlon herfyri.

Elspa danskur juniormeistari

Móð og troytt av shopping frætta vit at føroyingar hava gjørt eitt ordans hál á DKM. Pál svam 800 frí á 8:06 sum var betri enn nakar danskur juniorur og væl og virðiliga føroyskt met. Elspa hevur sett føroyskt met í 50 frí, 400 frí og 200 rygg, og vann her silvurheiðursmerki sum ‘dani’ í 200 rygg og 50 frí, við tað at hon luttekur fyri WestSwim. Men í 400 frí varð hon nr 1, og er hervið offisielt danskur juniormeistari! Continue reading Elspa danskur juniormeistari

Komin fram

Køge, 24. oktober, 2007 kl 20.14:

Fyrsti triðingur av ferðaliðnum eru komin fram til Køge, men restin eru tíverri seinkað av mjørka. Vit hava verið og shoppað og svomið og etið meðan næsti triðingur fyrst nú er í luftini og síðsti væntandi ikki kemur fram fyrr enn seint í nátt. Í morgin er ætlanin at byrja við svimjing og so fara á Strøget ella í stórcentur at shoppa víðari.

umvegis flot.info

Eitt stopp-ur at seta á veggin

Svømmespecialisten hevur eitt stopp-ur til sølu her fyri DKK 448 uttan MVG, sum tú setur á veggin og so bara setur hondina á sum á eini el-tíðtakingarplátu, hvørja ferð tú vilt hava eina tíð. “Hele uret fungerer som én knap, der berøres i vendingen uden at du behøver at stoppe op”. Urið er sjálvsagt vatntætt, og kann súgva seg til veggin bæði yvir, í og undir vatnskorpuna.

Nýtt heimset í 50 rygg hjá kvinnum

Kinesiska Yang Li hevur við tíðini 28.09 sett nýtt heimset í 50 rygg á langbana, á “World Military Games” í Hyderabad, India. Amerikanska Leila Vaziri átti gamla metið á 28.16, sum hon setti á heimsmeistarastevnuni í Melbourne í vár. Báðar eru rættiliga ókend ‘stjørnuskot’ sum nú knappliga gera um seg. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.

FINA World Cup byrjar í dag

Fyrsta World Cup svimjistevnan byrjar í dag í Durban, Suðurafrika, har størstu svimjistjørnurnar kappast í 25 metra hyli um heiðursmerki og eina rúgvu av dollarum í pengapremium (1 millión dollarar tilsamans fyri alla World Cup seriuna). Tak meg ikki í tí, men tað ber eftir øllum at døma til at síggja kappingarnar ókeypis men forskotnar her á WCSN.com, ella ‘live’ við at gjalda $4.95.
Continue reading FINA World Cup byrjar í dag