SSF aðalfund 27. oktober

Árligi aðalfundurin hjá Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum leygardag 27. oktober 2007, og sum tit kunnu lesa her, so verða mest átroðkandi mál allarhelst at fáa valt nýggjan skrivara og kassameistara. Helgi á Fløtti og Oluffa á Høvdanum standa nevniliga fyri vali, men hava bæði boðað frá at tey ikki ynskja at halda áfram. Feløgini verða tí biðin um at koma við valevnum ella uppskotum til valevni.

Landsliðskravtíðir hærdar nok so nógv.

Ein kan nú lesa á heimasíðuni hjá SSF at kravtíðirnar til unglinga og elitu-landsliðið eru klárar. Nakað sum ein leggur til merkis beinan vegin er, at nú skal svimjingin enn eitt gear upp fyri at kunna verða við. SSF hevur jú lagt fram skrá fyri altjóða kappingar sum okur kunnu lutaka í fleiri ár fram, um okur bert svimja skjótt nok 🙂

Ja avbjóðingarnar eru har, og eftir stendur spurningurin, hvussu nógv taka av tilboðnum ?

Eitt nú skulu føroysku unglingarnar taka seg saman um SSF ikki bert skal hava 2 svimjarar við til komandi NJM kappingina sum SSF skal fyriskipa í Havn í desembur.

Hvat halda tykur venjarar um krøvini, og hvussu reagera tykra svimjarir ?

Hvat halda tykur um kappingarnar sum eru fyri eldru føroysku svimjararnir í Føroyum, altso kappingar her heima á klettunum ?

Eg sakni altso fleiri møguleikar fyri at kunna klára hesar kravtíðir, ella møguleikar fyri at kunna testa formin.

Hjálparfólk ynskjast til NJM 2007

Sum kunnugt verður Norðurlendska JuniorMeistarastevnan 2007 í Tórshavn tann 1. – 2. desember í ár, og Svimjisambandið skal í hesum sambandi skaffa eina rúgvu av dómarum og hjálparfólkum til stevnuna. Heitt verður tí á øll føroysk svimjifeløg um at skaffa 4 hjálparfólk í part, og senda Dan Hjelm lista við nøvnunum í seinasta lagi tann 20. november kl 18. Vinarliga spjaðið tíðindini; og bjóðið tykkum annars endaliga fram, um tit hava hug at hjálpa okkum við hesi sera spennandi uppgávu 🙂

Innbjóðing til Odda stevnu 2007

Suðuroyar Svimjifelag bjóðar til Odda stevnu í Vági, nú leygardagin 22. september. Eg veit tíverri ikki so nógv um stevnuna, annað enn at hon sambært Reidari verður fyriskipað so at norðingar kunnu koma suður og norður aftur leygardag, uttan altso at skula sova har ella nakað. Nýggjar tíðir, nú øll verða bleytari og bleytari av teimum mongu tunnlunum.
Continue reading Innbjóðing til Odda stevnu 2007

Suðuroyar Svimjifelag vann ársins fyrstu stevnu

Fyrsta stevna í svimjiárinum 2007-2008 var í Klaksvík nú í vikuskiftinum, har svimjarar úr bólki 3 og eldri møttust at kappast í øllum greinum og á øllum teinum upp til 400 frí. Eitt vikuskifti fylt við áhugaverdum holmgongum millum bestu svimjarar í ymisku bólkunum, og í samlaðu kappingini um at vinna flest heiðursmerki.

GEV GÆTUR! Tað tekur tíverri so mikið langa tíð at fáa fatur á rættari RE-fílu, at eg nú havi valt heldur at rætta heiðursmerkjalistarnar í hesi grein sambært uppteljingunum á tsvim.com, enn at lata mínar skeivu standa.
Continue reading Suðuroyar Svimjifelag vann ársins fyrstu stevnu

Suðuroyar Svimjifelag fingið búmerki

Sum tit kunnu lesa her, so er tað Gunnar Hansen av Toftum sum hevur sniðgivið nýggja búmerki. Tað sýnir ein svimjara sum tekur eitt crawl tak. Nummar tvey og trý í kappingini vórðu Leivur Nygaard av Tvøroyri og Marita í Lágabø úr Vági. Í tíðindunum av tsvim.com síggjast eisini nýggju búnarnir hjá felagnum har suðuri.

Áhugaverdar flytingar í føroyskari svimjing

OK, til tann sum ikki veit av tí, so er nokk so nógv áhugavert komið undan kavi, seinasta mánaðin. SVF hevur í báðum ítróttarsendingum hesa vikuna borið smátíðindi um svimjarar sum hava skift felag, Dimma hevur skrivað okkurt, og tað er eisini hent ymiskt áhugavert hvat venjarum viðvíkur.

3-2 fortaldi mánadagin at Elspa Mørkøre sambært Dimmalætting er flutt til Danmarkar at venja við West Swim Esbjerg, sum er eitt av teimum allarbestu svimjifeløgunum í Danmark. Og í gjár hóskvøld vistu tey at siga, at Kári á Høvdanum er fluttur til Klaksvíkar at venja við Ægir, nú eftir at samstarvið millum FS og Ægir er hildið uppat. Kári hevur annars kappast fyri FS í føroyskum høpi, seinastu árini.

VS og TS eru sum kunnugt sligin saman í Suðuroyar Svimjifelag, við Jón Bjarnasyni sum høvuðsvenjara. Søren Olsen er nú venjari hjá Reka, og í Havn sær tað út til at nýggi fyrstaliðsvenjarin eitur Eivind Eysturoy. Johan Martin Poulsen er høvuðsvenjari í Klaksvík, og á Toftum er undirritaði komin uppí aftur fyrstaliðsarbeiðið, at hjálpa Rúna Gaardbo.

Og har er sikkurt nógv annað áhugavert hent, sum eg annaðhvørt ikki havi fingið við, ella sum vit fyrst frætta alment um í Klaksvík í morgin, tá ið fyrsta stevna í svimjiárinum 2007/2008 byrjar. Eg veit um minst éin av teimum ‘stóru’ svimjarunum sum ikki er byrjaður enn, og hin vegin hevur kanska onkur annar fingið blóð uppá tonnina, nú SSF lokkar við uttanlanda stevnum og NJM á heimabana.

Nú fer freistin at melda til Aqua Clinic

Í morgin 10. september er seinastu kjansur at melda rættstundis til Aqua Clinic 2007, sum í ár verður í Idrættens Hus í Brøndby, 21. – 23. september. Sum er eru tríggir føroyingar tilmeldaðir, men har er ríkiligt pláss til aðrar eisini, innan elituvenjing, svimjiskúla og fyrisiting av svimjifeløgum.

Gev gætur at man faktiskt fær rættiliga nógv skeið fyri luttøkugjaldið, í mun til onnur ár. Tað kostar nevniliga 2600 kr at luttaka uttan mat og innivist, í mun 3100 íroknað innivist á dupultkamari, sum altso merkir at matur og innivist í tveir dagar kostar bara 500 kr. Hartil kemur sjálvsagt flogferðin úr og til Føroya, sum tíverri ger luttøku úr Føroyum eyka kostnaðarmikla.

Skráin hjá elituvenjarum er sum fyrr nevnt ógvuliga áhugaverd í ár, men har er eisini nógv áhugavert til leiðarar og venjarar. Eg kundi til dømis sjálvur væl hugsað mær at hoyrt Stig Eiberg um aftur, tá ið hann fer at siga frá áhugaverda innlæringarháttinum ‘motorisk innlæring’. Vit høvdu hann sum lærara á trenaraskúlanum eina tíð, og tað var avgjørt ein av teimum betru løtunum.

Innbjóðing til Ægir stevnu 2007

Viðfest her er innbjóðing til Ægir stevnu tann 15. – 17. september 2007, fyri svimjarar í bólki 3 og eldri. Byrjað verður við upphiting leygarmorgunin kl 8, og kappast verður so leygarmorgun, leygardag og aftur sunnudag seinnapart. Innbjóðingin skal vera inni í seinasta lagi hósdagin 13. september, og annars eru vanligu reglur fyri svimjistevnur galdandi.