Nólsoyarsvimjingin 2007

Nólsoyingar bjóða til árligu svimjingina yvir um fjørðin, leygardagin 11. august kl 15:30, møta kl 14:30. Í ár kanst tú velja millum at svimja og renna annaðhvørt allan teinin á umleið 4000 metrar, frá niðanfyri hjá radioamatørunum í Havn til heiðursportrið í Nólsoy, ella ein stytri tein á umleið 1000 metrar, frá einum báti út fyri Nólsoy til heiðursportrið.

Hetta er tíggjunda árið at skipað verður fyri svimjing til Nólsoyar. Luttøkugjaldið er 250 krónur, og tú mást hartil sjálv/ur fáa til vega ein rímiligan stóran bát, tvey vaksin hjálparfólk í bátinum, VHF og vátdrakt. Tilmelding fer fram her á triathlon.fo. Sí annars viðfestu innbjóðing frá fyrireikarunum.

Skráin til Aqua Clinic 2007 klár

Tiltikni amerikanski venjarin Richard Quick er høvuðsnavn á árligu donsku svimjiráðstevnuni, sum í ár verður eitt sindur seinni enn vanligt, 21. til 23. september, í Idrættens Hus í Brøndby. Onnur áhugaverd nøvn eru eisini á skránni, og tey hava enntá klárað at fingið prísin eitt sindur niður.

Tiltakið kostar nú 3100 kr fyri vikuskifti við innivist, um man kann finna seg í at búgva á tvey-mans-kamari. Hini nøvnini eru til dømis ársins venjari í Noregi, Stig Leganger Hansen, sum til dagliga venur bringusvimjaran Alexander Dale Oen í Bergen. Danski landsliðsvenjarin Mark Reagan, og ársins venjarar 2006 í Danmark, Bo Jacobsen og Flemming Poulsen. Hartil ein ein áhugaverd røð av fyrilestrum um okkurt konsept tey kalla ATK.

Eg havi her nevnt skránna fyri svimjivenjarar, men har er eisini ein serstøk skrá til leiðarar og instruktørar (tað eru venjarar at børnum í ‘svimjiskúlanum’). Sí viðfestu PowerPoint-framløgu, ella her á svoem.dk.

FINA umhugsar undirvatnskamera

Altjóða svimjisambandið FINA fer at hava ein fund áðrenn HM á stuttbana í Manchester  2008, har tey skulu avgera um undirvatnskamera skulu (kunna) brúkast til døming á stevnuni tá, og á øllum FINA meistarastevnum framyvir. Endamálið er sjálvsagt at kunna síggja betur til dømis ólóglig firvaldaspark í bringuvendingum. Lesið her á SwimmingWorld.

Elspa í finalu til EJM

Elspa hevur svomið seg í finaluna í 50 rygg, við eini fastastiska góðari tið, 30.78, (794 stig) liggur sum nr 7, tað eru bert 0,3 sek til tíðina sum skuldi rokki bronsu.

Sera, sera flott – góða eydnu í finaluni.`

Sum eg tolki úrslitini bleiv Pál nr. 9 í 1500 frí, eisini í sera góðari tíð, 16.11.91.

 

Heri M

Fyrsti dagur á EJM 2007

Sum tit kunnu lesa her av tsvim.com, so hava føroyingar í dag sett 3 nýggj føroysk met á Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Antwerpen, Belgia. Pál Joensen í 400 frí við tíðini 4.06.37, Kári J. á Høvdanum í 100 rygg við 1.00.95, og Elspa Mørkøre í 200 rygg við 2.24.41.Tað røkkur tó tíverri ikki longur enn at tey koma heiðurliga langt upp frá botninum av úrslitalistanum.

SwimmingWorld skrivar her at Dani Gyurta úr Ungarn hevur sett nýtt meistarastevnumet í 200 bringu við tíðini 2.11.10, og russiska Yulia Efimova í 50 bringu við tíðini 31.75. Tit kunnu síggja úrslitini her á heimasíðuni hja EJM 2007, har tey eisini skriva um nýggj met og tílíkt, og vísa myndir frá stevnuni.

EJM 2007 í Antwerpen

Unglingalandsliðið er í Belgia í hesum døgum. Evropameistaraskapi í svimjing fyri juniorar (te. gentur 15 til 16 ár og dreingir 17 til 18 ár) er í ár í Antwerpen.

Føroyar er umboða av 3 ungum damun og 3 ungum harrum.

Úr Havnar svimjifelag er Guðrun Holm Jacobsen. Úr Fuglafjarðar Svimjifelag eru Elspa Mørkøre og Kári J. á Høvdanum. Úr Suðuroyar Svimjifelag eru Mona Simonsen, Pál Joensen og Dánjal Martin Hofgaard.

Guðrun, Mona, Elspa, Kári, Pál og Dánjal Martin

Myndin: fv. Guðrun, Mona, Elspa, Kári, Pál & Dánjal Martin standa uttan fyri Scandic Hotel í Antwerpen.

Kappingin byrjar mikudagin 18 juli kl.09:00 við innleiðandi umførum. Pál Joensen er fyrsti føroyingur sum skal svimja, og er teinurin 400m frí. Síðan skal Kári á Høvdanum svimja 100m ryggsvimjing, Guðrun Jacobsen skal svimja 100m frí og seinasti føroyingur er Elspa Mørkøre sum skal byrja sítt EJM við 200m ryggsvimjing. Mona og Dallin svimja ikki fyrsta dagin, men Tórsdagin eru tey við saman við Pál. Mona svimur tá 400m frí og Dánjal Martin svimur 100m frí. Pál skal út í tann langa 1500m frí.

EJM svimjingin er í 5 dagar, so føroysku unglingarnar fáa úr at gerða. Innleiðandi er hvønn morgun kl.09:00 og semifinalur & finalur eru hvørt kvøld kl.17:00 (te. 08:00 & 16:00 Fø. tíð) Eg skal royna at skriva hvønn dag, men havi lært okkurt frá OYL á Rhodos, so eg lovi ikki nakað 🙂 Okur fara upp hvønn morgun kl.05:15 (Fø. tíð) so tykur kunnu ætla at eg eri troyttur um nakrar dagar, ja og so tey sum skulu svimja sjálvandi 🙂 Pál skal svimja 200m, 400m, 800m og 1500m frí. Mona svimur 200m, 400m & 800m frí. Elspa & Kári svimja 50m, 100m og 200m ryggsvimjing. Guðrun svimur 50m, 100m frí og 50m firvald. Dánjal Martin svimur 50m og 100m frí

EJM er í longum hyli (50m) so akkurát hvat ein skal vanta sær av føroysku svimjarnum er ikki til at siga, men tey komu øll heim frá OYL við min. 1 gullheiðursmerki hvør, uttan Guðrun sum ikki lutók til OYL. Hvat er so eitt gullheiðursmerki frá OYL vert í mun til at koma í eina EJM finalu? Ein kann byrja við at siga Russland við sínum 142.400.000 íbúgvum (Juli 2006) kontra tey OYL lond okur kappast við, tey eru frá gott 30.000 til uml 150.000 íbúgvar. So er Italia, Tysland, Bretland, Spania, Polen, Turkaland fyri bara at nevna nøkur fá. Til EJM skal ein altso svimja nakað betur enn til eitt gjøgnumsnitts OYL fyri at kunna gera seg galdandi. Onkur methaldari frá OYL hevur tó megna at koma í meira enn eina EJM, EM, HM & OL finalu. (um eg minnist rætt) Darren Mew frá Isle of Wight er OYL methaldari í 50, 100 & 200m bringusvimjing. Men Darren var neyvan komin so langt um hann avmarkaði sína svimjing ella sínu mál, til “bert” at vinna gull til OYL. Og tí eru Guðrun, Elspa, Mona, Kári, Pál og Dánjal Martin við til EJM í ár. Okur í føroyskari svimjing vilja meira enn “bert” OYL gull og met. Hettar merkir so ikki, sum so nógv hava sagt, at okur halda okkum vera ov stór ella ov góð til OYL. Okur vunnu ikki alt á OYL, so enn er long leið til at nakar kann siga at okur eru størri enn OYL 🙂

Um okur náa eina Top´16 plasering til EJM á onkrum teini (te. ein semifinala), hevði eg veri ovurfegin, men beint uttan fyri er nú eisini sera flott.

Við svimjuheilsan úr Antwerpen

Jón B.

Tvøroyrar og Vágs svimjifelag leggja saman

Nevndin í Tvøroyrar Svimjifelag og Vágs Svimjifelag hava avgjørt at leggja saman. Nýggja svimjifelagið í Suðuroy eitur fyribils Suðuroyar Svimjifelag. Tvøroyroyar Svimjifelag bjóðar øllum at koma við hugskot til búmerkið og navn til nýggja felagið. Tað skal vera hóskandi at koyra á klæðir, lýsingar, heimasíðu, brævpappír o.s.fr. Tey trý bestu hugskotini fáa ávíkavist 3.000, 2.000 og 1.000 kr. Uppskotini skulla sendast til reisim[kurla]post.olivant.fo áðrenn 20. august, 2007.