Kate Ziegler knúst 19 ára gamla metið hjá Janet Evans

Amerikanska Kate Ziegler setti í gjár nýtt heimsmet í 1500 metrar frí á langbana, tá ið hon á stevnu í Mission Vieho (USA) svam teinin á 15:42.54, ið er heili 10 sekund skjótari enn gamla metið hjá Janet Evans. Splitt-tíðirnar vóru 4:09.87 við 400 og 8:22.57 við 800 metrar. Evans setti sítt í Orlando (USA) tann 26. mars 1988.
Continue reading Kate Ziegler knúst 19 ára gamla metið hjá Janet Evans

Joan Bláfoss nr 3 í DM í triathlon á OL-teininum

Joan Bláfoss vann í dag bronsu í donsku meistarakappingini í triathlon á OL-teininum, sum eru 1500 metrar svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning, ella sami teinur sum nýttur verður á Oyggjarleikum 2007 á Rhodos. Karina Ottesen varð nummar 5, eisini í elitu-bólkinum, meðan Sóley í Eyðansstovu varð nr 1 í aldursbólkinum 25-29 ár.

Úrslitini hjá elituni kunnu síggjast her á Ultimate Sport Index, og tey hjá aldursbólkunum her. Niðanfyri eru listaðar upp tíðirnar hjá teimum 6 skjótastu elitukvinnunum og Sóley:

  Felag Svimjing Skift Súkkling Skift Renning Tilsamans
Helle Frederiksen TRI4 0:19:46 0:55 1:08:07 1:12 0:37:54 2:07:52
Ann B.S. Banke KTK86 0:22:16 1:00 1:08:25 1.43 0:40:34 2:13:56
Joan Bláfoss KTK86 0:24:52 1:23 1:08:59 1:36 0:37:47 2:14:35
Anne Vagner TRI4 0:22:56 1:05 1:11:07 1:19 0:41:11 2:17:37
Karina Ottesen KTK86 0:23:22 1:01 1:10:49 1:33 0:43:00 2:19:42
Gitte Rømer Århus 1900 0:19:48 1:00 1:13:21 1:43 0:44:33 2:20:24
Sóley í Eyðansstovu KTK86 0:26:26 1:59 1:13:13 2:16 0:50:13 2:34:05

Sum fyrr nevnt so er tað torført at samanbera úrslit frá triathlon til triathlon, av tí at teinarnir eru uttandura, og tí ógvuliga skiftandi hvat veður og brekkum viðvíkur. Tær báðar Joan og Karina fingu eisini væl betri tíðir í Haderslev fyri 14 døgum síðani, enn tær nú fingu í Årshus, meðan Sóley faktiskt var væl betri hesuferð.

Men útlitini eru allíkavæl bara heilt hampuliga góð, nú Joan í tveimum kappingum innan 14 dagar hevur klárað betri tíð enn silvur á Oyggjaleikum á Guernsey í 2003, og gull á Isle of Man í 2001.

Um myndir á svimjing.com

Hendan heimasíða hevur tíverri einki skipað myndasavn enn, og fær tað nokk heldur ikki í bræði. Men nú Oyggjaleikir standa fyri durum, og tveir av trimum fyrisitarum av heimasíðuni fara til Rhodos við myndatólum, so leggja vit fyribils myndir her á Flickr-kontini hjá Róki og Lis, so hvørt sum vit fáa høvi til tess.

Tað er ikki tí at tað ikki ber til at gera eina myndaloysn til hesa heimasíðu, men meira tí at eg (Rókur) ikki veit hvørja eg skal velja. Trupulleikin er snøgt sagt, at har finst éin rímiliga góð loysn til skipanina, sum kjarnulimir aftan heimasíðuskipanina siga fer at doyggja út, til frama fyri eina sum eg ikki meti at vera nóg góð enn.

Hartil er tað alt tað prinsipiella, um hvussu eitt slíkt myndasavn skal virka, á eini heimasíðu sum svimjing.com.

Persónliga vildi eg helst at hon var rættiliga frí, so at skilja at øll svimjiáhugaði frítt kundu leggja tær myndir á síðuna, sum tey hildu vera viðkomandi. Og gjarna so lætt sum yvirhøvur gjørligt, við møguleika at senda inn myndir á allar møguligar mátar. Til dømis gjøgnum heimasíðuna, í telduposti, av fartelefonini; og gjarna við okkum uppsendingaramboði eisini, ífall man vil senda upp fleiri í senn.

Men myndir eru jú rættiliga nógv vandamiklari enn tekstur, tá ið tað kemur til hvussu stoytandi tær kunnu vera. Vit risikera jú nógv ógvusligari porno ella hán í myndum enn í teksti. Og tað kann tí væl vera at ein sovorðin skipan ikki kann verða heilt frí til brúkararnar at stýra sjálvi, um vit ábyrgdarar ikki skulu risikera at koma í klemmu við lóg og landaskil.

Men hetta við ljótum myndum er nú ikki tann viktigasta orsøkin til at myndasavnið ikki finst enn, um enn vit sjálvsagt mugu taka støðu til hesar spurningar. Eg kann væl byrja varliga, og so loyva meira og meira. Ella brúka øvutu loysnina, har eg leggi út við at líta á tykkum. Ella seta í verk eina skipan har eingin mynd kemur á síðuna, fyrr enn ein fyrisitari hevur góðkent hana fyrst.

Nei, trupulleikin er sum sagt meira tað, at eg bíði eftir einum greiðum tekni frá teimum sum gera hesa heimasíðuloysn, um hvat mótul er tað rættasta at satsa uppá. Eg havi bíðað leingi, og kann væl bíða eina løtu afturat; tí eg ivist ikki í at hon kemur, ein dag.

Men Oyggjaleikir koma nú óivað áðrenn, haðani eg vænti mær nógvar myndir. Eitt er at eg sjálvur fari at taka nógvar myndir, men Ottar hevur eisini myndatól við, og fer mest sannlíkt eisini at taka eina rúgvu av myndum frá serliga svimjingini.

Konan og eg hava í longri tíð brúkt eina fína loysn kallað Flickr til familjumyndir og tílíkt; og eg havi tí bara gjørt mær ein undirbólk til mínar svimjimyndir har nú, heldur enn at stríðast við at gera eina heilt triðju loysn, meðan vit bíða eftir teirri røttu til svimjing.com. Ein annar bólkur finst so til triathlon-myndir, og ein triðja til alt av Rhodos.

Ein heilt annar spurningur er, hvussu tað fer at gangast okkum at fáa myndir upp á alnetið, frá Rhodos av. Okkara íbúð hevur mær vitandi ikki alnetsamband, og hartil verða vit meira ella minni upptikin frá morgun til myrkurs, av at hyggja at svimjing og súkkling og øðrum, og venja triathlon og so framvegis. Kanska finna vit onkra alnet-café í Rhodos býi, ella sleppa til eitt tráðleyst samband hjá SVF, ella okkurt tílikt. Ella kanska vit mugu bara bíða til vit koma heim aftur.

Men tað er púra vist, at allar borðbærar myndir frá Oyggjaleikum av koma upp á hasa Flickr-konto, fyrr ella seinni 🙂

Forrestin – um nakar hevur nakrar svimjimyndir sum viðkomandi kundi hugsað sær at fingið á hasa Flickr-kontoina, so setið tykkum endiliga í samband við meg (Rók). Vit hava óavmarkað pláss til myndir har, aftur fyri at gjalda nakrar fáar hundrað krónur um árið.

Johan Martin Poulsen nýggjur høvuðsvenjari hjá Ægir

Kunningarskriv frá svimjifelagnum Ægir:
 
Svimjifelagið ÆGIR hevur sett nýggjan høvuðsvenjara til kappingarárið 2007/2008

Nýggjur høvuðsvenjari verður Johan Martin Poulsen úr Saltangará og byrjar hann sum venjari 1. august 2007

Johan Martin er 27 ára gamal, hann hevur drúgvar royndir sum venjari hjá fleiri svimjifeløgum kring landið og hann hevur tikið fleiri venjaraskeið hjá Dansk Svømmeunion.

Johan Martin skal venja 1. & 2. lið og annars vera við til at samskipa venjingina fyri allar kappsvimjarar hjá ÆGIR

Við svimjikvøðu

ÆGIR

Síðsta freist at søkja venjarastarv í Ægir er í dag

Síðsta freist at søkja høvuðsvenjarastarvið hjá Ægir er í dag 12. juni.

Ægir fer skjótast gjørligt at almannakunngera nýggja høvuðsvenjaran sum kemur at taka sær av 1. & 2. liði og annars kemur at samskipa venjingina hjá felagnum.

Nýggi venjarin byrjar í starvinum 1. august 2007

Onkur umsókn er komin til venjarastarvið og síðsta freist at søkja er í kvøld aðrenn miðnátt.

Heilsan:

Nevndin í svimjifelagnum Ægir