Nakar sum umhugsar Bergen ?

Bergen Swim Festival, 4. – 6. mai 2007, sum er vikuskiftið eftir FM. Ein minicruise við hotelluppihaldi og morgunmati kostar vist nokk 2.638 krónur (um eg havi fatur á rætta tíðarskeiði har), men svimjarar kunnu sikkurt fáa tað bíligari við at droppa hotellið og heldur brúka tilboðið frá Festivalinum um yvirnátting fyri 100 (norskar) kr, morgunmat fyri 50 og frokost og náttverða fyri 80.

Eg vildi persónliga elskað at farið við sum áskoðari, um nakrir av okkara góðu svimjarum fóru yvir at buka norðmennirnar av 🙂

Ian Crocker um kolldømingina sunnudagin

Ian Crocker kolldømdi sum kunnugt 4 x 100 blandað stafettina hjá USA á HM í Melbourne seinasta sunnudag, og oyðilegði harvið møguleikan hjá Michael Phelps at vinna metnógv gullheiðursmerki á éinari stevnu. Á blogginum hjá sær á SwimRoom.com lýsir hann nú støðuna hjá sær sum at hava fingið eitt arr afturat at liva við.
Continue reading Ian Crocker um kolldømingina sunnudagin

Innbjóðing til FM 2007

SSF bjóðar aftur í ár til FM-stevnu í svimjing sum verður í svimjihølluni í Gundadali í Tórshavn í døgunum  27., 28. og 29. apríl 2007.

Øll ið hava svomið bronsunálatíð (305 stig ella meira) í 25 ella 50 metra hyli eru hjartaliga vælkomin at luttaka.

Tað er enn óvist um Sjónvarp Føroya sendir beinleiðis frá kappingini.
Continue reading Innbjóðing til FM 2007

Ikki lætt at vera suðurafrikanskur toppsvimjari

Heimsmethaldarin Roland Schoeman og tveir aðrir av teimum sum vunnu 4×100 frí OL-gull í Athen 2004, fáa ikki fíggjarligan stuðul frá svimjisambandi sínum til at ferðast heim at svimja á suðurafrikansku meistarastevnuni, og verða tí ikki undan-úttiknir til OL í Beijing 2008. Harvið missa teir møguleikan at luttaka við landsliðnum á venjingarlegum og altjóða svimjistevnum, umframt at í øllum førum Schoeman missur tann studning sum hann fær frá svimjisambandinum til at venja í USA. Inntil august næsta ár, tá ið teir aftur fáa kjans at kvalifisera seg.
Continue reading Ikki lætt at vera suðurafrikanskur toppsvimjari

Sloveni svomið Amazon-ánna á tamb uppá 65 dagar

Puha, 5.265 kilometrar eftir 65 døgum, ella umleið 81 kilometrar um dagin. Martin Strel úr Slovenia hevur svomið Amazon-ánna á tamb, millum hávar og krokodillur, anaconda-kvalaraslangur og piratfiskar. Hann stríddist við krampa og høgum blóðtrýsti, svøvnloysi, larvuinfektiónir, konstant svøvnloysi og gnaddsár frá vátdraktini. Lisið í Ekstra Bladet

Í Wikipedia stendur at hann eisini hevur svomið Donau, Mississippi og Yangtze áirnar á tamb, umframt aðrar meira ókendar. Hann ætlar sær tó ikki at svimja Níl-ánna á tamb, tí hon eftir hansara tykki bara er ein løkur í mun til t.d. Amazon-áina.

Okkurt petti á túrinum máttu tey stoyta blóð í (Amazon) ánna, fyri at distrahera piratfiskar og hávar. Hann varð eisini raktur av eini 4 metrar høgari flóðaldu á túrinum. Til ber at lesa nógv meira um Martin Strel, og síggja myndir og video og tílíkt, á heimasíðuni www.amazonswim.com

Kina ringasta úrslit í 15 ár

Kinesiski landsliðsvenjarin Zhang Yadong sigur at hann fer ikki at mótmæla, um stjórarnir hjá honum loysa hann úr starvi, nú eftir ringa úrslitið í Melbourne. Tað varð einans til éina silvur og éina bronsu á HM, sum er ringasta úrslit hjá Kina í 15 ár. Landsliðsvenjarin heldur orsøkina vera avoldaðar venjingarhættir, og loysnin skal tí verða at fáa útlendskar venjarar til Kina, umframt at senda kinesiskar svimjarar uttanlanda.

Sum dømi nevnir 400 metur svimjarin Zhang Lin, at hann og koreanski Tae-Hwan Park vóru líka góðir, inntil Park fór til Avstraliu at venja. Park vann sum kunnugt gull í 400 frí og bronsu í 200 frí í Melbourne. Eitt annað dømi er Wu Peng, sum vann silvur langt eftir Michal Phelps í 200 firvald. Hann fer næsta mánaða til USA at venja saman við Phelps, fyri at læra.

Hetta við at fara til USA er veruliga blivið gongda leiðin hjá heimsstjørnunum í dag. Sat og hugdi at upptøkuni frá Melbourne í gjár (runt teir 200 firvald hjá Phelps), og fangaði tilfeldigvís at kommentatorarnir nevndu at breiddin ‘sum teir høvdu spátt frammanundan’ varð blivin nógv størri í dag. Haldi tað var í teimum 200 frí hjá kvinnum, har so gott sum øll finalan var evropeisk. Tá forkláraðu teir hesa gongdina við, at fleiri og fleiri svimjarar fóru til USA at svimja á college.

Her eru upprunatíðindini á swimnews.com

Speedo og onnur heiðra Michael Phelps

Speedo hevur eina heilsíðulýsing við Phelps í mest lisnu avísirnar í USA í dag, “USA Today” og “New York Times”. NBC kallar hann “the greatest athlete on the planet”, ESPN.com sigur at hansara bragd var “the greatest swim performance ever”, og Yahoo kallar hann “the person of the week”.

Speedo hevur enntá eitt heilt avsnitt í nethandli sínum á www.speedousa.com, har man kann keypa ta kappingar- og venjingarútgerð sum Phelps brúkar. Alt frá kappingardrakt til blusu, ryggsekk, hondplátur og fitjur. Og tey hava lagt video av teimum 7 gullheiðursmerkjunum og 5 einstaklinga-heimsmetunum hjá honum her, online á heimasíðuni.
Continue reading Speedo og onnur heiðra Michael Phelps

SSF skipað fyri skeið í merkjaskipanini

Seinastu 4 dagarnir hava 4 venjarar og 1 svimjisambandsumboð verið á skeið í norsku merkjaskipanini, at læra at læra onnur um skipanina.  Skeiðið vísti seg at verða sera áhugavert, serliga tí at undirvísarin var so royndur sum instruktørur og venjari, líka frá vatntilvenjing til landslið, umframt at hava hollar royndir innan svimjisambandsarbeiði.

Tey sum luttóku vóru øll úr FLOT, við tað at hetta felag tíverri er tað einasta sum veruliga tók merkjaskipanina til sín, tá einaferð fyri 10 árum síðani. Við høvuðsvenjaranum Rúna Gaardbo á odda, við tað at hann um nakar umboðar merkjaskipanina í Føroyum. Afturat honum vóru so Pálin og Halda Olsen, umframt undirriitaði, sum í dag venja viðkomandi nýggjar svimjarar í FLOT. Hartil luttók Jórun Eið úr Skeggjum eisini, sum umboð fyri SSF.

Undirvísarin var 65 ára gamli Per Irgens úr Noregi, sum hevur roynt so gott sum alt innan svimjiundirvísing. Einaferð ein succésríkur svimjivenjari í Grimstad, sum hevði upp til 11 landsliðssvimjarar í senn hóast býurin bara hevur einar 12.000 innbúgvarar og stórar grannar. Seinni knýttur at landsliðnum, sum venjari, fysioterapeutur og sikkurt svimjisambandsumboð eisini. Royndi í nøkur ár við stórari eydnu at reka sín egna svimjiskúla, sum hann so meira ella minni livdi av at hava. Hevur í dag mest skeið í merkjaskipanini og lívbjarging, umframt at vera norskur frásøgumaður hjá Eurosport.

Og so hevur hann ikki minst skrivað nýggju bókina “Slik lærer du å svømme” saman við tiltikna Ørjan Madsen, sum í dag er sports-chef hjá týska svimjilandsliðnum. Hendan bók greiðir sum navnið sigur frá fyrstu fasunum í svimjiskúlanum, og er fyrsta fyrsta av trimum grundbókum hjá norska svimjisambandinum.

Skeiðið skuldi kanska mest vera um sjálva merkjaskipanina, men varð skjótt um hvussu man byggur upp og rekur ein slíkan skúla, umframt at vit sjálvsagt fingu góð ráð og leiðbeining í hvussu man lærir børnini grundleggjandi evnini: Vatntilvenjing, kaving, flóting, glíð og framdrift. Hareftir fóru vit víðari til einstøku svimjigreinarnar og vendingar.

Skeiðið var sum heild ógvuliga drúgt men áhugavert. Vit vóru á skeið frá kl 9 til 18 mánadag, 9 til 18:30 týsdag og 9 til 18:30 mikudag, umframt eina løtu í morgun eisini (frá 9 til 12). Bara í gjár vóru vit í hylinum 4 ferðir, í umleið 6 tímar tilsamans. Hann hevur yvirhøvur nógv góð fiff, og vónandi finna vit 5 so útav at geva lærdómin víðari, nú gongd skal koma á at læra onnur um skipanina eisini.

Per biður forrestin heilsa, at tey løgdu merki til føroyingarnar á HM í Melbourne. Norska svimjisambandið hevði sum krav at landsliðssvimjarar skuldu annaðhvørt betra seg ella (um tey eru á heimsstøði) í øllum førum svimja upp til sítt besta. Hetta kláraðu tey vist nokk so dánt, men Per heldur at føroyingarnir slógu í øllum førum øll tey norðurlendsku londini í betringum. Har vóru jú bara trý føri har føroysku svimjararnir ikki settu bestu tíð. Og hartil helt hann at støðið var ógvuliga høgt hjá føroyingunum.

Per Irgens skal forrestin vera speakari á internationala svimjistevnan Bergen Swim Festival, sum verður í Bergen 5. – 6. mai 2007, eina viku eftir FM, og sum eg fyrr havi skrivað um her. Hann sær sjálvsagt gjarna at vit senda nakrar av okkara góðu svimjarar yvir har tá, at seta okkum í enn meira í respekt millum norðmenn. Alexander Dale Oen burdi verið har tá, við tað at hann venur í Bergen til dagliga (norðurlendskur methavari í bringusvimjing hjá monnum, sum tíverri ikki náddi nakað heiðursmerki í Melbourne, hóast hann svam 3. bestu tíð yvirhøvur).

Tríggir teir síðstu dagarnir á HM

Sum nevnt so steðgaði heimasíðan her eitt sindur upp í vikuskiftinum, vegna svimjistevna í Klaksvík. Eg má tí heldur skunda mær at draga saman um hesar seinastu dagarnar, har Pál svam flott føroyskt met í 1500 frí, meðan Hackett ikki kláraði at vinna sítt fimta HM í somu grein á rað, og Phelps mátti síggja vónirnar um 8 gullheiðursmerki fara uttan at hava nakra ávirkan á tað sjálvur.

Pál svam teir 1500 frí á 16:23.56 sum var meira enn 10 sekund skjótari enn gamla metið. Harvið settu føroysku svimjararnir 6 føroysk met, og svumu faktiskt bestu tíðir í allarflestu kappingum. Øll fýra settu føroyskt met, og sum heild er hetta óvanliga flott klárað av teimum øllum, umframt av teimum sum vóru teimum til hjálpar.

Kap. Dagf. Grein Riðil Geil Svimjari Tilm.tíð Úrslit Gev gætur
2 25/3 400 frí 3/10 5 Pál Joensen 4:10.76 4:08.40 Føroyskt met
5 25/3 400 fri 3/9 7 Jutta Thomsen 4:36.52 4:36.15
5 25/3 400 frí 3/9 1 Mona Simonsen 4:40.94 4:34.47 Persónligt met
10 26/3 200 frí 5/15 7 Pál Joensen 1:59.41 1:59.82
16 27/3 200 frí 3/14 7 Jutta Thomsen 2:16.01 2:10.81 Føroyskt met
16 27/3 200 frí 4/14 8 Mona Simonsen 2:17.28 2:12.45 Persónligt met
17 27/3 800 frí 2/6 8 Pál Joensen 8:49.89 8:30.31 Føroyskt met
19 28/3 100 frí 6/22 4 Kristian Olsen 55.55 54.43 Føroyskt met
19 28/3 100 frí 8/22 2 Pál Joensen 56.43 55.07 Persónligt met
22 29/3 100 frí 5/18 8 Mona Simonsen 1:04.33 1:03.01 Persónligt met
28 30/3 50 frí 7/24 6 Kristian Olsen 24.56 24.65
28 30/3 50 frí 14/24 8 Pál Joensen 26.88 26.03 Persónligt met
29 30/3 800 frí 2/7 3 Jutta Thomsen 9:33.64 9:32.79 Persónligt met
29 30/3 800 frí 2/7 6 Mona Simonsen 9:35.39 9:18.65 Føroyskt met
36 31/3 1500 frí 4/7 5 Pál Joensen 16:33.14 16:23.56 Føroyskt met

Hvat heimsstjørnunum viðvíkur, so vórðu seinastu dagarnir eisini áhugaverdir. Svenski veteranurin Therese Alshammar vann gull í 50 firvald (setti CR í semifinaluni), og silvur í 50 frí (hon er fødd í 1977, altso eini 30 ár nú), og landsmaðurin Stefan Nystrand vann bronsu í 50 frí. Michael Phelps vann á Ian Crocker í 100 frí. Kate Ziegler vann á Laure Manaudou í 800 frí. Avstralska kvinnustafettin í 4×100 blandað setti heimsmet. Amerikansku Michael Phelps og Katie Hoff setti bæði heimsmet í 400 blandað.

Og sjokk/gølur vóru eisini. Kamphanarnir Grant Hackett og Larsen Jensen nyttaðu báðir einki tá ið tað kom til stykkis, hóast spádómurin hjá Hackett varð til veruleiki, at 7 fóru undir 15 minuttir í 1500 frí. Ian Crocker diskaði amerikansku stafettina í 4 x 100 blandað, sum gjørdi at Michael Phelps harvið ikki kundi náa tey metnógvu 8 gullheiðursmerkini.

Men sum heild man hetta hava verið eitt heilt serligt HM, bæði fyri føroyingar og fyri heimin sum heild. 6 føroysk met og eini 15 heimsmet, umframt ein rúgva av ‘championship records’ (CR- besta tíð svomin á einum HM). Ein einastandandi Michael Phelps, sum tangeraði metið hjá Mark Spitz ,og vegna sítt fjølbroytni verður hildin at hava framt eitt tað størsta bragdið nakrantíð.

Soleiðis vórðu seinastu heiðursmerkini býtt:

Leygardag

50 firvald kvinnur

  1. Therese Alshammar (SWE), 25.91
  2. Danni Miatke (AUS), 26.05
  3. Inge Dekker (NED), 26.11

50 frí menn

  1. Benjamin Tobriner-Wildman (USA), 21.88
  2. Cullen Jones (USA), 21.94
  3. Stefan Nystrand (SWE), 21.97

200 rygg kvinnur

  1. Margaret Hoelzer (USA), 2:07.16 (CR)
  2. Kirsty Coventry (ZIM), 2:07.54
  3. Reiko Nakamura (JPN), 2:08.54

100 firvald menn

  1. Michael Phelps (USA), 50.77
  2. Ian Crocker (USA), 50.82
  3. Albert Subirats Altes (VEN), 51.82

800 frí kvinnur

  1. Kate Ziegler (USA), 8:18.52 (CR)
  2. Laure Manaudou (FRA), 8:18.80
  3. Hayley Piersol (USA), 8:26.41

4 x 100 blandað kvinnur

  1. Avstralia, 3:55.74 (WR)
  2. USA, 3:58.31
  3. Kina, 4:01.97

Sunnudag

50 rygg menn

  1. Gerhard Zandberg (RSA), 24.98
  2. Thomas Rupprath (GER), 25.20
  3. Liam Tancock (GBR), 25.23

50 bringa kvinnur

  1. Jessica Hardy (USA), 30.63
  2. Leisel Jones (AUS), 30.70
  3. Tara Kirk (USA), 31.05

400 blandað menn

  1. Michael Phelps (USA), 4:06.22 (WR)
  2. Ryan Locthe (USA), 4:09.74
  3. Luca Marin (ITA), 4:09.88

50 frí kvinnur

  1. Lisbeth Lenton (AUS), 24.53
  2. Therese Alshammar (SWE), 24.62
  3. Marleen Veldhuis (NED), 24.70

1500 frí menn

  1. Mateusz Sawrymowicz (POL), 14.45.94
  2. Yury Prilukov (RUS), 14:47.29
  3. David Davies (GRB), 14:51.21
  4. Larsen Jensen (USA), 14:52.98
  5. Federico Colbertaldo (ITA), 14:56.22
  6. Craig Stevens (AUS), 14:59.11
  7. Grant Hackett (AUS), 14:59.59
  8. Erik Vendt (USA), 15:07.76

400 blandað kvinnur

  1. Karie Hoff (USA), 4:32.89 (WR)
  2. Yana Martynova (RUS), 4:40.14
  3. Stephanie Rice (AUS), 4:41.19

4 x 100 blandað menn

  1. Avstralia 3:34.93
  2. Japan, 3:35.16
  3. Russland, 3:35.51