2 nýggj met á 3. degi av HM

Sum tit kunnu lesa á ssf.fo, so hava føroyingarnir svomið øgiliga væl í nátt. Jutta Thomsen setti nýtt føroyskt met í 200 frí við tíðini 2:10.81 (tilmeldingartíð 2:16.01), sum var 10. besta tíð hjá gentum í hennara aldursbólki. Pál Joensen setti nýtt føroyskt met í 800 frí við tíðini 8:30.31 (tilmeldingartíð 8:49.89), sum varð eitt 8. pláss í hansara aldursbólki. Og Mona Simonsen svam eisini nóg gott til at vinna sín riðil við tíðini 2:12.45 (tilmeldingartíð 2:17.28).

Tae Hwan Park ætlar sær at vinna 1500 frí

Uha tit báðir, Hackett og Jensen. Ungi suðurkoreanin Tae Hwan Park kløkkaði øll í gjár við at vinna teir 400 frí á Grant Hackett og restini; men nú sigur 17-ára gamli drongurin sjálvur her, at hann miðjar meira móti 1500 enn 400 frí ! Hackett hevur gott nokk sagt, at hann væntar at einir 6-7 fara undir 15 minuttir. Og hann burdi kent Park, við tað at hesin til dagliga venur í Avstralia. Men Jensen stakkalin, hann fær óivað úr at gera við at hyggja til høgru og vinstru.

Danska Lotte Friis setti norðurlendskt met í 1500 frí

Ekstrablaðið skrivar her at ‘følelserne sad udenpå’ Lotte Friis, eftir at hon hevði svomið ein framúr 1500 metur í innleiðandi í morgun. Hon svam teinin á 16:09.39, sum er nýtt norðurlendskt met og eitt 16. pláss á ‘alle tiders verdensrangliste’ (tað man merkja okkurt a la at hon 16. skjótasti 1500 metra svimjari nakrantíð). 1500 frí er ikki OL-grein, men hon svam eisini teir 800 so skjótt, at hon við tíðini 8:34.26 var undir kravtíðina til OL við 2 sekundum.

Videobrot á Eurosport.com og YouTube

Eurosport.com hevur eitt áhugavert mediasavn her, har man í løtuni kann síggja “all the action from day two of the World Championships in Melbourne” og “Highlights from the morning session on day two when VDH set the fastest qualifying time in the men’s 200m freestyle heats”. Ikki so galið, um man ikki hevur atgongd til fylgisveinasendingarnar.

Bartal sendi mær eisini leinki í morgun til video á YouTube, har man til dømis her kann síggja 17 ára gamla Tae Hwan Park vinna gull í 400 frí hjá monnum við einum øgiligum endaspurti, og her kann síggja ymiskt sum onkur portugisi hevur lagt upp á alnetið. Til ber eisini at finna video, við til dømis at leita eftir “Fina World Championships 2007” á Google Video.

Eisini ‘live’ á eurosport.com

Heimasíðan hjá Eurosport hevur eisini eitt slag av ‘live’ sending frá svimjingini í Melbourne, har tey skriva smáar tíðindastubbar her so hvørt sum svomið verður. Tíverri bara tekstur, uttan ljóð ella mynd, og spurningurin er tí um ikki Omega Live Timing er betra loysnin, við tað at man har sær úrslitatalvuna við starttíð og millumtíðum hjá øllum svimarum, ‘live’. 

Finalurnar eru í gongd beint nú, har Brendan Hansen til dømis akkurát vann á Kitajima í 100 bringu, meðan norðmaðurin Alexander Dale Oen tíverri følnaði fullkomiliga eftir at hava verið nummar 3 í vendingini. Hann varð nummar 8 av 8 í finaluni, sum ikki kann vera annað enn bitturt, tá ið man hugsar um at hann í innleiðandi svam skjótari enn tann sum her vann HM-bronsu.

Nathalie Coughlin man vera næstan líka skuffað eftir sínar 100 firvald, sum hon førdi inntil teir síðstu 25 metrarnar. Hon fekk gott nokk eitt heiðursmerki, úr bronsu, meðan avstralsku Libby Lenton og Jessicah Schipper fóru við gull og silvur.

50 firvald hjá monnum vann suðurafrikanski Roland Schoeman á Ian Crocker, meðan danski Jacob Andkjær fekk bronsu. Woohoo Danmark! Svenski veteranurin Lars Frölander varð einans nummar 7 av 8, so hansara tíð man nú endiliga vera við at vera av, eftir at hann hevur verið á toppinum í eina svimjiøld.

200 blandað hjá kvinnum vann Kathy Hoff úr USA á Kirsty Coventry úr Zimbabwe og Stephanie Rice úr Avstraliu. Danska Julie Hjorth-Hansen varð her nummar 5, sum eisini má sigast at vera nokk so gott (í øllum førum í mun til stakkals Oen).

Viðvíkjandi tíðum, so tykist hylurin tíverri ikki at vera heilt so skjótur sum fólk væntaðu og ynsktu. Ella eru svimjararnir ikki heilt so væl fyri sum ætlað. Tí inntil víðari seta tey ‘bara’ meistaraskapsmet, uttan at nakar fer við teimum lovaðu 140.000 krónunum fyri (hvørt) heimsmet.

Tekur nakar uppá video ?

Ella enn betur: DVD? Eg vil ikki uppfordra til ólógligheitir her, men man sær altso føroyingarnar á Eurosport um náttina, og tað er tí gull vert at fáa hetta á goymslu. Til eftirtíðina og sum svimjisøgu og so framvegis. Bartal tók 200 frí hjá Pál uppá DVD í nátt; men man sær tíverri illa Pál, av tí at hann svam á geil 8 og varð nr 4 í riðlinum, har Eurosport bara nær at fáa ‘close-up’ av nr 1. Sunnunáttina sá man sikkurt bæði Pál og Monu, men tá tóku vit ikki uppá :”-S

Broyting SUM

30-03-07 fríggjadagur

Upphiting byrjar kl 18:00 og kappingin byrjar kl 19:30
Venjarafundur verður kl 18:10 og hjálparfólkafundur kl 18:20
Møtið stundisliga til fundirnar
Svomið verður fríggjakvøldið til kl 22:00

vóna at tey sum ikki kunnu verða til venjarafundin ikki hava broytingar  (suðuroyingarnir)
og tey 6 hjálparfólkini sum koma við Smyrli fáa uppgávur áðrenn tey koma í høllina, so byrjað verður kl 19:30

vh
dan hjelm Continue reading Broyting SUM

Nakar sum kann skriva ?

Eg verði tíverri rættiliga upphongdur av arbeiði og føðingardegi o.t. í øllum førum fram til mikudagin, og fái tí illa skrivað frá svimjingini í Melbourne. Í øllum førum ikki fyrr enn einaferð seint um kvøldið. So um onkur annar hevur tíð og hug at skriva her, eru tey meira enn vælkomin. Tað krevur ikki annað enn at tú stovnar teg sum brúkara, ritar inn og velur ‘Stovna innihald’ í síðubjálkanum til vinstru, fyri síðani at velja ‘Frásøgn’.

Manaudou vil undir 4 í 400 frí

Nógv verður tosað um Michael Phelps í hesum døgum, og um hvussu vítt hann verður fyrsti svimjari sum vinnur 8 gull á HM. Men hansara skrá er lítið av miklum í mun til tær 9 tilmeldingarnar hjá fronsku Laure Manaudou, sum við innleiðandi og semifinalum kann viðføra at hon hesar sjey dagarnar skal svimja kappast 7450 metrar tilsamans.

Hon hevur longu vunnu teir 400 frí í dag, í eini tíð sum hon bestemt ætlar sær at betra um seinni. Segði her í vikuni, at hon fór ikki at umhugsa at gevast við svimjingini fyrr enn hon svam undir 4 minuttir í 400 frí. Hon er eisini rættiliga vís í at vinna teir 800 frí, um ikki Otylia Jedrzejczak klárar at koppa henni. Og so eru tað 200 frí og 1500 frí, umframt 50 og 100 rygg, og stafettir.

Tit kunnu lesa um ætlanir hennara her á eurosport.com og her á swimnews.com. Laure Manaudou er forrestin ein øgilig gella, sjálvt eftir fronskum mátistokki. Tá ið fjølmiðlarnir ikki skriva um hennara brøgd – sum til dømis at hon í fjør tók 18 ára gamla heimsmetið hjá Janet Evans í 400 frí – so er tað um hvussu hon klandrast við venjarar og svimjisamband, ella bara vinnur í italienskari svimjihettu tí at sjeikurin er haðani.

So er svimji-HM byrjað

HM byrjaði fyri einari viku síðani, við kaving og synkronsvimjing og tílíkum; men nú eru so okkara slag av svimjing byrjað. Á OMEGA Live Timing ber til at fylgja við tíðunum so hvørt sum svomið verður, við tilskilan av reaktiónstíðum og sikkurt millumtíðum eisini, tá ið tey koma til at svimja annað longri enn hesar fyrstu 100 firvald.

Sá, nú svam Pál Joensen sum fyrsti føroyingurin. 400 frí í riðli 3 í kapping 2. Seedaður sum nummar 3 í riðlinum. Tilmeldingartíð 4:10.76. Reaktiónstíð 0.77 (triðbest). 28.47 (nr 2), 59.37 (nr 1), 1:30.60 (nr 1), 2:02.79 (nr 1), 2:34.84 (nr 1), 3:06.75 (nr 1), 3:38.56 (nr 2), 4:08.40 (nr 1). Pál vann riðilin og betraði sína tíð við 2.3 sekundum, so tað byrjar bara OK 🙂

Pál, Mona og Jutta svumu 400 frí hendan fyrsta morgunin. Úrslitið varð at Pál sum omanfyri nevnt svam teir 400 á 4:08.40, sum er nýtt føroyskt met. Hann var tilmeldaður sum nr 62 av 83 men endaði sum nummar 52 av 76 (fýra munnu hava meldað frá áðrenn kapping, og 3 møttu ikki á kantinum). Sí úrslitalistan fyri 400 frí innleiðandi hjá monnum her.

Jutta Thomsen hevði tíðina 4:36.15, sum er næstan 5 sekund frá hennara egna føroyska met á 4:31.38 (sí ssf.fo), men tó betri enn hennara tilmeldingartíð á 4:36.52. Mona Simonsen vann á Juttu við 4:34.47 sum var væl betri enn hennara tilmeldingartíð á 4:40.94. Í plasering fluttu báðar seg fram (Jutta frá 58 til 49 og Mona frá 59 til 46), men eisini her vóru nokk so nógv sum ikki svumu av teimum upprunaliga tilmeldaðu (73 vóru á startlistanum, 6 meldaðu síðani rættstundis frá, og tvær møttu ikki á kantinum, so at veruliga talið á luttakarum varð 65). Sí úrslitalistan her.

Tey bestu eru tó øgiliga sterk í mun til føroyingarnar. Éitt er at teir fýra skjótastu mennirnir svimja undir 3:47, og sostatt høvdu verið um eina longd framman fyri Pál, um teir svumu í sama riðli. Men tær átta skjótastu genturnar svumu eisini skjótari, hóast øll hesi fremstu munnu hava spart seg í innleiðandi svimjingini.

Finalurnar í 400 frí hava longu verið svomnar, og úrslitið varð at koreanski Tae Hwan Park við tíðini 3:44.30 vann á Oussama Mellouli og Grant Hackett (heimsmetið eigur Ian Thorpe við 3:40.08), meðan franska Laure Manaudou sum væntað vann á Otylia Jedrzejczak og japonsku Ai Shibata 4:02.61 (heimsmetið eigur Manaudou við tíðini 4:02.13).

Tit finna allar úrslitalistar her, so hvørt sum svomið verður. Eurosport skrivar um 17 ára gamla Tae Hwan Park her, at hann var nr 4 í síðstu vending men vann kappingina við einum øgiligum spurti, og harvið fyrsta HM-gull nakrantíð til Korea. Grant Hackett var forsvarandi meistari, men har er ikki alt sum ætlað… Eurosport skrivar her at hann mundi ikki komið við í finaluna.

Amerikanarar munnu hava verið eitt sindur skuffaðir har á 400 metrum, við tað at hvørki Klete Keller ella Peter VanderKaay, Kathryn Hoff ella Kate Ziegler megnaðu at vinna nakað heiðursmerki yvirhøvur. Eisini man tað stressa, at japanski Kosuke Kitajima bæði í innleiðandi og semifinalu vann á heimsmethaldaranum Brendan Hansen, sum einasti ið kom undir 1 minutt (forrestin ØGILIGT her, at norski Alexander Dale Oen fekk triðbestu tíð á 1:00.69 í semifinaluni… HEJA NORGE!!).

Suðurafrikanski Roland Schoeman varð eisini skjótari enn amerikanski Ian Crocker í semifinaluni. Avstralsku genturnar vunnu á USA og Niðurlond í 4 x 100 frí. Men Michael Phelps kann hinvegin gleðast um at hava fingið fyrsta gull um hálsin, av teimum ætlaðu met-nógvu 8, tá ið hann saman við Neil Walker, Cullen Jones og Jason Lezak vann 4 x 100 frí hjá monnum.