Møguliga seinastu Oyggjaleikir hjá SSF

IGA logoÍ samrøðu í Útvarpi Føroya í gjár, nevndi formennirnir hjá Flogbóltssamband Føroya og Svimjisamband Føroya møguleikan fyri at gevast við luttøku á Oyggjaleikum, hóast góð úrslit. Hetta serliga tí at luttøkukostnaðurin bara veksur, so at Flogbóltssambandið til dømis mátti gjalda 400.000 krónur fyri luttøku á Oyggjaleikunum í Hetlandi; hóast teir leikirnir kanska áttu at verið teir bíligastu, tá ið man hugsar um frástøðuna úr Føroyum.

Continue reading Møguliga seinastu Oyggjaleikir hjá SSF

svimjing.com á alnetið

Vælkomin til hesa nýggju føroysku heimasíðu um svimjing. Sum tað í løtuni stendur á forsíðuni, so er endamálið við heimasíðuni at gera tað lættari hjá føroyingum at frætta frá og samskifta um svimjing, í vón um at hetta kann styrkja um áhugan hjá fjølmiðlum og føroyingum sum heild fyri hesum frálíka ítrótti.

Harða kjarnan aftanfyri heimasíðuna eru Ottar í Hjøllum og Bartal Højgaard, umframt undirritaði Rókur í Jákupsstovu. Við mær sum ábygdara, við tað at eg eigi heimasíðunavnið svimjing.com, ambætaraplássið á Dreamhost, og flestu rættindi sum ‘admin’. Vit hava til nú staðið fyri heimasíðuna flot.info hjá Svimjifelagnum FLOT, men eru komnir eitt sindur í eina trongstøðu, við tað at vit har skriva skiftivís subjektivt fyri FLOT og meira objektivt fyri føroyska svimjing sum heild. Við tí úrsliti, at lesarar hava ilskast skiftivís um at vit vóru og ikki vóru lokalir. So nú hugsa vit at tað er betri at skifta millum tveir hestar, enn at royna at ríða á báðum í senn.

Hartil vóru aðrar orsøkir til at skifta, so sum at verandi heimasíðuskipan á flot.info hevur ávísar irriterandi avmarkingar, samstundis sum hendan virkar at vera ógvuliga góð, og vit hartil gjarna vilja koma eitt sindur úr skugganum av Svimjifelagnum FLOT. Alt heimasíðuarbeiði hjá okkum hevur til nú verið fullkomiliga frívilligt og ólønt, og verður tað mest sannlíkt eisini í framtíðina. Men tá ið man skrivar á eini heimasíðu sum eitt ítróttarfelag leggur navn til, so sigur tað seg sjálvt, at tað er neyðugt at leggja ávísar bindingar á seg, fyri ikki at ganga ímóti áhugamálunum hjá felagnum. So sum at skula skriva um FLOT-svimjarar, og ikki tala at viðurskiftum sum kann fáa FLOT og/ella FLOT-svimjarar í klemmu. Og lat tað verða sagt, at vit ongar ætlanir hava um at rýma frá heimasíðuni FLOT fyri tað… hon verður bara enn meira subjektiv 🙂

So sum man sigur: Her á svimjing.com avgera vit tríggir (og serliga eg) hvat sum er vert at skriva um, og hvat sum ikki má skrivast um. Ætlanin er ikki at hetta skal blíva tann rokmikla heimasíðan sum ‘niðurbrýtur føroyska svimjing’, sum onkur longu hevur sagt viðvíkjandi skrivingina á flot.info. Vit vilja absolutt helst hava eina sakliga og siðiliga síðu, og fara at sláa rímiliga hart niður á tey sum bara vilja spilla út. Men ætlanin er heldur ikki at kína øllum eftir hárunum, bara fyri at fáa frið. Líka mikið hvussu tað sær út, so royna øll at hjálpa, um tey yvirhøvur royna gera nakað;;og vit trúgva uppá at eisini kritikkur kann vera konstruktivur. Eisini kritikkur ímóti okkum.

Heimasíðan er ikki liðug enn, og tað verður hon nokk heldur ongantíð. Men kjarnufunkurnar eru klárar, og tað nýttar tí ikki at sita og bøla á henni longur. Her fara at vera almennar frásagnir, sum eru tíðindi og frágreiðingar føroyskari og altjóða svimjing. Bloggpostar, sum eru meira persónligar journalir frá okkum og vónandi øðrum eisini. Og vónandi eisini eitt sakligt og gevandi kjak í forum. Og nógv annað er í stoypiskeiðini, so sum myndasavn og teldupost-listar og annað gott. Allir skrásettir brúkarar kunnu gera øll sløg av tilfari, og eisini ikki-skrásett kunnu gera viðmerkingar. So bíða bara… um tit hjálpa til og uppføra tykkum væl, so kann hetta gerast ein heilt hampuliga góð síða!