Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2024 (ABMS 2024), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 20. og 21. apríl 2024.
Startlisti til SuSvim Open 16. – 17. mars 2024
Her er kappingarskráin til svimjistevnuna SuSvim Open sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 16. og sunnudagin 17. mars 2024. Luttakaralistarnir síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimify.com
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2024
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður á Panorama á Hotel Hafnia á Áarvegi 8 í Tórshavn, leygardagin hin 13. apríl 2024 frá kl 12:00.
Sí innkallingina á heimasíðu SSF: SSF-adalfundur-2024-innkalling.pdf
Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur
Innbjóðing til Reysta-stevnu 6. apríl 2024
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið Reysti skipar fyri í svimjihøllini í Leirvík, leygardagin hin 6. apríl 2024. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar
Elisabeth 56.40 og nr 6 í 100 yard rygg á FAST Spring Senior Champs 2024
Elisabeth Erlendsdóttir megnaði í gjárkvøldið at svimja seg til eitt sættapláss á Florida Swimming Spring Senior Championships 2024, tá ið hon í A-finaluni í 100 yard ryggsvimjing svam seg til úrslitið 56.40 sekund. Hon er í A-finaluni í 200 yard ryggsvimjing eisini, sum er í kvøld.
Úrslit frá SuSvim-stevnuni 9. mars 2024
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági í dag, leygardagin hin 9. mars 2024. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimify.com
Startlisti til SuSvim-stevnuna 9. mars 2024
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági í dag, leygardagin hin 9. mars 2024. Bólkar 1 og 2 byrjaðu at kappast frá kl 10:30 í morgun, og bólkar 3 og 4 byrja so frá kl 14 nú seinnapartin.
Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimify.com
Innbjóðing til SuSvim Open 16. – 17. mars 2024
Her er innbjóðing til svimjistevnuna SuSvim Open sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin 16. og sunnudagin 17. mars 2024.
Úttøka til Danish Open 2024
Landsliðstoymið og starvsnevnd SSF hava samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á Danish Open 2024, sum verður í Bellahøj Svømmestadion hin 11. til 14. apríl 2024.
Continue reading Úttøka til Danish Open 2024Úrslit frá HS-stevnuni á Argjum 24. februar 2024
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihylinum á Argjum, nú leygardagin hin 24. februar 2024. Úrslitini síggjast eisini á LiveTiming.se og Swimify