Lea Osberg Højsted megnaði fyri løtu síðani at seta nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon á SuSvim Open í Páls Høll í Vági svam seg til úrslitið 33.88. Hon átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 34.01, frá Danish Open í fjør. Sí úrslitalistan her á Swimify
Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) setti í gjár stórt persónligt met í 100 yard ryggsvimjing, tá ið hon á 2025 ACC Championship í Greensboro svam seg til úrslitið 53.70 sekund. Besta tíð hjá henni áðrenn hetta, var 54.36 frá Georgia Tech Fall Invitational í november 2024. Tíðin nú rakk til eitt 34. pláss av 55 luttakandi.
Elisabeth setti eisini persónligt met í 50 yard frísvimjing, tá ið hon mikudagin svam seg til úrslitið 23.65, har besta tíð hjá henni áðrenn hetta var 23.67 frá FHSAA Class 1A State Championship í november 2023.
Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 8. mars 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, har tey svimja breiddir í langhylinum.
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna SuSvim Open Februar 2025, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 22. og sunnudagin hin 23. februar 2025. Listarnir síggjast eisini her á Swimify
Amerikanarar avgreiða í hesum døgum meistarastevnurnar fyri hesar ymisku ‘conferences’ sum svimjiliðini á amerikanskum universitetum eru skipaði í har yviri, undir felagsskapinum NCAA.
Her er innbjóðing til svimjistevnuna Lions Open Mars 2025, sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin 15. og sunnudagin 16. mars 2025. Hetta vikuskiftið er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2025 á Orkney.
Starvsnevnd SSF samtykti herfyri fyrstu útgávu av skipan SSF til úttøku av venjarum og leiðarum, omaná drúgva viðgerð eisini saman við feløgunum. Hetta til at hava greiðar reglur fyri hvussu hesi verða úttikin, umframt at hava grundleggjandi treytir á skrift til hesi.
Fróði Hansen (2008) úr Fuglafjarðar Svimjifelag megnaði fyri løtu síðani at svimja seg til eitt sættapláss í 200 metra bringusvimjing, tá ið hann í A-finaluni svam seg til úrslitið 2:28.88.
Hetta er nýtt persónligt met hjá Fróða, í mun til 2:29.55 frá Reykjavík International 2025, og megnaði hann sostatt at seta persónligt met í øllum trimum greinum sum hann luttók í.
Fróði Hansen (2008) úr Fuglafjarðar Svimjifelag megnaði í morgun at svimja seg í A-finalu á Dubai Open 2025, við tíðini 2:31.36 í 200 bringu. Í B-finaluni í 50 bringu í gjár, svam hann 30.87 í mun til 30.79 í innleiðandi, tó enn skjótari enn hansara til í gjár bestu tíð á 31.00.
Vit frætta úr Dubai, at Fróði Hansen (2008) úr Fuglafjarðar Svimjifelag í morgun svam seg í B-finaluna í kvøld í 50 bringu. Tíðin var nýtt persónligt met, 30.79 í mun til 31.00 frá Reykjavík International í januar.