Innbjóðing til HS Open 7. – 8. februar 2025

Rætting 30/1: Hendan stevna er 8. – 9. februar, ikki 7. – 8. februar
Rætting 3/2: 800 frí kvinnur og 1500 frí menn væntaði í skránni

Her er innbjóðing til svimjistevnuna HS Open hin 8. og 9. februar 2025, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali. Hendan stevna er á langgeil, og verður sostatt fyrsta svimjistevna á langgeil í Havn.

Jóhanna 2:25.71 og nýtt føroyskt met í 200 firvald á langgeil

Jóhanna Ólavsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon í finaluni á Reykjavík International 2025 svam seg til silvurheiðursmerki við tíðini 2:25.71. Hon átti sjálv føroysku metini, við tíðini 2:27.30 frá Danish Open í fjør.