Mads Glæsner hevur meldað frá 1500 frí

Mads Glæsner hevur meldað frá 1500 frí. Tað hevur ikki gingist so væl hjá honum í Danish Open, hoyra vit úr Danmark. Danish Open er einasti møguleiki hjá donskum svimjarum at klára danskar kravtíðir til HM í Shanghai í summar. Men danska skipanin er soleiðis, at av tí Mads hevur klárað kravtíðina í 400 frí, so sleppur hann eisini at svimja 1500 í Shanghai. Mads skal eisini klára FINA kravtíðina. FINA áleggur svimjarar at klára antin eina A tíð ella eina B tíð. B-kravið loyvir bara éin úr hvørjum landi, meðan tveir kunna luttaka, hvis báðir klára A-kravtíðina. Tað merkir, at um Anders Lie klárar at svimja B-kravtíðin hjá FINA í dag, sum er 15:35.67, so muga báðir Mads og Anders klára A-kravið, sum er 15:13.16. Tað kunna teir til dømis royna á Mare Nostrum í Barcelona og Canet.

Pál Joensen má roknast at vera stórfavorittur til 1500 finaluna í dag. Men Pál er ikki so glaður fyri at, eftir øllum at døma, skulla svimja einsamallur fremst í dag. Danir hava bjóðað Pál at kappast, meira ella minni fyri at geva Mads mótstøðu, so onkur fyriskipari stendur allarhelst við reyðum oyrum í løtuni.

Finalan kann síggjast beinleiðis á svimjing.com/live. Varpingin í Danmark byrjar kl 16.30 føroyska tíð. 1500 finalan er ein av teimum síðstu kappingunum á skránni.

Pál slóg danska junior metið!!!

Pál førdi suverent frá byrjan til mál og blakaði Anders Lie afturum seg. Nýggja metið hjá Pál er 15:20.13, ið er 45 sek skjótari enn gamla føroyska metið og 7 sek skjótari enn gamla danska junior metið. Pál var sostatt bara 8 sek frá at taka danska metið á teininum.

Splitt-tíðirnar hjá honum vóru 58.51, 2:00.14, 3:01.56, 4:03.58, 5:05.37, 6:07.20, 7:08.88, 8:10.76, 9:12.20, 10:13.88, 11:15.37, 12:17.16, 13:18.48, 14:19.91 og 15:20.13.

Anders Lie gjørdist nr 2 við tíðini 16:03.75, also knappar 13 sek skjótari enn hansara innleiðandi tíð.