Hardy heimsmet eisini í 100 bringu

Amerikanska Jessica Hardy svam í gjár 100 bringu á langgeil í tíðini 1:04.45, har heimsmetið hjá Rebecca Soni frá heimsmeistarastevnuni í Rom var 1:04.84. Hetta er sostatt næsta heimsmet hjá Hardy, á U.S. Open stevnuni í USA, sum er eitt slag av troystikapping til tey sum ikki kláraðu kravtíð til HM. Í førinum við Hardy, tí at hon enn var í karantenu fyri doping, tá ið amerikanska úttøkustevnan til HM var, fyri umleið einum mánaða síðani. Les usaswimming.org

Dopingdømda Hardy fyrsta kvinna undir 30 sekund í 50 bringu

Jessica Hardy svam á U.S. Open í gjár nýtt heimsmet í 50 bringu á langgeil, við í tíðini 29.95, har heimsmetið hjá Yuliya Efimova frá HM í Rom var 30.09. Harvið er hon fyrsta kvinna nakrantíð undir 30 sekund í 50 metra bringusvimjing á langgeil, nú umleið eitt ár eftir at hon varð tikin fyri doping við anabolska steroidinum clenbuterol.
Continue reading Dopingdømda Hardy fyrsta kvinna undir 30 sekund í 50 bringu