ESPN tosar her við nýliga givna Aaron Piersol, á Crippen SafeSwim í Fort Lauderdale, leygardagin, sum varð skipað fyri til heiðurs fyri Fran Crippen og ítróttin sum hann elskaði. Piersol vísir seg at vera ógvuliga glaður fyri havsvimjing, og avdúkar eisini at hann enn venur 3-4 ferðir um vikuna, hóast hann hevur tað fínt við at vera givin. Les espn.go.com.
Tag: aaron piersol
Tancock og Piersol vilja hava standard stengur til ryggstart
Bretski heimsmeistari í 50 rygg, Liam Tancock, greiðir her á The Times frá um hvussu sjokeraður hann varð á OL í Beijing, tá ið hann sá at nýggju skamlarnir høvdu heilt ørvísi stengur til ryggstart, enn teir sum vit vanliga kenna. Hann mátti velja ímillum annaðhvørt at halda ov høgt uppi í mun til vanligt, ella ov langt niðri, og loddrøttu stengurnar vóru so langt frá hvørjum øðrum, at tað illa kundi verið uppfunnið av nøkrum ryggsvimjara. Hann var tí noyddur at venja fyrst og fremst ryggstart uppundir OL, í tí yvirfylta kappingarhylinum, heldur enn at kunna slappa av og fínpussa í onkrum meira friðarligum hyli. Og tó so metir venjarin hjá Tancock, at hann misti eitt heilt hálvt sekund bara uppá teir fyrstu 15 metrarnar, har bara tveir tíggjundapartar høvdu givið heiðursmerki.
Heim aftur komnir fingu teir smíðað nakrar líknandi stengur uppá skamlarnar har Tancock venur, og fyrireikaðu seg til HM í Rom við at biðja fyriskipararnar har um taka mynd av skamlunum har. Og har gekk tað sum kunnugt nógv betri hjá Tancock, tá ið hann gjørdist nr 4 í 100 rygg, 0.09 sekund frá heiðursmerki, umframt heimsmeistari í 50 rygg.
Men nú er tað altso teir báðir Liam Tancock og amerikanski Aaron Piersol, sum standa á odda fyri at fáa í øllum førum standard mát uppá hesar stengurnar sum ryggsvimjarar brúka, og gjarna eisini stengur sum svimjararnir sjálvir kunnu stilla uppá. Piersol er millum annað heimsmeistari í 200 rygg frá HM í Rom, og olympiskur meistari í 100 rygg frá OL í Beijing, umframt at hann nú í summar varð valdur at vera svimjaraumboð í “Athlete’s Commision” hjá altjóða svimjisambandinum FINA. Hann tók hetta málið upp longu á fyrsta fundi hjá sær í hesari nevnd, men enn er so einki komið burtur úr tí.
Men sum Tancock sigur: “his is not about attacking anyone. It’s about getting it right for the future. It’s about saying to Fina, Omega and others: ‘look, you’re designing things for the world’s best swimmers — why not get those swimmers to help you?”
Piersol heldur at heimsmet verða sett eisini næsta ár
Amerikanski Aaron Piersol heldur í samrøðu á Reuters.com, at svimjarar verða kløkkir næsta ár um hvussu skjótt teir kunnu svimja uttan drakt, og at heimsmet fara at verða sett. “People have had a taste of going very fast. They won’t forget it. They will get back into the water and think they can go that fast again, and they will”. Í samrøðuni nevnir hann eisini møguleikan fyri at luttaka á World Cup m.a. í Stockholmi og Berlin, sum hann annars ikki hevur gjørt so ofta.
1-2 heimsmet sett í gjár
Tvs. tað eina varð ‘bara’ nágreiniliga sama tíð sum heimsmetið, sum SwimInfo sendir út sum “world record alert”, men sum vit onnur nokk ikki ordiliga rokna sum nýtt met. Men Michael Phelps setti altso nýtt heimsmet í 200 blandað við tíðini 1:54.80, har heimsmetið hjá honum frá í fjør var 1:54.98. Og Aaron Piersol svam somu tíð sum verandi heimsmet hjá Ryan Lochte í 200 rygg, við tíðini 1:54.32. Lochte sjálvur svam 1:54.34, og tá skal havast í huga at hann (Lochte) eisini svam til OL í 200 blandað móti Phelps, við 1:55.22 sum er triðskjótasta tíð í søguni. Lesið her og her á SwimInfo. Continue reading 1-2 heimsmet sett í gjár
Nýggj heimsmet í 100 rygg hjá monnum og kvinnum
Natalie Coughlin hevur betrað enn meira um sítt heimsmet í 100 rygg á langbana, tá ið hon nú í nátt gjørdist fyrsta kvinna undir 59 sekund í greinini, á amerikansku úttøkustevnuni til OL. Nýggja heimsmetið er 58.97, har hon í gjár svam 59.03. Og Aaron Piersol setti eisini heimsmet í nátt, tá ið hann við 52.89 betraði um sítt egna heimsmet ið var 52.98. Lesið her og her á SwimInfo.