Her eru myndir av serliga heiðursmerkjavinnarunum á ABMS 2020, sum var í Svimjhøllini í Gundadali hin 30. og 31. mai 2020. Ein heldur serlig stevna, vegna corona-tilmælini.
Continue reading Myndir frá ABMS 2020Tag: ABMS 2020
Ungu svimjarar okkara styrktir burtur úr sóttarhaldi
Nú aftaná ABMS 2020 kunnu vit staðfesta, at allir svimjararnir betraðu seg í minst einari grein, og ofta í fleiri, sum nú luttóku í hesi fyrstu stevnu aftaná tíðarskeiðið við fyrst mánaðarlangan steðg og síðani varliga upplating aftur.
Hetta er sjálvsagt sera áhugavert og jaligt – tí hetta er av góðum grundum púra óroynt, at soleiðis knappliga steðga við svimjingini fyri heldur at heita á tey um at venja heima. Og vit væntaðu tí faktiskt einki, nú aftaná steðgin.
Continue reading Ungu svimjarar okkara styrktir burtur úr sóttarhaldiÚrslit frá ABMS 2020
Her eru úrslitini frá Aldursbólkameistarastevnuni 2020, sum var í Svimihøllini í Gundadali nú 30. og 31. mai 2020. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net, umframt at stroymingin sæst her á YouTube. Takk fyri eina góða stevnu.
- abms2020-urslit.pdf
- abms2020-heidursmerki-b3.pdf
- abms2020-heidursmerki-b4.pdf
- abms2020-fina-stig-gentur.pdf
- abms2020-fina-stig-dreingir.pdf
So er tað ABMS 2020
Svimjisamband Føroyar skipar í vikuskiftinum fyri Aldursbólkameistarastevnuni 2020, sjálvsagt í serligum líki nú vit royna at umganga møguliga coronasmittu. Startlistarnir síggjast nú her á livetiming.se, umframt niðanfyri saman við tíðarætlanunum.
- ABMS2020-Kappingarskra-Leygardagur.pdf
- ABMS2020-Kappingarskra-Sunnudagur.pdf
- ABMS2020-Tidaraetlan-Leygardagur.pdf
- ABMS2020-Tidaraetlan-Sunnudagur.pdf
Kappingartilmæli SSF í sambandi við Corona
Her er kappingartilmæli SSF, sum ment í samstarvi við føroysku svimjifeløgini og almennu coronaráðgevingina. Hartil tilfar ið meira nágreiniliga vísir hvussu vit ætla at gera nú í sambandi við Aldursbólkameistarastevnuna 2020, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali hin 30. og 31. mai.
Continue reading Kappingartilmæli SSF í sambandi við Corona