HM á stuttgeil útsett til í 2021

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú valt at útseta heimsmeistarastevnuna á stuttgeil sum skuldi verða í Abu Dhabi í desember 2020, til heldur at vera sama stað í desember 2021.

Heimsráðstevnan er eisini útsett til tá, sum plagar at vera samstundis sum HM á stuttgeil. Val-aðalfundurin sum plagar at vera samstundis sum HM árið eftir OL, verður í staðin fyri seg í Doha, Katar hin 5. juni 2021, nú HM 2021 herfyri varð flutt til mai 2022. Sí fina.org