Status nú aftaná lítla viku í altjóða kapping

Eg skal brúka hesar upplýsingar til status í samrøðu við Kringvarpið klokkan 15:50, og kann tá tað sama leggja teir út her eisini 🙂

Tilsamans 9 føroysk met og 2 føroysk juniormet eru sett síðani leygarmorgunin farna vikuskifti: 3 føroysk met og 1 juniormet á Actavis Open í Hafnafirði, og 6 føroysk met og 1 juniormet á Danish Open í Bellahøj. Og tilsamans 7 gull, 6 silvur og 5 bronsuheiðursmerki eru vunnin á hesum stevnum; 5 gull, 5 silvur og 5 bronsu á Actavis Open og 2 gull og 1 silvur á Danish Open. Ella 8 gull, um vit telja Magnus Jákupsson við. Her havi eg bara talt heiðursmerki í opnu kappingini, har vóru væl fleiri í aldursbýttu kappingini í Hafnarfirði.

Eg vildi gjarna nátt at talt upp finaluplássini eisini, men tey eru enn fleiri.

danish-open-2013-2

(Ægir firvald á Danish Open 2013. Dan Hjelm eigur myndina)
Continue reading Status nú aftaná lítla viku í altjóða kapping

Havnar Svimjifelag nr 3 á Actavis Open 2013

Tey eru nú liðug at kappast á sættu Actavis International Open í Hafnarfirði, har einir 240 svimjarar frá 16 íslendskum feløgum umframt Havnar Svimjifelag luttóku. Og tað gekk bara væl hjá føroyingunum; Havnar Svimjifelag vann triðflest heiðursmerki aftanfyri vertsfelagið SH og Ægir úr Reykjavík. Tilsamans 5 gullheiðursmerki, 6 silvur og 5 bronsur til HS í opnu kappingini, umframt eina rúgvu í bólkabýttu kappingunum eisini. Sí øll úrslitini sum PDF-fíla her á sh.is

actavis-open-2013-medals

(Erling Eidesgaard fekk til vega heiðursmerkjabýtið, tað takka vit so miriliga fyri)

Poula 2:26.86 og føroyskt met í 200 blandað

Poula Øssursdóttir Mohr megnaði fyri løtu síðani at seta stórt nýtt føroyskt met í 200 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon á Actavis Open 2013 í Hafnarfirði vann kappingina við tíðini 2:26.86, har metið hjá Elspu Mørkøre frá Reykjavík International í 2007 var 2:31.16. Íslendarar hava frámerkt tíðina sum GSE, sum vist nokk merkir at tað er skjótari enn (teirra?) kravtíð til Small Nations Games, ið tó tíverri ikki er viðkomandi fyri okkum. Sí úrslitalistan her

DSC00901

Bartal 4:38.10 og føroyskt met í 400 blandað

Bartal Hestoy setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hann á Actavis Open 2013 í Hafnarfirði svam teinin uppá 4:38.10, har metið hjá Páli Joensen frá Flanders Speedo Cup í Belgia í januar mánaða var 4:39.15. Óli Mortensen vann við tíðini 4:48.94 silvur í opna bólkinum í somu kapping, og gull í junior-bólkinum. Super flott av knassunum úr Havn! Sí úrslitalistan her.

DSC00865