Her eru listar yvir tey sum kláraðu at svimja yvir 500 FINA stig á Ægir stevnuni leygardagin. Í bólki 1 var tað einans Birita Debes úr FLOT sum kláraði at svimja yvir 500 stig, meðan tær hjá juniorum vóru Dagmar M. Winther úr Havn og Astrið Foldarskarð úr FLOT. Hjá seniorum var Kári J. á Høvdanum suverænt besti svimjarin, við 7 av 8 teimum hægstu stigatølunum, og einastu úrslit yvir 600 stig.
Bólkur 1
- Birita Debes, 50 rygg, 579
- Birita Debes, 100 rygg, 523
- Birita Debes, 50 frí, 508