HS ‘vann’ úttøkustevnuna

Úrslitini frá Ægir-stevnuni í vikuskiftinum eru nú at finna her á SwimRankings, har vit millum annað síggja at Havnar Svimjifelag ‘vann’ kappingina um heiðursmerki, við at vinna tilsamans14 gullheiðursmerki, 9 silvur og 10 bronsu. Suðuroyar Svimjifelag varð nummar 2 við 10 gull, 9 silvur og 8 bronsu, og FLOT varð nummar 3 við 7 gull, 1 silvur og 2 bronsu.

aegir-meet-23-24-oct-2010-medals

Framúrskarandi úrslit á úttøkustevnuni

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Ungu svimjararnir svumu sum ongantíð fyrr, tá ið úttøkustevna var í Klaksvík her um vikuskiftið. Tilsamans 1 føroyskt met og 7 juniormet vórðu sett, umframt at ein kláraði kravtíð til Oyggjaleikir í summar, ein afturat kravtíð til NJM í desember, og 4 afturat tíðir sum hevði kunnað kvalifiserað tey til NJM, um bara tey høvdu aldur til at kunna luttaka. Tilsamans 9 svimjarar vórðu úttiknir til NJM, og 2 til World Cup.

NJM-liðið 2010
Continue reading Framúrskarandi úrslit á úttøkustevnuni

Øgiligar tíðir á úttøkustevnuni í morgun

Heili trý juniormet vórðu sett á úttøkustevnuni í Klaksvík í morgun, umframt at nakrir ungir svimjarar svumu øgiligt í 800 og 1500 frí. Magnus Jákupsson úr HS setti juniormet og undir NJM kravtíð í 200 firvald við 2:12.64, har kravtíðin til at seta juniormet var 2:18.47. Thurið S. Christiansen úr Ægir setti juniormet í 200 bringu við 2:40.30, har metið hjá henni sjálvari frá MU 2010 var 2:41.11. SuSvim gentur settu juniormet í 4×100 blandað við 4:40.52, har metið hjá Ægir frá FM 2010 var 4:41.25.
Continue reading Øgiligar tíðir á úttøkustevnuni í morgun

Seinasta útkall til tríggjar avbjóðingar

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Nú leygardagin og sunnudagin verður stór svimjistevna í Klaksvík, har avgerðin fellur um hvør sum sleppur við á landsliðini til World Cup í Stokkhólm í november, NJM í Kastrup í desember og HM í Dubai í desember.

DSC00751
Continue reading Seinasta útkall til tríggjar avbjóðingar

Innbjóðing til úttøkustevnu 23. – 24. okt. 2010

Svimjifelagið Ægir bjóðar í viðfestu innbjóðing til svimjikapping í Klaksvík, leygardagin 23. og 24. oktober 2010. Hendan stevna er síðsta freist at klára kravtíð til norðurlendsku juniormeistarastevnuna í Kastrup í desember, heimsmeistarastevnuna á stuttgeil í Dubai í desember, og til World Cup í Stockholm tann 6. – 7. november. Tilmeldingarnar skulu sendast til Rúna á harugaar [kurla] olivant.fo í seinasta lagi hósdagin hin 21. oktober kl 17.

Innbjóðing til svimjikapping í Klaksvík

Leygardagin 4. september verður svimjistevna í Klaksvík, fyri yngstu aldursbólkarnar 1, 2 og 3. Svomið verður soleiðis at øll svimja ímóti øllum, og úrslitini síðani bólkað sundur. Sum nakað serligt verður skipað fyri liðsvimjing har fyrsti svimjari svimur 400, næsti 300, triði 200 og síðsti 100, og síðani seinni á degnum á sama hátt men stytri (200/150/100/50). Og eitt annað stórt trekkplástur er vælsagtans, at nýggju Omega skamlarnir verða klárir tá.

2 føroysk met og 4 juniormet á Ægir stevnuni í gjár

Tíðindi frá SSF: Ægir-stevna 13 mars 2010

Stór svimjistevna var í Klaksvík í gjár, har bæði ung og gomul royndu seg. 12 kvinnur og 29 mans í aldri frá árgang 1945 til 1983 høvdu meldað seg til kappingina afturat vanligu svimjarunum, soleiðis at aldurin strekti seg líka frá 12 ára aldri, upp til 65 ára aldur. Tilsamans 2 føroyskt met og 4 juniormet vórðu sett, afturat eini rúgvu av persónligum metum.

DSC_3016
Continue reading 2 føroysk met og 4 juniormet á Ægir stevnuni í gjár