Aldarinnar dystur (2): Høgni vs Jon

Fleiri at tykkum hava sikkurt hoyrt um ta ferðina í 70-unum ella 80-unum, tá ið høllin í Klaksvík var fullsett, bygt upp við eyka sitiplássum í grunna hylinum, og kókaði við tilrópunum “Høgni, Høgni, Høgni”. Ta ferðina tá ið Jon Hestoy og Høgni Mikkelsen skuldu kappast har norðuri. Summi hava kanska hoyrt hana fleiri ferðir. Well, nú møttust teir so endiliga aftur, í 2010, í somu høll.

Úrslit frá Masters-stevnuni í dag, 13. mars 2010

Viðfestur er úrslitalistin frá Masters-stevnuni í Klaksvík í dag, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Tey kappaðust sum kunnugt í aldursbólkum við 5 ára lopum ímillum hvønn aldursbólk, og tískil vóru so gott sum bara vinnarar á hesi stevnu. Videoir eru á veg, serliga av tá ið Høgni vann á Jon 🙂

SANY1099

Úrslit frá junior/senior-stevnuni í dag, 13. mars 2010

Viðfestur er offisielli úrslitalistin frá junior/senior-stevnuni í Klaksvík í dag, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Til nú vita vit um éitt juniormet, tá ið Poula Ø. Mohr í innleiðandi riðlunum svam 50 firvald uppá 30.29 sekund. Útskiljingsfinalurnar lista bara upp hvør svimjari sum yvirlivdi longst, næstlongst osfr, uttan nakrar tíðir. Og gevið gætur, tit sum lesa hagtalsfílur inn í WinGrodan, at har mest sannlíkt kemur klutur í av hesum, við tað at besta tíðin hjá til dømis Poulu í finaluni í 50 firvald, í lef- og RE-fílunum er skrásett at vera 0,01 sekund.

DSC_3066

Myndir frá Ægir stevnuni í dag

Her er eitt ‘slideshow’ av teimum myndum sum Bartal og eg tóku á Ægir stevnuni í dag. Temaið var yvirhøvur ‘pína’, nú kappingin skiftivís var millum tey ungu sum skuldu svimja upp í 5 x 50 metrar max við bara tveimum minuttum millum hvønn start, og millum eldri svimjarar sum yvirhøvur góvu alt sum tey áttu. Av serliga áhugaverdum úrslitum kunnu nevnast, at Poula Ø. Mohr setti nýtt juniormet í 50 firvald, og at Høgni Mikkelsen vann á Jon Hestoy.


Continue reading Myndir frá Ægir stevnuni í dag

Nú skulu tey gomlu eisini royna seg

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Nú leygardagin 13. mars verður stór svimjistevna í Klaksvík, har bæði ung og gomul fara at royna seg. 12 kvinnur og 29 mans í aldri frá árgang 1945 til 1983 hava meldað seg til kappingina, afturat vanligu luttakarunum í yngru aldursbólkunum, og íroknað kendar svimjarar sum Høgna Mikkelsen, Jon Hestoy og Petur Heðin á Fløtti.
Continue reading Nú skulu tey gomlu eisini royna seg

Startlisti til masterstevnuna í Klaksvík 13. mars

Viðfestur er startlistin til mastersstevnuna í Klaksvík nú leygardagin 13. mars. Tey eru tilsamans 12 kvinnur og 26 menn úr HS, Ægir og FS, sum fara at kappast á 50 og 100 metra teinunum. Heilt kend svimjinøvn sum til dømis Petur Heðin á Fløtti, Jón Hestoy og Høgni Mikkelsen, í aldursbólkum frá árgang 1945 til 1983.

Luttakaralistin til Ægir Junior-Senior Stevnu

Viðfestur er luttakaralistin til junior- og seniorstevnuna í Klaksvík nú leygardagin tann 13. mars. Altso ‘vanliga’ svimjistevnan, í mun til mastersstevnan sum verður seinnapartin sama dag. Mest merkisvert er tað at Guðrun Holm Jacobsen aftur verður at síggja í hylinum, og at Malan Vitalis Bærendsen er klár aftur at royna seg í 50 bringu, sum á HS stevnuni herfyri. Annars verður sagt frá mastersstevnuni, at tey eru yvir 30 sum koma úr Havn at kappast, og eini 9 sum ætla sær at verja borg har norðuri frá. Tað hoyra vit óivað meira um, hesar komandi dagarnar 🙂