Úrslit frá Ægir-stevnuni 5. og 6. november 2011

Viðfestur er úrslitalistin frá úttøkustevnuni í Klaksvík her um vikuskiftið, umframt RE- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Tilsamans 4 føroyskt met og 2 juniormet varð tað til, umframt at 10 svimjarar vórðu úttiknir til NJM í Reykjavik í desember, 4 aðrir til NM samstundis, og 2 til EM á stuttgeil í Stettin. Mest vinnandi felag varð Suðuroyar Svimjifelag við 18 gull, 15 silvur og 13 bronsu, mest vinnandi svimjari Pál Joensen úr SuSvim við 9 gull og 1 bronsu, og mest vinnandi kvinna Turið S. Christiansen úr Ægir við 4 gull.

DSC06693
Continue reading Úrslit frá Ægir-stevnuni 5. og 6. november 2011

Astrið 28.45 og føroyskt met í 50 firvald

Rituvíksgentan Astrið Foldarskarð setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 firvald, við tíðini 28.45 har føroyska metið hjá Biritu Debes var 28.85. Astrið svimur fyri Ægir í Klaksvík, og kláraði við hesum at kvalifisera seg til norðurlendsku meistarastevnuna í Íslandi í desember, har kravtíðin er 28.74. Kristina Eliasen úr Havnar Svimjifelag megnaði eisini at svimja undir tað nú fyrrverandi metið og kravtíð til NM við 28.73.

Kristina Eliasen & Astrið Foldarskarð

Turið S. Christiansen 2:37.64 í 200 bringu

Leirvíksgentan Turið S. Christiansen setti í morgun nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing, við tíðini 2:37.64, har føroyska metið hjá henni frá úttøkustevnuni til Oyggjaleikir í apríl mánaða 2011 var 2:38.31. Turið svimur fyri Ægir, og hevur longu klárað kravtíð til Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna í Íslandi í desember, sum er 2:40.99 fyri hennara árgang.

Turið S. Christiansen