Viðfestur er startlistin til Ægir-stevnuna nú um vikuskiftið, sum samstundis er síðsti kjansur at náa kravtíð til NJM, NM og HMS í desember 2012, tað vil siga Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuna og Norðurlendsku Meistarastevnuna í Finnlandi, og HeimsMeistarastevnuna á Stuttgeil í Turkalandi. Tey eru longu fleiri sum hava kvalifiserað seg til hesar stevnur, men fyri tað verður tað spennandi um fleiri koma á listarnar 🙂
Tag: Ægir-stevna 2012
Ægir-kvinnur settu eisini met í 4×50 blandað
Eitt sindur ketta upp úr høvdatrog her; men tær fýra Birita Debes, Eva Trygvadóttir, Astrið Foldarskarð og Cecilia Eysturdal settu altso eisini føroyskt met í 4×50 metra blandaðari liðsvimjing, tá ið tær á Ægir-stevnuni sunnudagin svumu teinin uppá tilsamans 2:00.20, har metið hjá Ægir frá FM fyri lið 2011 var 2:03.37. Niðanfyri er video av svimjingini, har Birita eisini setur føroyskt met í 50 rygg.
Birita 2 ferðir føroyskt met í 50 rygg uppá éitt korter
Birita Debes megnaði í dag at seta nýtt føroyskt met í 50 rygg, við fyrst at svimja teinin uppá 28.81 í einstaklingakappingini, og síðani einar 10-15 minuttir seinni at betra tað enn meira niður á 28.62 sum fyrsti svimjari hjá Ægir í liðkappingini 4×50 blandað. Elspa Mørkøre átti metið á 28.94, frá donsku meistarastevnuni fyri lið í oktober 2007, meðan besta tíð hjá Biritu var juniormetið 29.00 frá FM 2010.
Cecilia W. Eysturdal 9:05.44 og juniormet í 800 frí
Kristina Elin Thomsen 1:03.44 og føroyskt met í 100 firvald
13-ára gamla Kristina Elin Thomsen megnaði aftur í dag at seta eitt føroyskt met og juniormet á Ægir-stevnuni í Klaksvík, tá ið hon í 100 firvald svam teinin uppá 1:03.44, har metið hjá Bjørg Seloy frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009 var 1:04.88. Harvið hevur hon sett met bæði í 100 og 200 firvald á hesi stevnu, umframt at svimja heilt væl í 50 eisini. Kristina Elin svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.
Ægir-kvinnur 1:48.47 og føroyskt met í 4×50 frí
Tær fýra Birita Debes, Jonna B. Thomsen, Cecilia Eysturdal og Astrið Foldarskarð settu á Ægir-stevnuni í kvøld nýtt føroyskt met í 4×50 metra frísvimjing, við tíðini 1:48.47, har metið hjá Ægir frá FM/JM 2011 var 1:48.99. Splitt-tíðin hjá Biritu á 26.46 var samstundis persónligt met í mun til teir 26.54 sum hon svam á Ægir-stevnu í februar í fjør, og nú næstbesta tíðin yvirhøvur hjá kvinnum, aftanfyri Guðruna Mortensen á 26.04.
Óli 15.53.39 og gullnál í 1500 frí
Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag megnaði í dag sum bert annar føroyingur yvirhøvur at svimja undir 16 minuttir í 1500 metra frísvimjing, tá ið hann á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 15:53.39. Hin føroyingurin sum hevur megnað hetta er sjálvur Pál Joensen, afturi í 2007, tá ið hann setti føroyskt met 15:56.21. Óli hevur við hesum vunnið sær gullnál, har kravtíðin var 16:00.42.
Kristina Elin Thomsen 2:25.36 og føroyskt met í 200 firvald
Tað frættist úr Spania í morgun, at 13 ára gamla Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag hevur sett nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing, við tíðini 2:25.36 á Ægir-stevnuni í Klaksvík. Hetta var elsta metið í bókini sum fór, rættiliga dyggiliga í mun til gamla metið hjá Nataliu Reinhardt á 2:27.62 frá FM í 2005.
Innbjóðing til Ægir-stevnu 10. – 12. februar 2012
Viðfest er innbjóðing til Inn-stórkapping í Klaksvík í døgunum 12. til 12. februar 2012, sum Ægir skipar fyri. Teinar frá 200 og uppeftir verða svomnir sum beinleiðis finala, har luttøkan í 800 og 1500 er avmarkað til 2 riðlar við skjótasta riðli um kvøldið. 100 metrarnir verða svomnir við vanligum innleiðandi sum á FM, og 50 metrarnir við eisini hálvfinalu. Tilmeldingarnar skulu vera inni í seinasta lagið týskvøldið 7. februar kl 21.