HS juniorar 8:10.37 og nýtt juniormet í 4×200 frí

HS juniorar settu herfyri stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×200 metra frísvimjing, tá ið teir á á Ægir-stevnuni hin 4. oktober 2014 svumu teinin uppá 8:10.37, har metið hjá Ægir frá 2010 var 8:23.62. Teir fýra sum svumu nú vóru Óli Mortensen (1996), Marius Gardshodn (1998), Niels Nattestad (1998) og Birni Sigvardsen (1999), allir úr Havnar Svimjifelag.

(Tilvildarlig mynd frá Ægir-stevnuni í oktober 2014)

Úrslit frá Ægir-stevnuni 4. og 5. oktober 2014

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni nú 4. og 5. oktober, sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll.

Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag flest gullheiðursmerki, Havnar Svimjifelag næstflest og Ægir triðflest.

Mest vinnandi svimjari var Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, sum vann 7 gullheiðursmerki og 2 silvur, meðan mest vinnandi svimjari hjá kvinnum var Sára R. Nysted eisini úr SuSvim, sum vann 3 gull, 2 silvur og 1 bronsu.


Continue reading Úrslit frá Ægir-stevnuni 4. og 5. oktober 2014

Ægir kvinnur 8:38.58 og nýtt føroyskt met í 4×200 frí

Ægir kvinnur settu í gjár stórt nýtt føroyskt met í 4×200 metra frísvimjing, tá ið tær á Ægir-stevnuni í Klaksvík svumu teinin uppá 8 minuttir, 38 sekund og 58 hundraðpartar. Tær skóru heili 8,79 sekund av føroyska metinum hjá Ægir, sum var 8:47.37 frá 2011, og eru nú eisini bara 0,81 sekund frá føroyska landsliðmetinum, sum er 8:37.77 frá Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í 2011.


Continue reading Ægir kvinnur 8:38.58 og nýtt føroyskt met í 4×200 frí

Startlisti til Ægir-stevnuna 4. og 5. oktober 2014

Nú í vikuskiftinum skipar Ægir sum kunnugt fyri ‘opnari’ kapping í Klaksvík, sum merkir at har bara er tann eini (opni) aldursbólkurin, sum allir aldursbólkar luttaka í. Rúni Gaardbo sendi startlistan út fyri løtu síðani, sum bendir á rættiliga góðari luttøku, eisini av okkara bestu svimjarum. Sí viðfestu fílu.

DSC09167