Svimjikappingin í Klaksvík um vikuskiftið var eisini ein góð kapping fyri Kristu, sum var einasti paralympiski svimjari til hesa kappingina. Hon setti fýra persónlig met, og eftir at hava hugt ígjøgnum danska metlistan í paralympiskari svimjing á stuttgeil, kann nevnast at í 50 bringu, 50 firvald, og 100 frísvimjing, svam hon skjótari enn donsku metini í S 10 sum er sterkasti bólkurin innan paralympiska svimjing.
Tag: Ægir stevna 2015
Úrslit frá Ægir stevnuni 24. – 25. oktober 2015
Her eru úrslitini frá Ægir-stevnuni í Klaksvík nú leygardagin og sunnudagin 24. – 25. oktober 2015. Mest merkisverdu úrslit vóru væl tá ið Sára R. Nysted (2001) úr Suðuroyar Svimjifelag og Signhild Joensen (2000) úr Ægir settu juniormet í ávikavíst 100 blandað og 200 rygg, meðan Óli Mortensen (1996) úr Havnar Svimjifelag átti formelt besta avrik, við at svimja 3:56.99 og 718 FINA stig í 400 frí. Úrslitini síggjast eisini her á SwimRankings.
GG. Har er ein feilur í 100 rygg hjá monnum, sum vónandi verður rættaður skjótt.
Continue reading Úrslit frá Ægir stevnuni 24. – 25. oktober 2015
Signhild 2:15.40 og føroyskt juniormet í 200 rygg
Signhild Joensen (2000) úr Ægir setti í gjár nýtt føroyskt juniormet í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 2:15.40. Hon átti sjálv føroyska juniormetið á 2:15.64, frá SuSvim-stevnu í september mánaða. Og hon er nú enn nærri at føroyska metinum, sum Elspa Mørkøre eigur á 2:15.15, frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2007.
Sára 1:05.74 og nýtt juniormet í 100 blandað
Sára Ryggshamar Nysted (2001) úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun stórt nýtt føroyskt juniormet í 100 metra blandaðari svimjing (25m), tá ið hon á Ægir-stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 1:05.74. Hon átti sjálv føroyska juniormetið á 1:06.44, frá FøroyaMeistarastevnuni í mai mánaða, og var hetta sostatt ein betring av hesum á heilar 7 tíggjundapartar av einum sekundi. Poula Øssursdóttir Mohr eigur føroyska metið á 1:03.78, frá FøroyaMeistarastevnuni í 2013.
Innbjóðing til Ægir-stevnu 24. og 25. oktober 2015
10 svimjarar staðfestu støði til Oyggjaleikir
Ikki færri enn 10 svimjarar staðfestu støði til Oyggjaleikir á Jersey í summar, tá ið kappast varð á Norðoya Sparikassa stevnuni í Klaksvík í vikuskiftinum. Og tað enntá rættiliga væl fordeilt yvir svimjigreinar og -teinar, so at møguleiki skuldi verið fyri nógvum heiðursmerkjum á Jersey.
Continue reading 10 svimjarar staðfestu støði til Oyggjaleikir
Úrslit frá Ægir-stevnuni 7. og 8. februar 2015
Her eru úrslitini frá Norðoya Sparikassa stevnuni í Klaksvík, nú leygardagin og sunnudagin 7. og 8. februar, sum Ægir skipaði fyri. Um vit hava talt rætt, so vóru tilsamans 8 føroysk juniormet og 2 føroysk met sett á stevnuni, umframt at nógv staðfestu støði til Oyggjaleikir í summar.
Continue reading Úrslit frá Ægir-stevnuni 7. og 8. februar 2015
Sára 5:00.78 og føroyskt juniormet í 400 blandað
Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hon á Norðoya Sparikassa stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 5:00.78. Turið S. Christiansen átti juniormetið á 5:07.37, frá FøroyaMeistarstevnuni og JuniorMeistarastevnuni í 2011.
Kravtíðin til Oyggjaleikir er 5:00.42, so Sára var heilt nær henni eisini.
Róland 2:22.11 og føroyskt juniormet í 200 bringu
Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag nýtt føroyskt juniormet í 200 metra bringusvimjing, tá ið hann á Norðoya Sparikassa stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 2:22.11. Tað var sjálvur Pál Joensen sum átti føroyska juniormetið, á 2:22.49 frá HS-stevnu í november 2008.
Tíðin hjá Rólandi er eisini undir kravtíðina til Oyggjaleikir á Jersey í summar, sum er 2:22.32, og éin hundraðpart skjótari enn bronsutíðina hjá Colin Bensadon frá Oyggjaleikum á Bermuda í 2013.
Ásbjørg 33.71 og føroyskt met í 50 bringu
Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti í kvøld nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hon á Norðoya Sparikassa stevnuni í Klaksvík svam teinin uppá 33.72 sekund. Hon átti sjálv føroyska metið og juniormetið á 33.81, frá Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í desember 2014.