Eitt met manglaði at verða noterað frá Ægir-stevnuni hin 21. og 22. oktober 2017, og var tað tá ið tær fýra Signhild Joensen, Rebekka Trygvadóttir, Jana B. Thomsen og Barbara Debes úr Ægir svumu seg til nýtt føroyskt juniormet við tilsamans 4:25.53 í 4×100 blandað. Continue reading Ægir-gentur 4:25.53 og føroyskt juniormet í 4×100 blandað
Tag: Ægir stevna 2017
Úrslit og myndir frá Ægir-stevnuni 21. og 22. oktober 2017
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Klaksvíkar Svimjihøll, nú í vikuskiftinum 21. og 22. oktober 2017, sum Ægir skipaði fyri. Hartil nakrar útvaldar myndir.
Tilsamans vóru tey 131 svimjarar úr øllum teimum 6 virknu svimjifeløgunum í Føroyum, sum kappaðust tilsamans 845 ferðir sum einstaklingar og 64 ferðir sum lið, í 40 greinum. Continue reading Úrslit og myndir frá Ægir-stevnuni 21. og 22. oktober 2017
Startlisti til Ægir Open í Klaksvík 21. og 22. oktober 2017
Her er startlistin til Ægir Open 2017, sum verður í Klaksvík nú leygardagin og sunnudagin hin 21. og 22. oktober 2017. Hetta er síðsta stevna í 25 metra hyli áðrenn FM á stuttgeil 2017, og tí umframt síðsti møguleiki at kvalifisera seg til hetta FM, eisini ein av síðstu møguleikum at kvalifisera seg til altjóða stevnurnar í desember, NM/NJM í Reykjavík og EM á stuttgeil í Keypmannahavn.
Við fyrivarni fyri møguligum rættingum og strikingum:
- Startlistin sum html: aegir-open-okt-2017-startlisti.html
- Startlistin sum tekst: aegir-open-okt-2017-startlisti.txt
Úrslit frá Ægir-stevnuni 11. og 12. februar 2017
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 11. og sunnudagin 12. februar 2017. Ein góð og spennandi kapping, har hæddarpunktið vælsagtans var føroyska metið hjá Vár í 1500 frí, umframt at Signhild og Vár staðfestu sínar dygdir til Oyggjaleikir 2017.
SwimRankings telur upp at tey vóru tilsamans 124 svimjarar úr 5 feløgum sum kappaðust tilsamans 685 ferðir í einstaklingakapping umframt 56 ferðir sum lið, í tilsamans 40 kappingargreinum.
Continue reading Úrslit frá Ægir-stevnuni 11. og 12. februar 2017