Sólin hevur skinið her og har og allastaðni í allan dag, so vit hava sikkurt fingið í so nógv á húðina. Venjingin gekk ókey í dag, og setanin av Oyggjaleikum var eisini ókey. Men ímóti endanum merktist tað, at vit hava ferðast og rokast síðani kl 4 🙂
Tag: Áland 2009
Vit hava ein mekaniskan tarv!
Viðførismóttøkan í Áland Airport
Altso hvat feilar veðrinum á Álandi?
Hvar eru skýggini? Og hví verður tað knappliga kaldari sunnudag, hóast sólin opinbart skínur dag og nátt?
Av yr.no
Continue reading Altso hvat feilar veðrinum á Álandi?
Miðlahúsið spílar seg út til Oyggjaleikir
Samtakið runt Sosialin, Rás2 og Portalin sendir 8 fólk avstað, at dekka Oyggjaleikir frá morgni til myrkurs, við tíðindum, myndum og sjónvarpsbrotum á Portalinum, útvarpi í Rás2, og samanumtøkum í Sosialinum. Tíðindamennirnir eru Jákup Mørk, Hilmar Jan Hansen, Eyðun Klakstein og Heri Simonsen, tøkningarnir Alvin Ellebye Andersen og Hjalmar Hvítklett, fotografurin Álvur Haraldsen, og kykmyndamaðurin Magni Høgnesen. Les her á Portalinum.
Oyggjaleikaskráin er nú klár
Álendingar hava nú dagført sínar skráir, og faldarin til svimjing sæst tí her. Eftir øllum at døma er hatta skrivað mestsum í hond, tí munur er á hvussu føroyingar verða stavaðir, runt um í faldaranum (t.d. “Bjørg” verður til “Bjurg” og “Pál” verður til “Pil”).
Føroysku svimjararnir favorittar á Oyggjaleikum
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroyar um startlistan til Oyggjaleikir
Álendingar hava nú kunngjørt startlistan til Oyggjaleikir, sum vísir styrkismetingina av øllum luttakarum á leikunum. Har er enn onkur smávegis villa í listanum; men um hann ikki er heilt av leið, so kunnu føroyingar vænta sær størsta hálið nakrantíð, tá ið tað kemur til heiðursmerki á Oyggjaleikum.
Føroyingar luttaka í 47 einstaklingakappingum og 9 liðsvimjinum, og eru í løtuni styrkismett at vinna heiðursmerki í 32 einstaklingakappingum og øllum liðsvimjingum. Tað vil siga, at vit kunnu vænta okkum vinna heiðursmerki tvær ferðir fyri hvørjar tríggjar ferðir ein føroyingur kappast, og hvørja ferð tá ið eitt føroyskt lið kappast.
Continue reading Føroysku svimjararnir favorittar á Oyggjaleikum
So er startlistin til Oyggjaleikir klárur
Um ikki okkurt er heilt galið við viðfesta startlista, sum fyriskipararnir hava sent okkum, so liggja Føroyar til størsta hálið á Oyggjaleikum nakrantíð. Almenna støðið hjá hinum londunum sær út til at vera nøkulunda tað sama sum á Oyggjaleikum á Rhodos, og harvið merkja herdu úttøkukrøvini hjá okkum í Føroyum, at vit einstaklingakappingunum hesuferð á pappírinum liggja til at vinna 13 gullheiðursmerki, 14 silvur og 5 bronsu, umframt at koma í 10 finalur afturat, og liggja væl fyri til heiðursmerki í teimum 7 stafettunum eisini.
Continue reading So er startlistin til Oyggjaleikir klárur
Oyggjaleikalandsliðið vant í Havn
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Fríggjakvøldið og leygardagin vandi oyggjaleikalandsliðið í Havn. Hetta er fyrstu ferð at hópurin er samlaður síðani úttøkustevnurnar í vár. Venjarar á leguni vórðu Kristian Martin Joensen og Petur Heðin á Fløtti, og svimjararnir eru Pauli Ø. Mohr, Paula Ø. Mohr og Kári J. á Høvdanum úr Fuglafjarðar Svimjifelag, Bjørg Seloy, Andrass Thomsen og Guðrun H. Jacobsen úr Havnar Svimjifelag, Birita Debes úr FLOT, og Malan V. Bærendsen, Katharina Lamhauge og Mona Simonsen úr Suðuroyar Svimjifelag. Av hesum venja Kári J. á Høvdanum, Birita Debes og Shaila millum Garðarnar eisini til heimsmeistarastevnuna í Rom, og Pauli Ø. Mohr til evropeisku juniormeistarastevnuna í Prag. Til hesa venjing mangla tveir svimjarar, tað eru Shaila millum Garðarnar og Pál Joensen. Næstu ferð oyggjaleikliðið møtist er til felagsvenjing í Vági um tvær vikur.
(Liðmynd: Aftanfyri frá vinstru: Petur Heðin á Fløtti venjari, Palli Eysturberg ferðaleiðari, Mona Simonsen, Andrass Thomsen, Pauli Ø. Mohr, Kári J. á Høvdanum og Kristian Martin Joensen venjari. Fremra rað frá vinstru: Malan V. Bærendsen, Bjørg Seloy, Katarina Lamhauge, Guðrun Holm Jacobsen, Birita Debes og Poula Ø. Mohr.)
Continue reading Oyggjaleikalandsliðið vant í Havn
Sviar skulu testa fyri doping á Álandi
Sambært Sermitsiaq verður tað svenska antidoping-nevndin sum skal testa tilvildarligar íðkarar fyri doping á Oyggjaleikum á Álandi, fyri síðani at senda royndirnar til eftirkanningar á Karolinska í Stockholm.