Teir báðir Pál Joensen og Jón Bjarnason fyrireika seg uppá at fara víðari til Singapore á venjingarlegu, Pál við at fara fyrr og fyrr í song, og Jón við at flyta døgnið ‘hin vegin’. Sær út til at éin máti er við at spæla við iMovie 😛
Tag: Aldershot 2011
Video: Pál tosar um tað at vera heiman í frá í 5 vikur
Jón og Pál tosa um hetta at vera burturstaddur í vikuvís, upp undir stóru meistarastevnurnar.
EJM/HM-liðið ferðaðist í stíli av Isle of Wight
EJM-svimjararnir og Pál fóru sum kunnugt til Aldershot at venja longu fríggjamorgunin, í onkrari hernaðarlegu sum var eisini 50 metra hylur ið vit dugdu at finna tøkan har á leið. Ferðaleiðarin Hanna í Horni hevur sent okkum nakrar myndir og eina rapport frá fyrsta degnum, so eg tí viðfesti her. Mest imponerandi er teirra ‘boarding’ umborð á Hovercraft av Isle of Wight 😀
Continue reading EJM/HM-liðið ferðaðist í stíli av Isle of Wight