Ein standmynd av Alexander Dale Oen varð í gjárkvøldið avdúkað á Kystmuseet í Øygarden, og í hesum sambandi eisini ein tónleikavideo, framførd av 18-ára gomlu Isabel Park úr Øygarden sum hevur gjørt sangin saman við mammu síni.
Ein standmynd av Alexander Dale Oen varð í gjárkvøldið avdúkað á Kystmuseet í Øygarden, og í hesum sambandi eisini ein tónleikavideo, framførd av 18-ára gomlu Isabel Park úr Øygarden sum hevur gjørt sangin saman við mammu síni.
Norsk svimjing kundi í dag fegnast um stórslignu svimjihøllina AdO Arena í Bergen, sum er uppkallað eftir heimsmeistaranum Alexander Dale Oen, ið sum kunnugt doyði á venjingarlegu við norska svimjilandsliðnum upp undir OL í London í 2012.
(Image courtesy of Sander Englund Smørdal / simma.nu/no)
Continue reading AdO Arena offisielt tikin í nýtslu
Hetta vikuskiftið skipa norðmenn fyri Bergen Swim Festival 2013 / Alexander Dale Oen Memorial, við imponerandi luttøku serliga frá teimum sum kappaðust við Alex. Báðir OL-meistararnir í bringusvimjing eru har, Dani Gyurta úr Ungarn og Cameron van der Burgh úr Suðurafrika, hin seinni enntá farin frá meistarastevnuni og HM-úttøkustevnuni hjá teimum í Afrika, tí hann vildi til Noregs at heiðra vinmanninum. Í gjár var hann í Øygarden at vitja grøvina hjá Alex, sí grein og video á tv2.no.
OL-vinner @cameronvdburgh la ned blomster på graven til kompisen Alexander Dale Oen i dag. Se Sportsnyhetene 21:25. twitter.com/TV2JohnChr/sta…
— John Christian (@TV2JohnChr) April 18, 2013
Ungarski bringusvimjarin Dániel Gyurta lovaði sum kunnugt nú í summar at fáa gjørt eitt kopi av sínum gullmerki frá OL í London, at geva familjuni hjá Alexander Dale Oen. Nú í vikuskiftinum var hann so í Hamar í Noregi, har norðmenn høvdu sítt árliga ítróttar-galla, og nýtti tá høvi til at siga eitt sindur á norskum eisini. Total respekt higani!
Norðmenn hava fyri løtu síðani almannakunngjørt frágreiðingina frá líksýninum av Alexander Dale Oen, og staðfesta at hann doyði av blóðproppi í einum av kransæðrunum runt hjartað. Tað vísir seg at Alex hevði eina álvarsliga hjartasjúku í hesum æðrum, at trupulleikarnir hann hevði við økslina væl kunnu hava havt samband við hetta, og at skaði var á hjartað sum bendir á at hann hevði havt smáar blóðtøppar 1-2 mánaðir áðrenn. Lesið heldur t.d. her á NRK, til at fáa røttu søguna, ella hyggi at pressufundinum á tv2.no.
Photo courtesy of Helgi Haldórsson, CC BY-NC-ND 2.0
Forferdilig tíðindi av norsku hæddarleguni í Flagstaff, tey funnu Alex deyðan undir brúsuni í morgun, skundaðu hann á sjúkrahúsið, men har var einki at gera. Hann hevði akkurát tosað heim við familjuna yvir Skype. Lesið Aftenposten, VG.
Image courtesy of Helgi Halldórsson, CC BY-NC-ND 2.0
Sum tey skriva á www.simma.nu/no, “Norske journalister blir aldri lei av å utfordre norske svømmere i duell.” Gott at síggja at Alex er í gongd aftur, hevur annars havt trupulleikar við akslunum.
Jeanette Ottesen varð fyri løtu síðani vald til ársins navn í donskum ítrótti, frammanfyri Carolinu Wozniacki og hondbóltsharrarnar. Sí tíðindi her á DR. Alexander Dale Oen varð um sama mundi valdur til ársins mannligi íðkari í Noregi, frammanfyri nøvn sum Petter Northug og Thor Hushovd. Sí tey tíðindini her á NRK. Stuttligt at akkurát tey bæði skuldu veljast, sum vóru ‘í lag’ við Páli og Jón á World Cup í Berlin, Moskva og Stokkhólmi í 2010.
(Jeanette, Malan, Magnus og Pál við morgunmatarborðið á World Cup í Stokkhólmi 2010)
Subaru Norge hevur valt heimsmeistaran í 100 metra bringusvimjing Alexander Dale Oen til sín frontfigur í marknaðarføringini av SUV-modellinum Subaru XV í Noregi, tí at hann eftir teirra tykki er líka ósteðgiligur sum bilurin, og er eitt kent navn ikki bara í Noregi, men eisini í Japan har Subaru kemur frá, sum ein hin størsti kappingarneytin hjá japanska Kitajima Kosuke til OL-gullið í London 2012. Hasin Subaru XV kemur fyrst til Noregs í januar, sum kanska forklárar hví at hann nú koyrir Subaru Impreza. Kul, sí Norges Svømmeforbund á Facebook.