Alex er ársins svimjari í Evropa

DSC00386NRK og Norges Svømmeforbund avdúka nú at evropeiska svimjisambandið LEN hevur valt norska Alexander Dale Oen til ársins mannliga svimjara í Evropa, við atkvøðugreiðslu millum tey 51 limalondini og fjølmiðlafólk. Hetta í tættari kapping við franska Camille Lacourt, 31.9% ímóti 28.9%. Ársins kvinnuligi svimjari bleiv nógv meira yvirbevísandi italska Federica Pellegrini, við 62.9% ímóti 15.7% til bretsku Rebecca Adlington og 14.3% til svensku Therese Alshammar.

Í havsvimjingini vórðu tað Keri-Anne Payne úr Bretlandi og Thomas Lurz úr Týsklandi, aftur yvirbevísandi 42.0% í mun til 24.6% til italsku Martina Grimaldi og 58.8% í mun til 17.6% til grikska Spyridon Gianniotis. Felags fyri øll hesi er, at tey vunnu minst eitt gullheiðursmerki á HM í Shanghai, Pellegrini í 200 og 400 frí, Alex í 100 bringu, Lurz á 5 km og Payne á 10 km.

Djúpt rørdur Alexander Dale Oen setti bestu tíð í hálvfinalu

Djúpt rørdur Alexander Dale Oen setti bestu tíð í hálvfinaluni í 100 bringu. Tíðin var 59.37. Alexander vísti samkenslu við at peika á norska flaggið á húgvuna hjá sær í innleiðandi riðlinum og á bringukrossin undir hálvfinaluna.


[tónleikurin er “Åses død” hjá Edvard Grieg]

Í samrøðuna við NRK aftaná segði hann:
Continue reading Djúpt rørdur Alexander Dale Oen setti bestu tíð í hálvfinalu

Dale Oen væl nøgdur við byrjanina uppá árið

DSC00386Norski Alexander Dale Oen vann silvur og bronsu á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona í vikuskiftinum, og fer nú í dag og í morgin at kappast á stevnuni í Canet, áðrenn leiðin gongur til Monaco í vikuskiftinum. Hann er avbera væl nøgdur við støðuna hjá sær, eisini hóast veðrið í Canet er sum á Bergen-leiðini, regn og vindur:

– Det er den raskeste sesongåpningen min noensinne, veldig mye kjappere enn i fjor. Og det attpåtil rett etter en høydeleir, sier Dale Oen, som kom hjem fra Flagstaff i USA for halvannen uke siden.

Spurdur um hví tað gongur betri nú, sigur hann at orsøkirnar eru mangar, millum annað at hann nú hevur aðrar úrvalssvimjarar at venja saman við hjá Bærumsvømmerne, í mun til í sínum gamla felag Vestkantsvømmerne. Og at skurðviðgerðin í nøsini herfyri hevur viðført, at hann er nógv minni sjúkur enn hann plagar.

Lesið her á Bergensavisen.

Alex venur hjá Dirk Lange í Potsdam

Norski OL-silvurvinnarin Alexander Dale Oen er í hesum døgum í Potsdam í Týsklandi, har hann venur saman við týska bringusvimjaranum Marco Koch undir heimskenda og rímiliga kontroversiella venjaranum Dirk Lange. Ein maður sum Pál og Jón eisini væl kenna, frá ‘battle camp’ har á leiðini. Av Facebook-síðuni hjá Dale Oen: “In Potsdam, training with Dirk Lange who is one if the best coaches in the world. Marco Koch is here to push me on the sets in the pool as well. Looking to be a very hard and painfull week lactate-wise..”

Og nýggjasta av Twitter-síðuni hjá honum:

“Your gonna die” quote Dirk Lange, just before we started our 2,6km breaststroke set.. #potsdamless than a minute ago via web Favorite Retweet Reply

Kelda: www.simma.nu/no
Continue reading Alex venur hjá Dirk Lange í Potsdam

Hetland og Dale Oen javnir í 50 bringu

Teir báðir norsku bringusvimjararnir Aleksander Hetland og Alexander Dale Oen møttust í dag í 50 bringu, á norsku meistarastevnuni á stuttgeil, Hetland sum bronsuvinnari frá Dubai 2010 og Dale Oen sum gullvinnari í 100 bringu frá Budapest 2010. Hetland var skjótari í innleiðandi, og eisini fyrstu helvt av finaluni, men so kom Dale Oen aftur, og náddi akkurát inn við somu tíð sum Hetland, 27.61. Venjararnir viðmerkja at tíðin nyttar ikki so nógv, og kappingin gekk ikki so væl, men at tað tó er gott at soleiðis fáa teir heim at kappast. Hetland venur vanliga í USA, meðan Dale Oen hevur basu í Noregi. Lesið Aftenposten.

Dale Oen skurðviðgjørdur til at kunna venja meira

Norski OL-silvurvinnarin Alexander Dale Oen varð herfyri skurðgjørdur í nøsini, til vónandi at sleppa undan teimum 4 til 6 vikunum sum hann vanliga er krímsjúkur um árið, ella í øllum førum at kunna venja betri hóast krímsjúku. “Jeg kan selvfølgelig trene når jeg er forkjølet, men det er ikke optimalt i forhold til restitusjon eller harde treninger”, sigur norska stórstjørnan. Sí tekst og video her á nrk.no. Funnið á www.simma.nu/no.

Dale Oen breyt mjødnina í heyst

Aftenposten.no avdúkar nú, at pínan sum Alexander Dale Oen stríddist við í november og desember, skyldaðist at hann hevði fingið troyttheitsbrot í mjødnini. Hetta var skaðin sum millum annað merkti, at hann ikki fekk svomið nakað á World Cup í Stokkhólmi, hóast hann var møttur upp og tilmeldaður og alt. Men sjálvur heldur Dale Oen at tað hevur gjørt hann til ein betri svimjara, við tað at tað hevur givið honum tíð at fokusera fult uppá teknikkin.

DSC01474

[Alex saman við føroyska landsliðnum í Stokkhólmi í november]

Dale Oen fær nú ein skammil sum teir í Klaksvík

DSC00386NRK Sport skrivar her at olympiski silvurvinnarin og evropameistarin í 100 metra bringusvimjing Alexander Dale Oen nú sjálvur arbeiðir fyri at fáa ein OMEGA OSB11 startskammil settan upp í Sentralbadet í Bergen, so at hann kann venja startirnar betri.

“Det er i starten jeg kan hente inn mest på kortest mulig tid. For oss gjelder det ikke å være på nivå med de andre, men bedre enn de andre. Vi må jobbe med de små tingene, så sitter de på plass til slutt”, sigur Dale Oen, og heldur áfram, “Det er på grunn av det som skjedde på 50 meter bryst i sommer og jeg vil ha mest mulig lik startfase som jeg har i konkurranse. Derfor valgte jeg å kjøpe den”
Continue reading Dale Oen fær nú ein skammil sum teir í Klaksvík