Salnikov og Popov eru nú forsetar í russiska svimjisambandinum

Tvær tær størstu legendurnar í russiskari svimjisøgu eru nú á odda fyri russiska svimjisambandinum, tá ið Vladimir Salnikov herfyri varð valdur til forseta, har Alexander Popov longu er varaforseti. Salnikov vann gull í 1500 frí á OL í Moskva í 1980 og OL í Seoul í 1988, og hevði sikkurt vunnið í Los Angeles í 1984, um ikki Sovjet boycottaði teir leikirnar. Alexander Popov vann gull í 50 og 100 frí á OL í Barcelona í 1992 og OL í Atlanta í 1996, og setti hartil eitt heimsmet í 50 frí í 2000, sum kom at standa líka upp til superdraktirnar komu í 2008. Les swimnews.com

Popov flytir til Føroya

Eg frætti nú frá okkara liði í Avstraliu, at ein tann kendasti svimjarin yvirhøvur, Alexander Vladimirovich Popov, seriøst umhugsar at flyta til Føroya og búseta seg í Runavík. Hetta tí at hann ynskir at vera meira saman við gentuni hjá sær, sum býr í Føroyum.

Alexander Popov var ‘kongur’ í sínum døgum, sum faktiskt ikki eru so nógv ár síðani. Vann OL gull í 50 og 100 frí í Sydney 1992, og í 50 og 100 frí í Atlanta 50 og 100 frí, umframt silvur í 100 frí í Sydney 2000. Hann er eisini fleirfaldur heimsmeistari, og vann m.a. 50 og 100 frí í Barcelona so seint sum í 2003. Og hevur enn heimsmetið í 50 frí á langbana (50 metrar).

Popov verður ofta brúktur sum demonstratión av ‘perfektari’ sprint-frísvimjing, sum hann lærdi uppá tann harða mátan í Moskva, ta tíð hann vandi har. Venjarin Gennadij Touretski var sum ein heykur yvir honum, og plagdi faktiskt at senda hann upp og heim frá venjing, um ikki hann svam 100% rætt. Og tað kastaði so væl av sær seinni.

Seinni flutti hann (og venjarin) til Avstraliu, at venja nøkur ár saman við millum øðrum polsk-avstralska Michael Klim. Og seinni flutti hann (og Touretski) so aftur til Sveits, har hann er búsitandi í løtuni.

Tað var í Sveits at hann og unnusta hansara møttust, fyri umleið einum ári síðani. Adina Aprijlnova er eisini úr Russlandi, men hevur seinastu árini arbeitt á Bakkafrost á Glyvrum, har hon trívist væl. Nú ynskja tey so at flyta saman; men hvørgin av teimum vil flyta aftur til Russlands, og Adina fær ikki loyvi at búseta seg í Sveits. So tí verður tað Runavík.

Vit vita einki um hvussu vítt føroyska svimjingin fær nakað burtur úr, at Popov flytir hendan vegin. Í fyrstu atløgu ætlar hann sær bara at búgva her og annars arbeiða uttanlands, sum væl ber til við tað at hann mest fæst við at hava ráðstevnur um svimjing og ítrótt sum heild.

Men vit hava væl loyvi at vóna. Kanska tekur Runavíkar Kommuna sær um reiggj, nú tað fer at frættast at ein tann størsti svimjari nakrantíð býr í einari kommunu har størsti svimjihylur ikki rúmar meira enn ein hálvan fólkaskúlaflokk í senn. Kanska Popov fæst at virka sum okkurt slag av ítróttarráðgeva hjá SSF ella ÍSF, við tað at hann hevur universitetsprógv í ítrótti.

Og hvør veit – kanska flytir Touretski við 🙂