Alvi Hjelm svam seg í morgun til A-finalu á Swim Open Stockholm 2018, við tíðini 4:33.47 í 400 metra blandaðari svimjing, fyri síðani í A-finaluni at svimja seg til eitt 8. pláss við tíðini 4:32.41. Alvi eigur føroyska metið á 4:30.17, frá Danish Open í 2016.
Tag: Alvi Hjelm
Óli og Alvi til Swim Open Stockholm 2018
Sviar skipa nú 5. til 8. apríl fyri Swim Open Stockholm 2018, har eisini føroyingar luttaka. Óli Mortensen fer at royna seg í 400, 800 og 1500 frí, meðan Alvi Hjelm fer at royna seg í 400 frí umframt 200 og 400 blandað.

Óli silvur eisini í 400 frí á Trofeu CN Sabadell 2018
Óli Mortensen megnaði aftur í dag at vinna sær silvurheiðursmerki á Trofeu CN Sabadell 2018, tá ið hann í 400 frí svam teinin uppá 3:58.88, sum hartil er undir kravtíð til Evropameistarastevnuna í Glasgow í august. Alvi Hjelm royndi seg eisini í finalu, nú seinnapartin, og varð har nr 7 í 400 blandað, við tíðini 4:36.44.

Føroysk úrslit á Trofeu CN Sabadell 2018
Her lista vit upp føroysk úrslit á Trofeu CN Sabadell – IV Memorial Paulus Wildeboer, har teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm royndu seg. Óli vann í gjár silvur í 1500 metra frísvimjing, og Alvi bronsu í 200 blandað, umframt at Óli í dag vann silvur í 400 frí.

Óli og Alvi í finalur eisini 2. dag í Sabadell
Óli Mortensen og Alvi Hjelm verða at síggja í finalum eisini 2. dag á Trofeu CN Sabadell, nú teir kundu vísa á tilmeldingartíðir sum kvalifiseraðu teir beinleiðis til skjótastu riðlar í ávikavíst 400 frí og 400 blandað.

Continue reading Óli og Alvi í finalur eisini 2. dag í Sabadell
Heiðursmerki til Óla og Alva í Sabadell
Tað gekk upp á stás hjá teimum báðum føroysku svimjarunum í Katalonia, nú finalurnar vórðu avgreiddar á Trofeu CN Sabadell. Alvi Hjelm vann í 200 blandað bronsuheiðursmerki við tíðini 2:08.89, og Óli Mortensen vann við 15:44.11 í 1500 frí eitt silvur heiðursmerki í teirri greinini.
Óli og Alvi í finalur í Sabadell, seinnapartin
Alvi Hjelm royndi seg í morgun í 200 metra blandaðari svimjing, á Trofeu CN Sabadell, og gekk tað sera væl. Tíðin 2:10.15 er besta ‘morguntíð’ hjá honum í longri tíð, og var hartil næstbesta tíð av teimum 29 luttakandi í morgun, soleiðis at hann er víðari til A-finaluna, seinnapartin.
Óli Mortensen hevði frí í morgun, tí at hann er beinleiðis víðari til besta riðil í 1500 frí, eisini seinnapartin, við næstbestu tíð av øllum.
Sambært tíðarætlanini er finalan hjá Alva kl 17:25, og tann hjá Óla kl 17:33, katalonska tíð. Katalonsk tíð er sum donsk tíð, ein tíma frammanfyri føroysk. Úrslit frá stevnuni koma leypandi her.

Alvi og Óli til Trofeu CN Sabadell
Hetta vikuskiftið kappast Alvi Hjelm og Óli Mortensen á Trofeu CN Sabadell í Katalonia, saman við liðfelagum sínum í Hovedstadens Svømmeklub. Og tað kann verða heilt spennandi – Óli hevur næstbestu tilmeldingartíð í 1500 frí og fimtbestu í 400 frí, meðan Alvi hevur sjeyndbestu bæði í 200 og 400 blandað.

Stevnan hevur fingið hjáheiti TR Paulus Wildeboer, til minnis um tiltikna niðurlendska venjaran sum var venjari leingi í Spania, áðrenn hann gjørdist landsliðsvenjari hjá Danmark, og millum annað vandi Lotte Friis og Jeanette Ottesen til heimsmeistaraheiti, umframt Pál Joensen til HM-bronsu. Olaf Wildeboer, sonur Paulus, er nú venjari hjá Alva og Óla.
Startlistin til stevnuna sæst her, og teir báðir í Katalona heilsa at eitt slag av ‘live timing’ eisini verður at síggja her. Kappast verður í Piscines Carles Ibars í Sabadell, leygardag 10. og sunnudag 11. mars 2018, við innleiðandi riðlum frá kl 9.30 og finalum frá kl 16:30, Katalonia tíð, sum er ávíkavist kl 8:30 og 15:30 her í Føroyum.
HSK rósar Alva fyri avrik síni í vetur
Hovedstadens Svømmeklub hevur kosið Alva Hjelm til úrvalssvimjaran hjá sær í desember og januar, við hesum orðum:
Elite 1 nominerer hermed Alvi Hjelm som månedens svømmer på elite 1.
herunder for følgende grunde:
Alvi Hjelm er udvalgt som månedens svømmer fra Elite 1. Han udvælges på hans stærke performance op til, og til det fornyligt overstået EKM i Royal Arena.
Alvi er den mest rutinerede herresvømmer, der befinder sig på Elite 1 i øjeblikket. Med tidligere deltagelse til VM og EM har han haft mulighed for at indsamle sig en del international erfaring, som han skulle vise, at han kunne sætte i spil. Dette må siges at lykkes.
Med 2 flotte løb i henholdsvis 200 IM og 400 IM, i nye bedste tider (2.02.85 og 4.19.92), viser Alvi, at han har lært at modstå presset, når han står på den helt store scene. En kvalitet, som vi mener, kan assistere Alvi langt frem i hans svømmekarrierer.
Hvad endnu flottere er, at de tidligere personlige rekorder i 200 IM og 400 IM var sat i måneden forinden til andre mesterskaber. Alvi formår dermed at vende hjem, forblive koncentreret og hårdtarbejdende, og løfte sit niveau til nye højder på den store scene. STÆRKT!
Et kæmpe stort tillykke med din stærke performance og titlen som månedens svømmer!
Lesið her á hsk.dk
Alvi 4:38.83 í 400 blandað á Mare Nostrum í Canet
Alvi Hjelm royndi seg nú í morgun í innleiðandi 400 metra blandaðari svimjing á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon, og varð har nummar 13 við tíðini 4:38.83. Hetta er fimtbesta tíðin hjá Alva í ár, har hansara ársbesta tíð er 4:35.80 frá Danish Open í apríl mánaða. Portugisiski Alexis-Manacas Santos var við 4:26.02 skjótastur í innleiðandi riðlunum, meðan kinesiski Yutian Wang við 4:33.66 var spakuligastur av teimum som sluppu í A-finaluna. Sí úrslitalistan her.