Alvi 15:35.56 og gullnál

Alvi Hjelm úr Ægir megnaði í gjár at vinna sær gullnál, tá ið hann á NJM í Vaasa svam 1500 metra frísvimjing uppá 15:35.56. Hetta var nóg gott til at gerast nummar 5 í kappingini, har føroyingar sostatt blivu nummar 3 og 5. Tað var ein rættiliga stór betring hjá Alva, í mun til hansara tilmeldingartíð og persónliga met á 15:48.58, og hartil nóg gott til at um hetta hevði verið á NJM í Havn í 2007, so hevði hann vunnið silvur á Anders Lie, ið nú í gjár luttók í finaluni í 400 metra frísvimjing, her í Istanbul.

Óli og Alvi silvur og bronsu á NMU 2012

Teir báðir Óli Mortensen úr HS og Alvi Hjelm úr Ægir hava júst vunnið sær silvur og bronsu á NMU 2012, við frálíku tíðunum 16:17.10 og 16:22.48. Tíðin hjá Óla er nýtt føroyskt juniormet har metið hjá honum frá ÍM 2012 í apríl var 16:18.15, men Henrik Christiansen úr Noregi var tó aftur í einum klassa fyri seg, við tíðini 15:47.83. Sí úrslitalista her.

Óli og Alvi á NMU 2012

(Óli og Alvi á NMU 2012)

Video hjá ‘Kobba’ frá venjingarleguni í Florida

Íslendski Jakob Jóhann Sveinsson hevði videotólið við tá ið hann og (íslendsku) Ægir og tveir føroyingar fóru til Florida á venjingarlegu nú í jólaferiuni 2011-2012. Um tit hyggja væl so síggja tit bæði Óla Mortensen og Alva Hjelm á felagsmyndunum, tveir ungar garpar sum kláraðu seg væl nú á Ægir-stevnuni um vikuskiftið 🙂