Nógv heiðursmerki á AMÍ 2011

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Føroysku svimjararnir vunnu tilsamans 9 gull, 9 silvur og 6 bronsuheiðursmerki á AldursflokkaMót Íslands á Akureyri um vikuskiftið, hóast teir fyri størsta partin hoyrdu til yngru svimjararnar í hvørjum aldursbólki, og høvdu torført við at venja seg við at kappast uttandura í 6 til 12 gradirs hita.

AMÍ 2011 Heroes
Continue reading Nógv heiðursmerki á AMÍ 2011

AMÍ-svimjararnir gjørdu bart í skjótu stafettunum

Okkara lið snøgt sagt flongdu íslendingar í kvøld, tá ið bæði betra gentustafettin og dreingjastafettin vunnu 4×50 frí við einum 3-4 sekundum í part aftur til tey sum gjørdust íslendskir aldursbólkameistarar. Harvið er AMÍ 2011 avgreitt, við einum 9 gullmerkjum, 9 silvur og 6 bronsu til føroyingar, hóast okkara fyri stóran mun hoyrdu til yngra árgangin av tveimum í hvørjum aldursbólki.

Cool ella bara kaldir ?
Continue reading AMÍ-svimjararnir gjørdu bart í skjótu stafettunum

Góð úrslit eisini síðsta kvøld á AMÍ 2011

Tak meg ikki í tí, men tað virkar sum um at føroysku svimjararnir fingu krammið á hasum uttandurahylinum, her ímóti endanum. Nógvar góðar betringar í síðsta parti av stevnuni, silvur til Óla Mortensen úr Havnar Svimjifelag í 400 frí, og gull og bronsu til Kristinu Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag og Bjørk Svabo Róadóttir í 100 rygg. Nú eru bara úrslitini frá síðstu stafettunum eftir at fáa, men skurðurin er góður, eini 7 gull, 6 silvur og 9 bronsu til føroyingarnar, í kapping við bestu javngomlu íslendingum.

ami2011-kristina-elin

LIVE-síðan við at vera klár til Oyggjaleikir 2011

Sjokeraður yvir at føroysku miðlarnir ikki varpaðu beinleiðis frá hálvum maratoni í morgun, eri eg nú farin undir at savna saman tað tilfar sum eg yvirhøvur dugi at finna, á www.svimjing.com/live. Sjálvsagt við fokus á svimjing her, og við AMÍ-stevnuni afturat, sum hevur sín síðsta dag í dag. Skiftið yvir á Isle of Wight Radio, tit sum í hesum døgum ikki tíma at lurta eftir bandaðum horntónleiki 🙂



Video streaming by Ustream

Yvirlit yvir føroysku úrslitini á AMÍ 2011

Nú tók eg meg saman til at gera hatta lovaða yvirlitið, yvir úrslitum og heiðursmerkjum á AMÍ 2011. Tey høvdu vunnið eini 15 heiðursmerki tilsamans tl og við í gjár – 5 gull, 6 silvur og 4 bronsu – nokk so væl býtt so at Óli úr HS vann gull í 200 frí, Eyðbjørn úr SuSvim í 400 frí, og stafettirnar við gentum og dreingjum úr øllum luttakandi feløgum tey síðstu 3 gullheiðursmerkini.

Victoria W, Kristina Elin oa á AMÍ 2011
Continue reading Yvirlit yvir føroysku úrslitini á AMÍ 2011

Føroyingarnir koyra á víðari á AMÍ 2011

Skilji eftir práti við Dan har yviri í Íslandi, at føroyingarnir hava nokk so ringt við at venja seg við at svimja undir teirra uttandura umstøðum, har vatnið er ríkiliga heitt men luftin køld. Tey hava tí torført við at svimja upp til sínar bestu tíðir, men læra tó eina rúgvu, og klára seg eisini avbera væl ímóti íslendingunum.

ami2011-4x100blanda-2
Continue reading Føroyingarnir koyra á víðari á AMÍ 2011

Fleiri heiðursmerki fríggjadag á AMÍ 2011

Hóast tað tykist sum um føroyingarnir hava torført við at liva upp til sínar bestu tíðir, so gongur tað væl á Akureyri, við hasum gullinum til Óla og onnur heiðursmerki afturat. Eg hyggi gjøgnum startlistan nú, og royni at lista upp her niðanfyri. Serliga stafettirnar settu seg í respekt, við at svimja skjótast í sínum aldursbólkum bæði hjá dreingjum og gentum, og hava eykastafettina hjá gentum eisini í topp-fimm.

IMG_5038
Continue reading Fleiri heiðursmerki fríggjadag á AMÍ 2011