Franski Alain Bernard megnaði ígjár einans at kvalifisera seg til B-finaluna av 100 frí á Amsterdam Swim Cup, tá ið hann við tíðini 50.44 gjørdist nummar níggju í innleiðandi riðlunum, aftanfyri millum annað tríggjar aðrar fraklendingar (Mallet, Meynard og Gilot). Hann valdi at trekkja seg frá B-finaluna, og stúrir av álvara fyri sínum formi, nú bara tvær vikur eru eftir til fronsku úttøkustevnuna til EM í summar. Úrslitini hjá honum vóru heldur ikki so góð á stevnu í Nice herfyri, og tey fara tí at kanna blóðið hjá honum nú, til at síggja hví so lítil effekt er av 3 vikurs harðari hæddarlegu. Besta langgeilatíð hjá Bernard er 46.94, frá stevnu í Montpellier í apríl í 2009. Les swimsportnews.de
Tag: Amsterdam Swim Cup 2010
Nystrand og Bernard á Amsterdam Swim Cup
Her er ein eitt sindur ørvísi vinkul uppá eina svimjikapping, har svenski Stefan Nystrand og franski Alain Bernard svimja 50 frí á Amsterdam Swim Cup í dag. Teir gjørdust nummar 2 og 3, við tíðunum 22.67 og 22.76, aftanfyri franska Fabien Gilot sum svam 22.55. Niðurlendska Ranomi Kromowidjojo fekk kanska besta úrslitið í dag, triðja dag á hesari stevnu, tá ið hon í 100 frí svam heimsins bestu tíð í ár, 53.44. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.