Man kann ikki siga annað enn at stimin er góður hjá Magnusi Jákupssyni; nú seinnapartin svam hann fyri fimtu ferð á EJM í Antwerpen, og setti hann tá fyri fimtu ferð bæði føroyskt met og juniormet. Hesu ferð í hálvfinaluni í 200 metra ryggsvimjing, við tíðini 2:04.12 har metið hjá honum frá í morgun var 2:04.43, og áðrenn tað 2:07.29 frá Mare Nostrum í Monaco í 2012. Sí úrslitalistan her.
Tag: Antwerpen 2012
Petur Heðin í útvarpinum
Magnus klárað kravtíð til HM í Barcelona 2013
Sum kunngjørt á heimasíðuni hjá stevnuni, so er EJM nú í Antwerpen ein hin fyrsti møguleikin at kvalifisera seg til næstkomandi heimsmeistarastevnu, sum verður í Barcelona í 2013. Kravtíðirnar síggjast her á heimasíðuni hjá altjóða svimjisambandinum FINA; tær eru harðar men vit kunnu tó staðfesta at Magnus Jákupsson longu hevur klárað onkra, við sínum 24.69 í 50 firvald, fyrradagin, har kravtíðin hjá FINA er 24.80.
Continue reading Magnus klárað kravtíð til HM í Barcelona 2013
Magnus 2:04.43, føroyskt met og hálvfinalu í 200 rygg
Magnus Jákupsson hevur fyri løtu síðani sett nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing, í innleiðandi riðlunum á EJM í Antwerpen. Talan var um stóra betring, gamla metið hjá honum var 2:07.29 frá Mare Nostrum í 2010, nú er tað 2:04.43. Magnus kvalifiseraði seg við hesum eisini í hálvfinaluna seinnapartin, við 14. bestu tíð har besti svimjari svam 2:02.17 og spakuligasti av teimum 16 kvalifiseraðu 2:05.21. Sí úrslitalista her.
Magnus hevur til nú sett 4 føroysk met og 4 juniormet á hesi stevnu: 2 ferðir føroyskt met og juniormet í 50 firvald, eitt sett eisini í 100 rygg, og so nú í morgun í 200 rygg. Cecilia hevur hartil sett juniormet í 400 og 200 frí, so tað stendur ikki so galið til har suðuri 🙂
Cecilia um 400 frí á EJM í Antwerpen
Petur Heðin tosar við Ceciliu W. Eysturdal í gjár, um teir 400 frí har hon setti juniormet.
Heðin um 100 frí á EJM í Antwerpen
Petur Heðin tosar við Heðin L. Olsen, um teir 100 frí í gjár.
Cecilia 4:37:51 og nýtt juniormet í 400 frí
Cecilia W. Eysturdal setti í morgun nýtt juniormet í 400 metra frísvimjing, í innleiðandi riðlunum á EJM í Antwerpen. Nýggja metið er 4:37.51, har metið hjá henni frá Mare Nostrum í 2011 var 4:40.09. Heðin L. Olsen royndi seg eisini í morgun, hann svam 100 metrar uppá 53.46 har føroyska metið hjá honum er 53.37.
(Heðin 100 frí í Antwerpen. Hann er á geil 7, næst-tættast okkum)
Magnus 2 føroysk met og víðari í hálvfinalu
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Magnus Jákupsson hevur í morgun sett tvey nýggj føroysk met og juniormet í innleiðandi riðlunum á EJM í Antwerpen, og kvalifiserað seg til hálvfinalu seinnapartin. Hinir tríggir føroyingarnir svumu eisini væl, heilt nær og undir sínum bestu tíðum.
(Mynd av Magnusi sum Hanna tók í Antwerpen)
Continue reading Magnus 2 føroysk met og víðari í hálvfinalu
Cecilia og Guðrun stutt frá juniormetinum í 100 frí
Tær báðar Cecilia W. Eysturdal og Guðrun Mortensen luttók fyri løtu síðani í innleiðandi riðlunum av 100 metra frísvimjing á EJM í Antwerpen, og gjørdust tær har ávikavist nummar 54 og 55 av 57 luttakandi við tíðunum 1:01.67 og 1:01.96. Guðrun eigur føroyska juniormetið á 1:01.62. Sí úrslitalista her.
Magnus 24.79 og føroyskt met í 50 firvald
Magnus Jákupsson setti í morgun nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra firvaldasvimjing, í innleiðandi riðlunum á EJM í Antwerpen, við tíðini 24.79 har metið hjá honum frá EJM 2011 var 24.96. Magnus varð nr 8 av 51 luttakarum, og hann er tí eisini væl og virðiliga víðari til hálvfinaluna seinnapartin, har 16 sleppa við.
(Magnus í hvítari hettu á geil 6, triðnærmast okkum)
Heðin L. Olsen luttók eisini í kappingini, hann gjørdist nr 48 við tíðini 26.98, eitt sindur frá bestu tíð hansara á 26.41 frá EM í Debrecen. Sí úrslitalistan her.
(Heðin í hvítari hettu á geil 8, nærmast okkum)
Fylgið við her á Facebook, har hendir mangt og hvat 🙂