Aqua Clinic 2011 er nokk tann besta ever

Jón Bjarnason og undirritaði eru í løtuni á árligu donsku ‘Aqua Clinic‘ ráðstevnuni, har røðararnir eru millum annað Sean Kelly frá Stockport Metro, Rasmus Ankersen og Paulus Wildeboer. Temaið er ‘talentmenning’, og niðurstøðan rættiliga klassisk, at tey ungu mugu venja nógv aerobt og varierandi ímóti 400 blandað, áðrenn tað er ov seint. At tey ikki fáa ov nógv tilboð ov tíðliga, so at tey mettast. At tað eru tey ‘svongu’ sum vilja stríðast sum verða til nakað í síðsta enda, heldur enn ‘talentini’. Og at tey ikki sleppa at spesialisera seg á 50 metrunum, uttan so at tað er rættiliga vist at tey verða 2 metrar høgar bjarnir sum Alain Bernard. Eg skal royna at skriva okkurt seinni, úr notunum.