Svimjing er sunt fyri børn við astma

Ein nýggj sponsk/bretsk kanning staðfestir tað sum vit í fyri nøkrum árum síðani øll vistu onkunsvegna, at tað er faktiskt er sunt fyri børn við astma at svimja, eisini hóast tað er í klorvatni. Tey kannaðu 5738 børn frá tí at tey vóru fødd, og sóu at tað var serliga gott fyri børn við astma at byrja at svimja, við tað at tey fingu betri lungu, og færri astmasymptom.

Ella sum Asthma UK orðar tað:

‘This large, well-designed study therefore suggests that swimming regularly in chlorinated pools does not cause asthma in children, but can in fact improve their lung health.’

Continue reading Svimjing er sunt fyri børn við astma

Svimjarar hava astma tí at svimjing hóskar til astmatikarar

Umleið hetta er niðurstøðan í finskari gransking av úrvalssvimjarum, at “Swimming is recommended for asthmatics. However, many competitive swimmers report asthmatic symptoms“. Granskarar á lærda háskúlanum í Helsinki kannaðu spurnarskema frá 200 royndum finskum úrvalssvimjarum, harav 32 søgdu seg hava av lækna staðfest astma, íroknað 24 sum fáa astmaherðindi bara tá ið tey kýta seg. 81 søgdu seg hava ovurviðkvæmi staðfest av lækna, og 84 søgdu seg fáa herðindi sum kundu bent á astma. Men felags fyri tey flestu var, at tey fáa bara herðindi tá ið tey kýta seg upp um mjólkarsýrugrensuna, og at tað í familjuni hjá teimum eru fortilfeldi av astmatikarum. Niðurstøðan hjá granskarunum er, at familjusøgan er fremsta orsøk til astma hjá hesum svimjarum, at títtleikin av astmatikarum er størri enn vanliga millum fólk, men tó ikki størri enn í øðrum úthaldnisítróttum. Les swimnews.com

Jo Jackson er við at forkoma av astma

Bretska Joanne Jackson vann bronsu í 400 frí á OL í Beijing, setti heimsmet í greinini í mars 2009, og vann silvur á HM í Rom í august. Men vegna astma mátti hon melda avboð til landsdystin ímóti USA í desember, og síðani er tað bara versnað. Ein samanseting av astma, køldum vetri, influensa og kroniskum biholubetendilsi merkir, at hon hevur ikki kunnað vant meira enn 30-40% av tí sum hon og venjarin halda at hon átti .. og at hon til tíðir hevur havt astma-anføll so ógvuslig, at fysioterapeuturin eftirfylgjandi mátti seta rivjabein upp á pláss aftur, sum vóru hoppað út.

Hon fær ikki trenað startir og styrkivenjing, tí at bringukassin í løtuni er so viðbrekin. Tey geva henni ongan kjans at koma at luttaka á EM í Budapest í august, men tó so fer hon nú at luttaka á úttøkukapping hjá bretum, til Commonweath Games í Delhi í oktober. Ikki fyri at gerast millum favorittarnar, men fyri bara at koma á liðið. Langtíðarmálið er og verður OL í London í 2012, og tað er tí kanska bara gott at hetta hendi so mikið langt frá 2012, so at tey komandi ár kunnu verja seg betur.

Eftir úttøkukappingina í næsti viku verður fundur millum venjara, landsvenjara, ítróttarstjóra og lækna, at gera eina langtíðarætlan fyri Jackson, har læknin sigur at tvey týdningarmestu stigini vera, at fáa røttu medisinsku viðgerð til hana, og at koyra hana á venjingarlegur í heitum londum, tá ið influensafarsóttirnar herja um veturin.
Continue reading Jo Jackson er við at forkoma av astma

Pinkubarnasvimjing økir um vandan fyri astma

Belgiskir granskarar hava staðfest leinki millum pinkubarnasvimjing og lungnasjúkuna ‘bronchiolitis’, astma og lungnaovurviðkvæmi sum hoyfepur, líka mikið um talan var um innandura ella uttandura svimjihyl. Sum ikki einaferð mest sannlíkt vegna klorið, ið nýtt verður til at sóttreinsa vatnið við. Teir viðmæla ikki at halda børnini burtur frá pinkubarnasvimjing, men heldur at umganga hyljar sum klora ógvusliga. Sovorðnir hyljar kunnu kennast aftur við at teir lukta ógvusliga av klor, og við tað at teir irritera húð, eygu og háls hjá teimum sum nýta teir. Les reuters.com

Astma millum svimjarar ikki verri enn hjá øðrum úthaldnisíðkarum, sigur danska svimjisambandið

Dansk Svømmeunion hevði nú tann 22. januar ein ‘Gå-hjem’ fund um astma og inniklima, í sambandi við at ein ph.d.-kanning í heyst staðfesti serliga høgan títtleika av astma millum úrvalssvimjarar. Tit kunnu lesa ein samandrátt her á svoem.dk, og annars dragi eg skjótt samanum her í tí fylgjandi.
Continue reading Astma millum svimjarar ikki verri enn hjá øðrum úthaldnisíðkarum, sigur danska svimjisambandið

Svar frá SVØM uppá astma-søguna

Sum nevnt fríggjadagin, so bendir ein nýggj kanning á Bispebjerg Hospital á, at 2 út av 3 elitusvimjarum fáa astma av at íðka sín ítrótt. Danska svimjisambandið ger á heimasíðu sínari viðmerkingar til søguna, sum eg tíverri ikki fái leinkjað beinleiðis til; men sum í stuttum vísa á at talan um ein heilt serliga hóp av svimjarum, heldur enn um ein generellan trupulleika.
Continue reading Svar frá SVØM uppá astma-søguna

Elvir svimjing til astma ?!?

Ofta verður sagt at svimjing er gott fyri astmatikarar, tí at luftin í høllini er so heit og slavin. Men í SvømmeKlubben SYD hava fleiri elitusvimjarar nú fingið staðfest astma; og orsøkin verður hildin at vera tann vánaliga luftútskiftingin í Svømmecenter Falster. Tit kunnu lesa um hetta á heimasíðuni hjá TV2 ØST, á heimasíðuni hjá Svømmeklubben SYD, og á heimasíðuni hjá Svømmecenter Falster.