Astrið og Birita 50 frí á World Cup í Berlin 2012

Astrið Foldarskarð og Birita Debes úr Ægir luttaka her í 50 metra frísvimjing á World Cup stevnuni í Berlin, leygardagin hin 20. oktober 2012. Birita svam 26.83 og Astrið 28.00, har bestu tíðir hjá teimum eru ávikavist 26.46 og 26.87. Sí úrslitalistan her.

Kinovea er eitt ókey ókeypis forrit til videoanalysu

Forritið Kinovea er sum tey siga á heimasíðuni www.kinovea.org, “free and open source video analysis software for coaches, athletes and medical professionals”. Funkurnar eru sovorðið sum at kunna samanbera videoir, gera viðmerkingar og tekna á videoina, taka tíð, máta vinklar, forstørra og fylgja eini rørslu. Eg havi roynt tað eitt sindur, og eri imponeraður av hvussu væl tað riggar.

Her niðanfyri er tað Astrið sum rakar vatnskorpuna eftir trackstart …

kinovea_astrid
Continue reading Kinovea er eitt ókey ókeypis forrit til videoanalysu