Tríggir svimjarar ákoyrdir av bussi á Evropeisku Leikum í Baku

Tríggjar 15-ára gamlar gentur vórðu í morgun ákoyrdar av einum shuttle bussi í “Athlete’s Village” á Evropeisku Leikum í Baku, nú stutt áðrenn tær skulu royna seg fyri Eysturríki í synkosvimjing á leikunum. Tvær av teimum vórðu so mikið illa skaddar, at tey valdu at senda tær við flúgvara aftur til Wien, meðan tann triðja kundi útskrivast aftur í Baku. Lesið t.d. her á BBC.

Image by Trevor Claringbold, CC BY-SA 2.0

Niðurlond uppgeva at hýsa Evropeisku Leikum 2019

Niðurlendsku myndugleikarnir hava í dag fráboðað at tey ikki fara at kunna hýsa Evropeisku Leikum í 2019, tí at teir fara at kosta ov nógv í mun ta luttøku sum er væntandi. Niðurlond fingu annars leikirnar fyri minni enn einum mánaða síðani, millum 6 kandidatar harav Niðurlond vórðu hildin at vera einasta seriøsa boðið. Eitt álvarsligt bakkast fyri EOC, beint upp undir Evropeisku Leikir í Baku. Lesið t.d. Deutsche Welle.

Úttøka til Evropeisku Leikir í Baku

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at taka út fylgjandi svimjarar til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2015, sum samstundis eru fyrstu Evropeisku Leikir.

  • Marius Ihlen Gardshodn, Havnar Svimjifelag
  • Ásbjørg Hjelm, Ægir
  • Signhild Joensen, Ægir
  • Maria Bjarnastein Antoft, Havnar Svimjifelag
  • Lív Erlingsdóttir Eidesgaard, Havnar Svimjifelag


Continue reading Úttøka til Evropeisku Leikir í Baku

Video frá úttøkustevnuni í dag

Her eru nakrir riðlar frá SMS úttøkustevnuni til oyggjaleikir og Baku, sum Havnar svimjifelag skipar fyri hetta vikuskiftið. Fleiri svimjarir svumu undir kravtíð millum annað Óli Mortensen og Marius Ihlen Gardshodn úr HS í 400 frí hjá monnum (riðil 3, geil 4); Astrið Foldarskarð (HS), Jonna Bjartalíð Thomsen (Ægir) og Lív Eidesgaard (HS) í 50 firvald (riðil 4, geil 3, 4 og 2); Alvi Hjelm (Ægir) og Bartal Hestoy (HS) í 200 blandað (riðil 1, geil 4 og 3) og Sára R. Nysted úr Susvim í 200 blandað (riðil 2, geil 3).

Tíðin hjá Sáru R. Nysted í 200 blandað var 2:19.78, sum sær út til at vera nýtt føroyskt met og junior met. Tó, úrslitini her skulu takast við fyrivarni tí tey eru ikki váttaði. Gamla metið hjá Poulu Ø. Mohr frá NM 2012 var 2:20.21.

Kravtíðir til EJM/EL, NMU og HM 2015

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Starvsnevnd SSF hevur ásett viðfestu kravtíðir til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna og Evropeisku Leikir í Baku í Aserbadjan hin 23. til 27. juni 2015, og til HeimsMeistarastevnuna í Kazan í Russlandi hin 2. til 9. august 2015.

Photo courtesy of Amar77, CC BY-SA 3.0
Continue reading Kravtíðir til EJM/EL, NMU og HM 2015

Baku váttar 5 pláss til føroyskar svimjarar á Evropeisku Leikum

Tíðindi vegna Svimjisamband Føroya

Svimjisamband Føroya fekk í gjár váttan frá fyriskiparunum av Evropeisku Leikum í Baku, at vit sleppa at luttaka har við fimm føroyskum svimjarum og trimum leiðarum. Og hetta er væl at merkja ikki ein apríl-søga.


Continue reading Baku váttar 5 pláss til føroyskar svimjarar á Evropeisku Leikum

Mentamálaráðharrin og ÍSF-forsetin hittu IOC-forsetan og Krúnprinsin í CPH

Lesið her á mmr.fo

Í gjár hitti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í ítróttamálum, saman við Petur Elias Petersen, forseta í ÍSF, Thomas Bach, sum er forseti í altjóða olympisku nevndini IOC. Teir umrøddu trupulleikarnar við føroysku luttøkuni á evropeisku juniormeistarakappingini í svimjing, sum verður í Baku í summar. Og harumframt var føroyska ynski um limaskap í IOC eisini umrøtt.


Continue reading Mentamálaráðharrin og ÍSF-forsetin hittu IOC-forsetan og Krúnprinsin í CPH

100 dagar til Evropeisku Leikir (og EJM) í Baku

LEN hevur júst sent út tíðindaskriv um Evropeisku Leikir í Baku, nú tað eru 100 dagar til leikirnir skulu byrja.

Fyri okkum føroyingar hevur hetta brotið væl serligan áhuga, nú ivamál er sátt um hvussu vítt leikirnir eru eitt LEN tiltak ella ikki, og serliga um hvussu vítt talan enn er um EJM.

“LEN has decided to integrate the 2015 editions of its junior European Championships to the Games programme. “Our junior European events can look back a long and rich history and they are guaranteeing outstanding races” the LEN President considered.

“The brightest stars of European aquatics have made their names first at these events, our young athletes already represent great quality and are capable of producing really high standard competitions.””


Continue reading 100 dagar til Evropeisku Leikir (og EJM) í Baku