Síðsti dagur á BCN2013

Ein stutt briefing áðrenn síðstu innleiðandi riðlar á HM í svimjing í Barcelona 2013. Tit síggja túrin inn á Palu Sant Jordi, umstøðurnar runt sjálvan hylin, og eg tosi heilt stutt við Bartal Hestoy, sum skal kappast í 400 blandað nú í morgun. Bartal svimur í fyrsta riðli í morgun, klokkan 09:00 føroyska tíð. Hann er á geil 0.

BCN2013 – Sun Yang svam 1:43.16 í 200 frí stafettini

Sun Yang var tann stóra hetjan í gjár í 200 frí stafettini, har hann, sum síðsti maður hjá kinesum, heintaði góð tvey sekund og fangaði Japan og Frakland á allarsíðstu metrarnar og tryggjaði Kina eina bronsu við splitttíðini 1:43.15. Vit kunna samanbera tíðina hjá Sun Yang, sum gott nokk hevði flúgvandi start, við gull tíðina hjá Yannick Agnel í 200 frí, sum var 1:44.20. USA og Russland vunnu gull og silvur. Í videobrotinum sæst Sun Yang niðast á geil 8 aftaná 5 min og 10 sek.


Continue reading BCN2013 – Sun Yang svam 1:43.16 í 200 frí stafettini

Pál 14:57.76 og víðari til HM-finalu í 1500 frí

Pál Joensen megnaði enn einaferð at svimja seg víðari til altjóða finalu á hægsta stigi, tá ið hann í innleiðandi riðlunum av 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:57.76. Finalan er í annaðkvøld, sunnukvøldið 4. august 2013.

Untitled

Pál svam í triðja riðli av fýra, og tað sá ógvuliga kontrollerað út. Pál valdi ikki at fylgja við innleiðandi oddafiskunum í sínum riðli, sum millum annð taldu Gergely Gyurta úr Ungarn, ið sum nevnt luttók í 25 km havsvimjing síðsta vikuskifti.

Hann slepti tó ongantíð endanum heilt, og dróg teir so inn aftur ímóti endanum. Kanadiski Ryan Cochrane vildi nokk prógvað nakað, og var tí ongantíð til at fanga í hesum riðli; men Pál tók so allar hinar aftur, íroknað avstralska Jordan Harrison í einum seigpínandi endaspurti á umleið 200 metrar.

Planurin helt so gott sum fullkomiliga; Pál svam gott nokk nøkur sekund skjótari enn hann hevði ætlað og væntaði vildi røkka til eina finalu, men tað mátti nokk til til at tryggja sær plássið í finaluni. Og síðsti riðil vísti seg so lukkutíð ikki at eiga nakra sensatión. Eitt fimtapláss í finaluni er óført, tí tá liggur hann mest sannlíkt nær teimum sum fara at føra í morgin, og kann so betur draga nyttu at teimum.

úrslitalistan her.

Jon Hestoy valdur í teknisku nevnd hjá FINA

Altjóða svimjisambandið kunngjørdi í gjár tey fólk sum eru vald millum annað í teknisku nevnd fyri svimjing á opnum vatni, sonevndu TOWSC (Technical Open Water Swimming Committee), komandi fýra árini. Ein teirra er Jon Hestoy, formaður í Svimjisambandi Føroya, sum í 15 ár hevur røkt líknandi uppgávu fyri evropeiska svimjisambandið LEN.

DSC01032

(Hestoy saman við øðrum kendum fólki í Barcelona, “Home” Gharavi og pápa Yannick Lebherz)

Hetta er ógvuliga spennandi fyri Hestoy og okkum føroyingar, tí harvið verður hann ikki bara ein virkin lutur á HM og World Cup og líknandi sum hoyrir beinleiðis undir FINA, fram til HM í Gwanjun í Korea í 2017; men eisini á Olympisku Leikum í Rio í Brasil í 2016. Ein kann siga, at fyrsti føroyingurin longu er úttikin til Rio 2016 🙂

Sjeyndi dagur á BCN2013

Ein stutt briefing áðrenn sjeynda kappingardag á HM í svimjing 2013. Í dag skal Pál royna at kvalifisera seg til finaluna í 1500 metra frísvimjing, í innleiðandi riðlunum sum byrja klokkan 09:49 føroyska tíð. Pál er í triðja riðli sum byrjar góðan hálvan tíma eftir at fyrsti riðil er byrjaður, tað vil siga umleið klokkan 10:30 í Føroyum.

Poula 28.52 og nýtt føroyskt met í 50 firvald

Poula Øssurdóttir Mohr setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt met í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á heimsmeistarastevnuni í Barcelona svam teinin uppá 28.52 sekund. Hetta er stór betring av metinum í mun til tær 28.94 sum Astrið Foldarskarð svam á Danish Open í mars mánaða, og enn størri persónligt met hjá Poulu. Tíðin rakk til eitt 41. pláss av 60 luttakandi, sí úrslitalistan her.

DSC01029

Sætti dagur á BCN2013

Ein stutt briefing úr bussinum á veg niðan á Montjuïc. Føroyska luttøkan í dag er Poula Øssursdóttir Mohr, sum fer at svimja 50 firvald nakað eftir klokkan 09:24, føroyska tíð, í næstu kapping í morgun, riðli 3, geil 6. Besta tíð hjá henni er 29.05, Astrið Foldarskarð eigur føroyska metið sum er 28.94 frá Danish Open í mars mánaða.