Birita Debes luttók fyri løtu síðani í 50 metra ryggsvimjing á HM í Barcelona, og megnaði hon har at svimja seg til eitt 40. pláss av 51 luttakandi, við tíðini 30.57. Hetta er fjórbesta tíð sum hon (ella nøkur onnur føroysk kvinna) nakrantíð hevur svomið, har føroyska metið hjá henni er 30.12 frá Danish Open í mars mánaða. Sí úrslitalistan her.
Tag: Barcelona 2013
Fjórði dagur á HM í Barcelona 2013
Ein stutt briefing úr Palau Sant Jordi, meðan tey hita upp. Tíðirnar eg nevni eru føroyskar klokkutíðir. Hetta riggar bara fínt við GoPro Hero 2 og Zoom H2 mikrofon 🙂
Tríggir føroyingar í kapping í dag
Katie Ledecky 15:36.53 og heimsmet í 1500 frí
Stóra søgan frá finalunum á HM í Barcelona í kvøld, var heilt vist holmgongan millum Lotte Friis og amerikansku Katie Ledecky, har tær báðar drógu longur og longur frá heimsmetinum, lið um lið, uttan at hvørgin vildi dvína. Fyrst við 1400 slapp Ledecky frá Friis, so at hon tók heimsmetið, báðar tó væl undir tað nú farna.
Væl móttikin á Hotel Confortel Barcelona
Pál 7:50.81 og í HM-finaluni í 800 frí
Pál Joensen svam seg í morgun trygt í HM-finalu í 800 metra frísvimjing, tá ið hann í Palau Sant Jordi høllini í Barcelona svam teinin uppá 7:50.81. Tað var næstbesta tíð í triðseinasta riðli, og rakk tað til eitt samanlagt sættapláss á startlistanum til finaluna. Sí úrslitalistan her.
Her er ein stutt samrøða við Pál sum eg gjørdi tá ið vit vóru komnir aftur á hotellið. Má blíva betur til hetta við at interviewa.
Video: Birita 100 rygg á HM í Barcelona
Birita Debes luttekur her í 100 metra ryggsvimjing á HM á langgeil í Barcelona. Hon er í svartari hettu á geil 0, allarnærmast okkum. Tíðin 1:05.64 er nýtt føroyskt met.
Video: Poula 100 firvald á HM í Barcelona
Poula Øssursdóttir Mohr luttekur her í 100 metra firvaldasvimjing á HM á langgeil í Barcelona. Hon er í hvítari hettu á geil 2, triðnærmast okkum. Tíðin 1:04.58 er nýtt føroyskt met.
Ruta Meilutyte 1:04.35 og heimsmet í 100 bringu
Stóra søgan á HM í Barcelona í kvøld var tá ið 16 ára gamla Ruta Meilutyte úr Litava í hálvfinaluni í 100 metra bringusvimjing setti nýtt heimsmet, við at svimja teinin uppá 1.04.35. Ikki tí, hon er olympiskur meistari frá London 2012, har hon setti evropamet 1:05.21, og setti eisini ‘tekstil-heimsmet’ í innleiðandi riðlunum nú á HM í Barcelona, so tað vóru tey sum væntaðu (og vænta) okkurt stórt. Amerikanska Jessica Hardy átti heimsmetið á 1:04.45, frá US Open í 2009. Danska Rikke Møller Pedersen svam triðbestu tíð 1:05.99, sum er nýtt danskt og norðurlendskt met, og russiska Yuliya Efimova lá so millum tær báðar við 1:05.29. Finalan er í morgin.
Birita 1:05.64 og nýtt føroyskt met í 100 rygg
Birita Debes setti í morgun eitt flott nýtt føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, tá ið hon á heimsmeistarstevnuni í Barcelona svam teinin uppá 1:05.64, har hennara føroyska met frá Danish Open í mars mánaða var 1:06.19. Tíðin var nóg góð til at hon bleiv nr 40 av 50, sí úrslitalistan her.
Her er Birita akkurát komin upp til okkum aftaná teir 100. Eg burdi kanska líka hava givið henni eina løtu til at summa seg áðrenn upptøku, men tað er so tað.