Sun Yang niður ímóti heimsmetinum í 400 frí í dag

Sun Yang bleiv í kvøld fyrsti heimsmeistari í svimjing á HM í Barcelona 2013, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá imponerandi 3:41.59. Hann lá fyrstu helvtina av svimjingini undir splitt-tíðum til at kunna seta heimsmet, men dragnaði so eitt sindur ímóti endanum, í mun til metið 3:40.07 sum Paul Biedermann svam á HM í Rom 2009. Tað hevur annars verið eitt sindur ivasamt hvussu væl hann nú var fyri til hetta HM, eftir okkurt rok við sín venjara; men nú kunnu vit bara staðfesta at ‘hann er har’, tá ið tað kemur til eisini 800 og 1500 frí.

BCN2013 men's 400 free medal podium

Poula 1:04.58 og stórt nýtt føroyskt met í 100 firvald

Poula Øssursdóttir Mohr sett í morgun stórt nýtt føroyskt met í 100 metra firvaldasvimjing, tá ið hon á heimsmeistarastevnuni á langgeil í Barcelona svam teinin uppá 1:04.58. Hon átti sjálv føroyska metið, sum var 1:05.92 frá Mare Nostrum stevnuni fyrr í ár. Splitt-tíðin hjá Poulu var 29.78 við 50 metrum, sí úrslitalistan her.

DSC00363

Her er eitt stutt videobrot við Poulu aftaná metið. Eg burdi ikki filmað ímóti ljósinum, men tað er so tað

Og her er Hestoy. Hatta sum eg helt meg minnast var ikki heilt 100% rætt … Poula tók metið frá Biritu við bara 4 hundraðpørtum á Mare Nostrum; men áðrenn tað hevði Birita á Danish Open í vár tikið tað niður frá 1:08.17, sum Shaila svam á HM í Rom í 2009.

Áhugaverdar avgerðir á FINA aðalfundinum 2013

Altjóða svimjisambandið FINA avgreiddi í gjár og fyrradagin tríggjar aðalfundir her í Barcelona, fyrst í svimjiteknisku nevndini og masters-nevndini, og síðani sjálvan aðalfundin. Áhugaverdar avgerðir vóru millum annað at tey ikki fara at loyva firvaldaspørkum út á 15m í bringusvimjing, sum tekniska svimjinevndin hjá FINA annars ætlaði, og at tey nú fara at innføra eina stong til ryggsvimjarar at seta føturnar á og av frá í startinum.

DSC00176

Tekniska svimjinevndin og danska svimjisambandið royndi so saman við stuðli frá Írlandi, Avstralia, USA, Svøríki og øðrum á sjálvum aðalfundinum at fáa innført døming út í frá undirvatnskamera, til at minka um serliga trupulleikan við ólógligum firvaldaspørkum í bringusvimjing; men tað uppskotið fall á teprari atkvøðugreiðslu.

Sum tit síggja á myndini, so hevði Jon Hestoy eisini orðið, hetta til at tryggja at nevnda stong í ryggsvimjing ikki endar sum við fótkílanum á startskamlum, at bara éin fyritøka hevur loyvi at framleiða teir, vegna patent. Svarið var at tað fór tað ikki at verða, so vit vóna tað besta. Trupulleikin við monopoli er sjálvsagt, at so kann framleiðarin seta prísin næstan sum hann vil.

BCN2013 – tveir svimjarar úr Saint Lucia og Etiopia

FINA varpar ljós á svimjarar undan HM kappingarnar. Her eru tveir svimjarar, Bradford Worrell úr Saint Lucia, ið luttekur í 50 og 100 bringu og Robel Kiros Habte úr Etiopia, ið fer at svimja 50 og 100 frí. Góð 172.000 fólk búgva á Saint Lucia, ið liggur í Karibia. Brad fortelur at tey hava eini 500 kappsvimjarar. Í Føroyum hava vit umleið 900 kappsvimjarar. Etiopia hevur yvir 91 milliónir íbúgvar, men knapt helvtin dugir at svimja og umstøðurnar fyri kappsvimjing eru so sum so.

Løgið ‘asosialt’ internet her á Confortel

Tað er tíverri heilt vanligt at internet-sambandið er vánaligt og versnar, tá ið vit eru til hesar stóru altjóða svimjistevnurnar, vælsagtans tí at so nógv savnast heimanífrá á sama stað, og koyra eftir somu dagsskrá millum svimjihyl og hotel. Okkara hotel her í Barcelona er einki undantak; men nokk so løgið allíkavæl at okkurt riggar væl, meðan annað riggar illa.

Untitled
Continue reading Løgið ‘asosialt’ internet her á Confortel