Jón Bjarnason eftirmetir venjingarleguna í Canet

Venjingarlegan er nú avgreidd hjá føroyska EJM-landsliðnum í Canet-en-Roussillon í Suðurfraklandi, og tey eru seinnapartin ávegis til Poznan í Póllandi, har evropeiska juniormeistarastevnan í svimjing byrjar mikudagin 10. juli. Men HM-landsliðið fer skjótt til nágreiniliga sama stað, at venja upp undir HM í Barcelona, og her er tí ein áhugaverd eftirmeting / víðarigeving av ‘nice to know’ frá Jón Bjarnasyni, til Kristian Martin og hini.

Mie Ø. Nielsen meldar avboð frá HM í Barcelona

Danska Mie Ø. Nielsen kunngjørdi í kvøld á Facebook, at hon má melda avboð frá HM í Barcelona í summar. Hon hevur havt trupulleikar við øðrum knænum, og varð tí skurðviðgjørt fyrst stutt eftir OL í London og so nú aftur í mai mánaða, og verður tí ikki klár aftur til kapping longu í summar. Ein smeitur fyri donsku svimjingina, eisini tí at teirra stafettir nú vikna betýðiliga, serliga í blandaðu svimjingini har ryggsvimjingin hjá Mie hjálpti teimum til HM gull í Istanbul í desember. Tær eru nú bara fýra: Lotte Friis sum vanliga ikki so gjarna luttekur í liðsvimjingini, Jeanette Ottesen, Rikke Møller Pedersen og so Pernille Blume sum varð úttikin til netupp liðsvimjing.

Happy Danes on the Istanbul 2012 podium

(Danskir heimsmeistarar í 4×100 blandað, Mie longst til høgru)

Úttøkur summarið 2013

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Á starvsnevndarfundi týskvøldið 21. mai varð avgjørt at taka hesar svimjarar út til kappingar summarið 2013.

DSC_7058

NMU – Reykjavík – ISL, 13. og 14. juli

  • Lív E. Eidesgaard, 638 fina stig í 100 frí, FM
  • Marius Ihlen Gardshodn, 600 fina stig í 1500 frí, FM
  • Ásbjørg Hjelm, 572 fina stig í 800 frí, FM
  • Róland Toftum, 553 fina stig í 50 frí (liðsvimjing), FM
  • Sólrun Kjærbo, 545 fina stig í 100 blandað, MU
  • Signhild Joensen, 539 fina stig í 100 rygg, MU
  • Barbara Debes, 528 fina stig í 50 frí, FM
  • Jana Thomsen, 506 fina stig í 50 frí (liðsvimjing), MU

Venjarar og ferðaleiðara: Rúni Gaardbo og Morentsa Thomsen.

NMU er í Reykjavík. Farið verður til Íslands 10. juli. Kappingin er 13. og 14. juli.
Continue reading Úttøkur summarið 2013

FINA kunngjørt kravtíðirnar til HM í Barcelona í 2013

FINA hevur í dag kunngjørt kravtíðarskipanina til HM í Barcelona í 2013, sí viðfesta memorandum. Skipanin minnir um tann til HM í Shanghai, men er nú lukkutíð soleiðis at vit kunnu supplera til dømis luttøkuna hjá teimum ið klára kravtíðirnar, við eyka svimjarum upp til og við 2 mannfólk og 2 konufólk. Um altso Svimjisambandið eisini avger at loyva hesum.


Continue reading FINA kunngjørt kravtíðirnar til HM í Barcelona í 2013

HM 2013 verður í Barcelona

Altjóða svimjisambandið FINA hevur á fundin í Uruguay avgjørt at lata Barcelona í Spania fáa heimsmeistarastevnuna 2013. Forsetin Julio Maglione sigur at Barcelona er valt tí at tey hava neyðuga infrastrukturin, og stuðul frá landsmyndugleikum og lokalum myndugleikum. Barcelona hevði eisini HM í svimjing í 2003. Lesið her á USA Today.