Prát við Bartal aftaná 400 blandað (+ bloopers)

Her eru 3 prát sum eg gjørdi við Bartal Hestoy aftaná 400 blandað á HM í Barcelona 2013, har hann sum nevnt setti føroyskt met. Allar tríggjar videoir hava sínar skavankir, so sum Bartal segði tað, so kunnu tit sjálvi hyggja at teimum og stykkja saman eitt væleydnað interview 😛

Bartal 4:35.37 og nýtt føroyskt met í 400 blandað

Bartal Hestoy megnaði í morgun at seta nýtt føroyskt met í 400 metra blandaðari svimjing, tá í hann á heimsmeistarastevnuni á langgeil í Barcelona svam teinin uppá 4:35.37. Hann átti sjálvur føroyska metið, sum var 4:36.32 frá Mare Nostrum stevnuni í Barcelona í mars mánaða.

DSC00989

Harvið hava øll tey trý Poula, Birita og Bartal sett minst eitt føroyskt met á hesum HM, Poula enntá tvey í tveimum kappingum, meða Pál hevur megnað seg at svimja seg í finalu í báðum teimum kappingum sum hann var tilmeldaður í. Eitt einastandandi gott úrslit.

Síðsti dagur á BCN2013

Ein stutt briefing áðrenn síðstu innleiðandi riðlar á HM í svimjing í Barcelona 2013. Tit síggja túrin inn á Palu Sant Jordi, umstøðurnar runt sjálvan hylin, og eg tosi heilt stutt við Bartal Hestoy, sum skal kappast í 400 blandað nú í morgun. Bartal svimur í fyrsta riðli í morgun, klokkan 09:00 føroyska tíð. Hann er á geil 0.

Dagaskil – Quel jour est-il

minigolf eftir regniBartal Hestoy bloggar á venjingarlegu í Canet

Eitt tekin uppá eina góða venjingarlegu, haldi eg sjálvur, er tá man ikki hevur dagaskil. Veruleikin, at tað onga ávirkan hevur hvør dagur tað er, er ein serstøk kensla. Man kann tá savna seg um tað sum hevur týdning, tað venjingina og kappingina sum liggur beint fyri framman.

liðmynd canet
Continue reading Dagaskil – Quel jour est-il

Gótt lív, très bien – Canet 3

Bartal Hestoy bloggar á venjingarlegu í Canet

Lívið á venjingarlegu í Frankarríki er gott. Hotellið er fínasta slag, kømrini hava tað einum svimjara tørvar, song, wifi og eitt stað at heingja svimjiklæðini at turka. Maturin er góður, men sera lokalur, man venur seg spakuliga við hann. Tíbetur er har eisini ‘svimjara matur’ at fáa, so sum pasta og høsnarungi. Eg trúgvi tað hevði verið trupult at fingið nakrar av svimjarunum mettar av øðu, høggislokki og couscous. 😉

Untitled

​Venjingarnar ganga gott, og umstøðurnar eru sum áður nevnt, framúr. Viðvíkjandi veðrinum, so hevur tað verið ógvuliga heitt, burtursæð frá kvøldvenjingini í kvøld, týskvøld, har tað bleiv stormur og fólk vórðu rópt upp. Tíbetur var tað ein 25 metur innandura hylur, ið vit kundi svimja programmið liðugt.

Bonne Nuit

Untitled

Bartal Hestoy bloggar: Dagur 1 í Canet

Lítil “update” frá okkum her í Canet. Sunnudagur 14. juli 2013.

Eftir góðar 24 tímar seinkan komu vit endiliga fram til Canet en Roussillon. Eftir ein flogtúr úr Føroyum eftir midnátt, komu vit fram til Keypmannahavnar út á morgni. Vit fingu nakrar tímar á Hilton, og flugu víðari til Barcelona um 17-tíðina. Í Barcelona bíðaði ein bilur eftir okkum, ið koyrdi okkum teir gott 2 tímarnar til Frankaríkis.

Continue reading Bartal Hestoy bloggar: Dagur 1 í Canet

Bartal 4:36.32 og føroyskt met í 400 blandað

Bartal Hestoy setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona svam teinin uppá 4:36.32. Bartal átti sjálvur føroyska metið á 4:38.10, frá Actavis Open 2013. Tíðin var nóg gott til eitt 15. pláss í kappingini millum 29 luttakarar, og Bartal er tí eisini víðari til B-finalu seinnapartin. Sí úrslitalistan her.

Bartal Hestoy á Mare Nostrum 2013

Bólturin um úrslitini í Føroyum og í Íslandi

Rókur var at hoyra í útvarpsendingini “Bólturin” seinnapartin í gjár, har hann tók samanum úrslitini hjá Óla Mortensen og Bartali Hestoy á íslendsku meistarastevnuni og frá metinum hjá Poulu Ø. Mohr í 100 firvald, umframt at fortelja eitt sindur um komandi kappingar í Føroyum og uttanlanda.

Óli bronsu í 400 blandað á ÍM 50m 2013, Bartal føroyskt met

Teir báðir Óli Mortensen og Bartal Hestoy endaðu sína luttøku á Íslandsmeistaramót í 50m 2013 við stíli, tá ið teir í kvøld svumu finalu í 400 metra blandaðari svimjing, Óli við tíðini 4:45.85 sum gav eitt bronsuheiðursmerki, og Bartal við nýggjum føroyskum meti 4:37.09. Metið hjá Bartali var annars 4:38.10 frá Actavis Open í Hafnafirði í mars mánaða, og tað hevði rokkið til eitt silvurmerki her á ÍM 50m 2013, um ikki hann vegna kolldøming um morgunin nú svam ‘uttanfyri kapping’. Sí úrslitalistan her.

Fyrr um kvøldið luttók Óli eisini í finaluni í 200 metra frísvimjing, har úrslitið gjørdist eitt fjórðapláss í tíðini 1:59.34, eitt sindur lakari enn hansara 1:59.06 frá um morgunin. Sí úrslitalistan her. Men vit skulu nokk ikki klaga – 2 íslandsmeistarar, 3 gull, 2 silvur, 1 bronsu, 2 føroysk met og 2 juniormet, tað er heilt ókey við bara 2 svimjarum á stevnuni 🙂

Óli

  • 4:07.48 og silvur í 400 frí
  • 16:08.20, silvur og juniormet í 1500 frí (metið hjá honum var 16:09.16)
  • 8:30.32, gull og juniormet í 800 frí (metið hjá honum var 8:31.34)
  • 4:45.85 og bronsu í 400 blandað

Bartal

  • 2:10.34 og gull í 200 blandað
  • 2:26.46, gull og føroyskt met í 200 bringu (metið hjá Páli var 2:26.59)
  • 4:37.09 og føroyskt met í 400 blandað (metið hjá honum var 4:38.10)