Mirakul-innslagið hjá Phelps

Svimjarar, tit MUGU hyggja at hesum! Hetta er nevniliga mynd fyri mynd samanbering av hvussu Phelps og Čavić enda teir 100 firvald, sum Phelps vann við éinum hundraðparti. Legg til merkis, at Čavić velur at glíða allarseinasta partin inn til veggin, meðan Phelps velur at taka eitt seinasta, stutt tak. Ikki altíð rætta valið… men hesuferð riggaði tað 🙂

(Annars helt eg við Čavić. Man er væl hálvur serbi, nú) Continue reading Mirakul-innslagið hjá Phelps

Phelps er nú offisielt størsti svimjari nakrantíð

Amerikanska stafettin vann gull og setti heimsmet í 4×100 blandað við tíðini 3:29.34, har heimsmetið hjá teimum frá Athen 2004 var 3:30.68, og harvið vann Michael Phelps sítt áttanda gull á somu olympisku leikum, sum er éitt gullheiðursmerki meira enn Mark Spitz í München 1972. Avstralska kvinnustafettin í 4×100 blandað setti eisini heimsmet við tíðini 3:52.69, har heimsmetið hjá teimum frá HM í fjør var 3:55.74. Continue reading Phelps er nú offisielt størsti svimjari nakrantíð

Danir síðstu amatørar á olympisku leikum

Hetta er cirka citat úr Ekstra Blaðnum: “Danskerne – de sidste amatører“. Lotte Friis sum í morgun vann bronsu í 800 frí, stendur vanliga og ekspederar í einum ítróttarhandli, meðan hinar báðar frammanfyri liva av svimjingini.

Danski sportschefurin Lars Sørensen nevnir tríggjar faktorar sum avgerandi fyri at svimjingin hevur mennt seg so nógv eisini á hesum leikum: Nýggju superdraktirnar, ‘vísindalig-gerðing’ av ítróttinum, og so tað at tey bestu nú eru fulltíðar-svimjarar, vegna sponsorpengar og/ella stuðul frá heimlandinum.

Danir fáa sambært Lars Sørensen fylgt við á teimum báðum fyrstu punktum, men ikki tí triðja. Tey kunnu eisini keypa seg til hesar nýggju draktir, og hava eftirhondini nógvar serfrøðingar runt svimjingina at trekkja uppá. Men svimjingin er ein ov lítil ítróttargrein í Danmark til at kunna skaffa tær stóru sponsorupphæddirnar, og Team Danmark kann heldur ikki tryggja íðkarunum nóg nógvan stuðul, til at tey kunnu fokusera fult og heilt upp á ítróttin.

Spurningurin er so hvussu nógvar faktorar vit uppfylla í Føroyum. Continue reading Danir síðstu amatørar á olympisku leikum

Glæsner svam flott 1500, men metið hjá Pál yvirlivdi

Danin Mads Glæsner betraði heilt nógv um sítt norðurlendska met í 1500 frí, men tó ikki so nógv at hann eisini tók metið í 800 frí. Nýggja metið í 1500 frí er 15:03.33, har hann á HM í fjør svam 15:12.10, og tíðin hjá honum eftir 800 metrar var 7:59.12. Tíðin hjá Glæsner var ikki nóg góð til at koma í finaluna. Continue reading Glæsner svam flott 1500, men metið hjá Pál yvirlivdi

3 heimsmet í morgun

Amerikanska Rebecca Soni kláraði yvirraskandi at vinna á ‘Lethal’ Leisel Jones í 200 bringu, við nýggjum heimsmeti 2:20.22, har heimsmetið hjá Leisel Jones frá 2006 var 2:20.54. Leisel Jones varð nr 2, og norska Sara Nordenstam kláraði so at svimja seg til bronsu við tíðini 2:23.02. Ryan Lochte vann á Piersol og Vyatchanin í 200 rygg við nýggjum heimsmeti 1:53.94, har heimsmetið hjá honum og Piersol var 1:54.32. Og Michael Phelps vann sítt sætta gullheiðursmerki í 200 blandað, við betring av sínum egna heimsmeti frá 1:54.80 til 1:54.23. Continue reading 3 heimsmet í morgun

Um Michael Phelps var eitt land …

Skemtilig samanbering av heiðursmerkjabýtinum hjá Phelps, í mun til ymisk lond, funnin her.

  1. Um Michael Phelps var eitt land, so hevði hann nú ligið nr 3 á listanum yvir tey lond sum hava vunnið flest gullheiðursmerki í Beijing.
  2. Á listanum yvir heiðursmerki tilsamans, hevði hann ligið nr 12 saman við Niðurlondum.
  3. India, Indonesia, Pakistan, Nigeria, Egyptaland, Mexico og Bangladesh hava 2,1 milliardir íbúgvarar tilsamans, og hava vunnið fýra gullheiðursmerki tilsamans. Phelps hevur vunnið fimm.
  4. Phelps hevur vunnið fimm av átta gullheiðursmerki givin monnum í svimjikappingunum higartil á OL
  5. Um vit síggja burtur frá USA og Avstralia, so hevur restin av heiminum til nú vunnið 5 heiðursmerki, í mannfólka- og konufólka-svimjikappingunum á OL. Tað hevur Phelps eisini 🙂

Continue reading Um Michael Phelps var eitt land …

2 heimsmet í morgun

Kinesiska Liu Zige setti heimsmet í 200 firvald við tíðini 2:04.18, meira enn eitt sekund enn gamla heimsmetið hjá Jessica Schipper á 2:05.40 frá Pan Pacific Championships í 2006. Og avstralsku kvinnurnar Stephanie Rice, Bronte Barratt, Kylie Palmer og Linda Mackenzie settu heimsmet í 4×200 frí við tíðini 7:44.31, næstan 6 sekund skjótari enn gamla heimsmetið hjá USA á 7:50.09 frá HM í Melbourne í fjør. Continue reading 2 heimsmet í morgun

2 heimsmet afturat á olympisku leikum í Beijing

Amerikanski Aaron Piersol betraði um sítt egna heimsmet í 100 rygg, frá 52.89 á U.S. Trials til 52.54 nú í Beijing. Og Michael Phelps betraði somuleiðis um sítt heimsmet í 200 frí, frá 1:43.86 til 1:42.96. Phelps hevur nú vunnið 3 av (til nú) trimum møguligum gullheiðursmerkjum á OL 2008, og er tískil væl á veg til at taka metið frá Mark Spitz, sum er 7 gullheiðursmerki á somu olympisku leikum. Continue reading 2 heimsmet afturat á olympisku leikum í Beijing

Fýra heimsmet í morgun

Kirsty Coventry úr Simbabvi setti í hálvfinaluni heimsmet í 100 rygg við tíðini 58.77, har heimsmetið hjá Natalie Coughlin var 58.97. Japanski Kosuke Kitajima setti heimsmet í 100 bringu finaluni við tíðini 58.91 (fyrsti svimjari undir 59 sekund), har metið hjá Brendan Hansen var 59.13. Og Jason Lezak kláraði akkurát at skava OL gull og heimsmet heim til USA í 4×100 frí, í kapping har Frankaríki annars var klárt frammanfyri tá ið 25 metrar írestaðu, og har avstralski Eamon Sullivan setti heimsmet í fyrstu 100. Continue reading Fýra heimsmet í morgun