So er tað ordiliga offisielt: Joensen og Baklakova vunnu mest

Av heimasíðuni hjá evropeiska svimjisambandinum, www.lenweb.org:

Pal Jönsen proved to be the big surprise in swimming. He was not only the most successful swimmer in the men’s events, but also achieved the first ever championship medals for the Faroe Islands at an event of the European Swimming Federation, LEN. Jönsen won three gold medals: 400m (3:51.44min), 800m (7:56.90) and 1,500m freestyle (15:18.37). Russia’s Ekaterina Baklakova also achieved three titles winning the 50m (32.34sec), 100m (1:09.65min) and the 200m breaststroke (2:28.42).

Pál tryggjaði okkum sambært tíðindunum har eitt sættapláss á heiðursmerkjalistanum, frammanfyri Týskaland, Ungarn, Belgia, Frankaríki, Niðurlond, Slovenia, Ukraine, Spania, Grikkaland, Danmark, osfr osfr 🙂 Continue reading So er tað ordiliga offisielt: Joensen og Baklakova vunnu mest

2 heimsmet afturat í morgun

Kirsty Coventry úr Simbabvi setti heimsmet í 200 rygg við tíðini 2:05.24, har amerikanska Margaret Hoelzer átti heimsmetið á 2:06.09 frá U.S. Trials í juli mánaða. Og bretska Rebecca Adlington tók elsta met í bókini, tá ið hon svam 800 frí í tíðini 8:14.10, og harvið fór heili 2 sekund undir 16 ára gamla metið á 8:16.22 hjá Janet Evans. Danska Lotte Friis kláraði akkurát at vinna bronsu í hesi kapping, tá ið rumenska Camelia Potec móti endanum doyði fullkomiliga, og reyk frá at liggja klárt nr 2 til at gerast nr 4.

Michael Phelps kláraði á líknandi hátt akkurát at vinna 100 firvald, og harvið tangera metið hjá Mark Spitz, at vinna 7 gull á somu olympisku leikum, tá ið hann við éinum hundraðparti vann á serbanum Milorad Čavić. Phelps lá annars heilt afturi á 7. plássi eftir fyrstu 50, og Čavić klárt fremst; men í sjálvum innslagnum á málstrikuni gjørdi Čavić tann feil ikki at taka eitt eyka tak, meðan Phelps tók eitt stutt og skjótt tak ið akkurát vann gullið.

Við hesum 7 gullheiðursmerkjunum er tað nú rættiliga vist, at hann fer at klára 8 eisini, tá ið amerikansku mennirnir fara at svimja síðstu stafettina. Continue reading 2 heimsmet afturat í morgun

6 heimsmet í morgun

Í hálvfinalunum í 100 frí tók fyrst Alain Bernard heimsmetið frá Eamon Sullivan við 47.20 (metið var 47.24), og síðani svam Sullivan sjálvur 47.05 (!). Federica Pellegrini betraði sítt 200 frí heimsmet frá innleiðandi 1:55.45 til 1:54.82. Phelps betraði um sítt heimsmet í 200 firvald frá 1:52.09 til 1:52.03. Stephanie Rice betraði um heimsmetið í 200 blandað frá 2:08.92 til 2:08.45. Og amerikansku mennirnir betraðu um heimsmetið í 4×200 frí frá 7:03.24 til 6:58.56.

Phelps hevur nú vunnið 5 gullheiðursmerki í Bejing, av teimum 7-8 sum eru málið og heimsmet í heiðursmerkjum á somu leikum. Hartil hevur hann við sínum 11 OL gullheiðursmerkjum tilsamans longu vunnið fleiri gull enn nakar annar íðkari nakrantíð (Mark Spitz og Carl Lewis vunnu hvør síni 9 gullheiðursmerki, á teimum leikum sum teir luttóku í). Continue reading 6 heimsmet í morgun